Ein vandrianekdota í umsetaracirklum er tann um dramavinin, sum skuldi umseta ein sjónleik úr donskum í føroyskt: Hann umsetti ‘havesyge’ til ‘urtagarðssótt’.
Sama ger, um verulig grund er undir hesari søguni. Nógvar aðrar frásagnir eru um, hvussu trekt og torført tað mangan gongur at flyta tankar yvir í føroyskt. Nú ein dagin kom ein tingmaður við tí pástandi, at tann, sum “hevði brotið seg”, skuldi straffast. Tað hoyrdist á málinum hjá honum, at hann ætlaði at siga “forbrotið seg”, men so steig tann innari censorurin á slanguna, og bara helvtin av orðinum kom út. Og í Sosialinum um dagarnar bleiv sagt um onkran faðirloysing, at hann bara tólv ára gamal var blivin “húsmaður”. Meiningin hevur nokk verið forsyrgjari. Veit nakar, hvat ein húsmaður er? Helst ikki. Hóast tað stendur í orðabókini (FO), men tað ger forsyrgjari ikki.
Tað kemur fyri, at vit hoyra um undarligar ella vánaligar umsetingar. Ein umsetari hevði umsett fyri eitt firma í USA. Hann umsetti ‘logical monitor’ til ‘logiskur vísari’. Hetta bleiv av einum “málkønum” rættað til “skilvísur vísi”. Í einum øðrum teksti bleiv ‘medarbeiðarar’ strikað og erstattað við ‘starvsfólk’. Men her er okkurt rúkandi galið: skulu øll orð, sum beginna við med- vera óføroysk? Skulu vit so eingi medmenniskjur hava longur, og skulu hesir medskapningar ikki sleppa at hava sína serligu medferð? Paris verður “rættað” til París, og Rom, tann ævigi staður, verður nú av útvarpinum eyknevndur Róm [røvm], tí tey halda tann íslendska stavimátan vera “føroyskari” enn tann normala. Forstandi tað hvør, ið kann. Hví skulu tey, sum hava eitt ónatúrligt forhold til málið, hava rættin til at hava málið?(MT)