Tað var m.a. formaðurin í áhugafelagnum hjá oljufeløgum, sum leita eftir olju og gassi undir Føroyum, sum á eini oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum kom fram við hesum málinum og vísti á ónøgdina í sambandi við skatting av fólki, sum vóru her í oljuørindum, at hesi blíva skattað frá fyrsta degi her. Hann helt fyri, at Fíggjarmálaráðið og táverandi landsstýrismaðurin høvdu ikki viðgjørt málið við nóg stórum álvarssemi. Eftir samgonguskiftið hevur so nýggi landsstýrismaðurin tikið málið uppaftur og má sigast, at arbeitt hevur verið skjótt og væl, tí longu nú er svar komið úr Bretlandi, um at man er sinnaður at taka málið upp. Tað er so bara at vóna, at nakað ítøkiligt fer at henda í málinum, tí ein dupultskattaavtala vil vera til stóran fyrimun fyri allar partar og loysa teir trupulleikar, sum eitt nú umboð fyri oljuvinnuna hava víst á. Uttan iva hevur maður okkara í London sín lut í, at tað nú er komið gongd á.
Um hesa tíðina verður so eisini uppskot fyri 2. útbjóðing lagt fyri tingið. Áhugavert verður at frætta, hvussu tað sær út, tó at vit gita, at tað fer at líkjast nógv tí uppskoti, sum varð lagt fram á sinni undan 1. útbjóðing. Men tó verður áhugavert at vita, hvøjrar broytingar eru gjørdar og hvørji øki vera við í útbjóðingini. Ein má ganga út frá, at økið, sum verður boðið út, helst fer at líkjast tí, sum oljufeløgini herfyri vístu á í nominatiónini.
Spurningurin er so, hvat vit kunnu vænta okkum av eini nýggjari útbjóðing. Ein kann siga, at hon kemur í eini ikki alt ov hepnari tíð, tá útbjóðing er í øllum grannalagnum eisini, ein er í bretskum øki, ein í norskum og entá ein í Grønlandi eisini. Spurningurin er, um oljufeløgini hava orku og vilja til at bjóða bæði her hjá okkum og so í grannalagnum eisini. Men vit mugu so bara vóna, at útbjóðingin er so mikið áhugaverd, at oljufeløg fara at taka ímóti henni við opnum ørmum. Einki er at ivast í, at tað er sera umráðandi at fáa verandi og onnur oljufeløg til at halda fram við leitingini eftir olju og gassi á landgrunninum. Tað ringasta, sum kann henda, er, um vit líða somu lagnu sum Írland og Falkslandsoyggjarnar og lutvíst Grønland, har tað fyrst vóru boraðir fleiri brunnar fyri síðani at steðga heilt upp. Tað ræður um at halda momentum. Og tí seta vit okkara álit á, at Oljufyrisitingin hevur dugað og fer at duga at marknaðarføra tey nýggju økini. At miðvís marknaðarføring skal til í slíkum máli eisini er eingin ivi um.
Sosialurin