Suðuroyartingmenninir Henrik Old og Jóhan Dahl stevndu í morgun Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, til fundar suðuri í Vági.
- Tað kom fram fríggjakvøldið í sjónvarpinum, at umvælingin av stabilisatorunum í Smyril møguliga ikki skuldi gerast fyrr enn í heyst, tá skipið kortini skuldi í dokk. Hetta ber als ikki til, og tí vilja vit finna onkran útveg at loysa hendan trupulleika, segði Henrik Old, løgtingsmaður.
Løgtingsmaðurin sigur, at tíðindi loyptu hvøkk á suðuroyingar – tí ein slík avgerð elvir til nógvar trupulleikar og fær nógv fólk at setast aftur.
- Tað ber ikki til at útseta hesa umvæling. Vit hava ráðført okkum við fólk, sum hava skil fyri hesum, og sum siga, at tað kann vera sera vandamikið, tá skipið siglir við nógvum tungum farmi – eitt nú frá fiskiídnaðinum, men eisini við maskinum í sambandi við tunnilsgerð – tí koppar slíkur farmur, so kann tað elva til stóran skaða, sigur Henrik Old.
Hann heldur ikki, at tað ber til at útseta hesa umvæling
Á fundinum við landsstýrismannin umrøddu teir møguleikan annaðhvørt at fáa skipið í dokk beinanvegin. Hetta kann t. d. gerast í Frederikshavn, men tað er tó ikki vist, at skipið sleppur framat. Men um so er, so kann hugsast, at skipið fer úr Føroyum sunnukvøld og verður aftur einar fýra dagars einni, sigur Henrik Old.
- Landsstýrismaðurin hevur fingið at vita, at tað nú verður kannað, um umvælingin møguliga kann gerast, uttan at skipið skal í dokk. Um so er, so kann tað gerast í Føroyum, men hetta verður mett sera óvist, sigur Henrik Old.
Men eitt er vist, sigur løgtingsmaðurin og skiparin úr Vági, Henrik Old.
- Skipið kann ikki sigla soleiðis næsta hálva árið. Vit skulu minnast til, at í apríl og mai kann hann verða liggjandi í dagavís av eystri og landnyrðingi, og tá kunnu blíva nógvar avlýsingar, og tað ber ikki til, sigur hann.
Um so verður, at skipið skal vera í dokk í longri tíð, so er neyðugt við avloysaraskipi. Ferjan St. Ola, sum fyrr ehvur avloyst gamla Smyril liggur í Estlandi og kann fáast til vega. Men tá skal eykajáttan til frá løgtingininum.
- Men tekur umvælingin bara nakrar fáar dagar, so ber til at hjálpast við sambandi um Sandoynna, heldur Henrik Old.
Henrik Old sigur at enda, at fundurin í morgun eisini hevði til endamáls at hava fáa ein ”plan B” kláran, tá slíkar umstøður eru, og at hetta var landsstýrismaðurin sinnaður til.









