KAPPRÓÐUR
Tá ið Róðrarsamband Føroya, RSF, fer at hava aðalfund 2. hvítusunnudag, skal støða takast til ynski frá Klaksvíkar Róðrarfelag um, at allar kappingarnar á Norðoyastevnuni í ár, sum verður 4. juni, skulu vera á túsund metrum. Tað vanliga var, at tað á Vánni í Klaksvík varð róð á 1000, 1500 og 2000 metrum. Men síðani aliringar vórðu lagdir heimi undir Kunoyarnesi hava 10-mannaførini kappast á 1500 og ikki á 2000 metra teininum.
Nú vil Klaksvíkar Róðrarfelag hava loyvi at stytta róðrarteinin á Norðoyastevnu uppaftur meiri. 8-mannaførini og 6-mannaførini við monnum hava saman við 10-mannaførunum kappast á 1500 metrum, men nú er ætlanin, at hesar manningarnar eisini skulu kappast av 1000 metra málinum, sum er norðanfyri Kósina og heimanfyri Grønaból, og sum 5-mannaførini við gentum og dreingjum og 6-mannaførini við kvinnum hava kappast á.
Um ynskið hjá klaksvíkingum skal vinna frama, so er neyðugt, at aðalfundurin 2. hvítusunnudag samtykkir at broyta grein 11 í reglunum fyri FM í kappróðri. Har er ásett, hvussu langir teinarnir eru, og har stendur eisini, at um umstøðurnar eru soleiðis, at teinurin ikki kann vera sum ásett, kann hann verða styttur.
Sambært formanninum í Róðrarsambandinum, Hannisi Joensen, so hevur hetta verið skilt soleiðis, at róð hevur verið á so longum teinum, sum tað hevur borið til. Í t. d. Havnini, Miðvági, Vági og Vestmanna ber tað ikki til at rógva longri enn á túsund metrum, og í einstøku førunum hevur tað verið upp til høvuðsdómaran at gera av, um hann hevur hildið tað orsaka av veðri verið ov ófantaligt at kappast á 2000 metrum.
- Uppskotið frá klaksvíkingum hevur verið viðgjørt í nevndini. Har er hugburðurin tann, at tað skal vera upp til tey, sum kappast, at gera spurningin av, og nú hava tey frá fyrireikarunum í Klaksvík fingið útgreining av, hví tey vilja sleppa at royna bara at kappast á 1000 metrum.
Í áheitanini til RSF siga klaksvíkingar, at teirra fatan er, at teir flestu, sum kappast á longru teinunum, fegnir vilja halda fram við hesum. RSF formaðurin hevur eisini ta fatan, at flestu rógvararnir vilja kappast á so longum teinum, sum tað ber til, og at harmast var um tað, tá ið tað var neyðugt at stytta teinin hjá 10-mannaførunum á Norðoyastevnu úr 2000 og niður í 1500 metrar.
Skal ganga skjótari fyri seg
Í viðmerkingunum til áheitanina, sum er send aðalfundinum í RSF, siga tey í Klaksvíkar Róðrarfelag, at tað hjá teimum er ynskiligt, at kappingarnar verða skjótari avgreiddar, enn tær hava verið seinnu árini. Tey hava gjøgnumgingið róðurin á Norðoyastevnu í fjør, og hóast samlaða kappingartíðin var longri enn tríggjar tímar, so siga tey í Klaksvík seg ikki kunna seta fingurin á nakað, sum tók longri tíð, enn tað kundi gera.
Hóast Róðrarsambandið eigur tveir fastar startir, so er tað, sum fer við mest tíð, at flyta fasta startin av 1000 metra málinum og út á 1500 metra málið. Umstøðurnar á vánni í Klaksvík eru soleiðis, at tað er neyðugt at spenna startin fastan í eystara landið. Teinurin frá bátinum, sum heldur fasta startinum á 1500 metra málinum, og inn á land er einar 700 metrar. Tí er neyðugt eisini at nýta søkk, og tað hevur víst seg at vera ein trupulleiki, tá ið veðrið ikki er til vildar.
Klaksvíkingar vísa á, at Norðoyastevnan er tíðliga á árinum, og at tað kann roknast við møguleikanum fyri ólagaligum líkindum síðst í mai og fyrst í juni. Tí kunnu trupulleikar stinga seg upp, sum teir ikki høvdu í fjør, tá ið líkindini vóru avbera góð, og tað kann bera við sær, at róðrartíðin verður uppaftur longri. Tað halda tey ikki er nøktandi - hvørki fyri rógvarar ella áskoðarar - og tí vilja tey gera roynd, har tað bara verður kappast á 1000 metrum. So ætla teir í eftirmeting at gera av, um tað í framtíðini bara skal verða kappast á 1000 metrum á Norðoyastevnu, ella um teir skulu fara aftur á 1500 metrar.