Oddagrein· Jósef

Álvarsamt, yndisligt, stuttligt, syrgiligt, ferðmikið, stórfingið. Soleiðis valdi ummælari okkara at lýsa songleikin "Jósef" í Norðurlandahúsinum, tá hann fór av bakkastokki fyri eini viku síðani. Og eingin ivi er um, at soleiðis sum leikurin hevur verið umrøddur millum manna og soleiðis sum gravgangurin hevur verið eftir atgongumerkjum, fylla superlativini helst nógv meira. Vit kunnu bara staðfesta, at sjáldan hevur gravgangur eftir atgongumerkjum til eitt einstakt listaligt tiltak í Føroyum verið so stórur sum til songleikin Jósef, ið næmingar í Hoydølum oo. hava leikt á palli í Norðurlandahúsinum fyri nærum 6000 fólkum. Ein eykasýning fyri og onnur eftir. Útselt er til Jósef, eykasýning við Josef osfr. Hetta hava vit hoyrt aftur og aftur í tíðindunum seinastu dagarnar.

Tosað verður um stóra ríkidømið, sum vit eiga í havinum og náttúruni. Men vit mugu ikki gloyma stóra ríkidømið vit eiga í hvørjum einstøkum av okkum, nevniliga evni og gávur og ikki minst áhugi og vilji til at skapa nakað hvør sær og í felag. Hetta er tað, sum kemur undir heitið: fólkslig mentan. Tá vit her umrøða amatørar, skal tað ikki skiljast sum nøkur undirmeting av teimum professionellu fólkum, sum royna at skapa sær og sínum yrki fast undir fótum. Eitt lítið samfelag sum okkara hevur brúk fyri báðum, fyri amatørunum og fyri teimum professionellu. Hesin sangleikurin er so bara ein staðfesting av, at nakað gott kann spyrjast burtur úr, tá amatørar og professionell ganga hond í hond.

Men hví allur hesin gleimur kring Jósef! Fyri tað fyrsta eru songleikir ikki gerandiskostur í Føroyum, og at síggja skúlanæmingar framføra so væl og við slíkari gleði og inniligheit er helst eisini ein orsøkin til, at so mong hava leitað sær niðan í Norðurlandahúsið. Tíðindini um leikin hava gingið sum snarljós um alt landið, og fólk hava valfartað til Havnar at síggja øll hesi mongu glaðu ungu syngja og spæla.

Men tað eru so ikki bara sangurin og framførðslan, sum hevur hugtikið og bergtikið. Tónleikurin, ljóðførini, ljósføringin og ikki minst litføgru búnarnir eru alt á slíkum støði, at tú fer úr aftur Norðurlandahúsinum við eini kenslu av, at hetta var flott, hetta var gott, hetta var ein frálík løta. Kennir á tær, at tú hevur fingið eina ríka uppliving, og tú hugsar, hvussu nógv gott ikki býr í okkara unga fólki. Tú gerst errin av at vera og eisini at vera føroyingur. Tað ræður um at halda okkara unga fólki til ? at læra og at upptraðka. At tveita oftani smædna gerandisbúnan av sær ? liva leiklutir fult út við lív og sál.

Fyri skúlaumhvørvið í Hoydølum, sum hevur havt so stóran týdning fyri hetta land og fólk, er leikurin av stórum týdningi. Hann gevur samanhald, íblástur og ikki minst identitet - sjálvsvirðing og sjálvsálit. Tað musiska, sum í alt ov stóran mun liggur fjalt og goymt innan í teimum flestu, sleppur út, fær veingir og flog ? nakað, sum øll skúlaumhvørvi bara vinna við. Gott í tykkum í Hoydølum og øll hini við.

Sosialurin