Hon fór í Harrans hendur ein tíma eftir, at Rói var jarðaður. Hugur og kenslur mínar leita til son hennara, Gest, og dóttrina, Rók, sum Rói eisini var so góður við. Eftir situr familjan og serliga beiggin [...] fótbóltsnillingurin og eg saman við nógvum øðrum góðum fólkum niður til Álborgar at lesa. Tá fekk eg veruliga eyguni upp fyri, at Rói var so ómetaliga nógv annað - og meiri - enn hond- og fótbóltssnillingur [...] til hendan unga og smarta ungling og segði: "Nu! Skal ozonlaget lige have et ordentligt pift?" Rói hevði sera gott oyra fyri tónleiki. Hann elskaði at fara til konsert bæði í Føroyum og uttanlands. Serligan
yðjandi lív um vág og vallir í serstakari bygd við vøkstri og framburði. Og so læknastríðið eisini – ein fossaflóð av høpisleysum og tápuligum maktarmonnum á ovastu rókum! Klintran í homrum og kappingaherðindi [...] (1905-1973) og Fanny (1908-2002). Og var ofta har. Eitt mentað heim. Tey vóru í bókaklubbanum “Fremad”. Nógvar góðar bøkur (eisini Blæksprutten og Svikmøllen til jólar) – og sum eg eisini slapp at læna og lesa [...] hon skemtaði og fortaldi ein heila hóp um gamlar dagar og hendingar sum vit – og serliga hon - mintust aftur á. Ein sera hugfarslig og góð løta. Tað merktist týðiliga, at Fanny var bæði góð og glað fyri báðar
saknurin er stórur, og enn hava vit ikki heilt skilt, at tú ert farin, hóast saknurin man vera størstur hjá manni og børnum. Tú var so leingi í Danmark til viðgerðar fyri sjúkuna, og ongantíð ivaðist tú [...] rættis, og nú var títt lívsverk fullgjørt. Vit hava ofta ilt við at góðtaka, at okkara kærastu verða tikin frá okkum; í mongum førum á ein so meiningsleysan hátt, men ein meining er við øllum, og ongin hevur [...] ikki var neyðugt at sita hendur í favn, heldur fáa okkurt á skaftið so leingi sum man sat niðri. Hetta eyðkendi eisini heimið hjá tær, tá tú búði í Klaksvík, meðan børnini vóru smá og tøtt, har tú arbeiddi
til klaverið og setti seg við baksi á klaverbonkin. Men tá fingrarnir raktu tangentarnar var tað sum at armar og kroppur gloymdu, at teir beint frammanundan vóru kryplaðar av elli. Hendur og fingrar fluttu [...] 20-30 ára aldur og vóru útsendir frá Skotlandi og Onglandi til Føroya. Teir vóru ein samansettur bólkur frá ymsum samfelags- og trúarbólkum. Felags fyri teir allar var tó, at teir vóru ungir og høvdu tørv á [...] sinum og spæla harmoniku. Strandabørnini stóðu í ring rundan um teir og lurtaðu. Helst hava teir spælt Loch Lomon, Old Lang Syne og Tipperary, ið eru sangir, sum hava fylgt pápa á klaverinum og harmonikuni
hásæti Guds og lambsins” (Op 22,1) - og inn í stað teirra livandi hósdagin tann 14 august. Eivind var Sørvingur við stórum S, og eisini eyðkenda og vælklingandi málið segði frá hesum, og hóast hann flutti [...] urtagarðinum sótu og nutu vesturskinið ella tá hann tók rabarburnar upp, hagreiddu tær so væl og gjørdu tær klárar til frystiboksina, har kundi vit sita leingið og práta um bæði leyst og fast. Men tær løturnar [...] fyri trúboðanini um víða heim eins og her heima, fyri teim ráðandi lokalt eins og fyri Løgtingi og Landsstýrið. Hansara bønir inn fyri Hásæti náðinnar fevndu víða. Og so ikki at gloyma minnis máltíð
omma, hon hevði altíð trúnna á Gud við sær, og ivaðist onga løtu í, at hann var har og helt eina hond yvir sær og okkum øllum. Alt bleiv lagt í Harrans hendur, og sjálvt so veik, sum hon var, tá hon fór á [...] kundi blíva nógvur larmur og børn, vaksin og hundar runnu um beinini hjá hvørjum øðrum, so sat omma bara við einum skeivum smíli og einari Look Light í munninum og bant víðari. Og líkamikið hvussu gomul omma [...] pungin, so skal tú fáa eitt oyra, og ansa eftir bilunum, nú tú fert út á vegin, og túsund takk fyri besøkið«. Tað vóru hennara føstu og síðstu orð til mín. Omma er og verður mín fyrimynd fyri lívið. Eg
til Klaksvíkar á Húsarhaldsskúla, og so skuldu vit leggja ætlanir víðari harfrá. Nei, lívið skuldi ikki fara afturvið borðinum, og vit ætlaðu okkum ikki bara at sita hendur í favn, tað var nakað, sum var [...] ómetalig góð og rík tíð vit fingu saman, og eg eri Gudi takksom fyri, at tú kom á mín veg, at eg kom at kenna teg ígjøgnum okkara arbeiði, har vit gjørdust vinkonur. Vit tosaðu saman hvønn dag, og um vit ikki [...] alt, min syndeskyld med blod Han har betalt. Og slægt og venner her, Vi møte skal dem der. Men Jesus vil jeg møte først av alt. Honum hevur tú nú møtt, og ert saman við Honum. Eg gleði meg eisini at síggja
lítla Nils, og lítla Óla. Og tey eru fleiri, í standa í somu støðu sum okkara børn. Kristina og tú standa fyri mær, sum ímyndin av vermóður og verdóttur, og eg eri takksamur fyri kærleikan og virðingina [...] somu sorgtungu kvøl, nú títt góða og gevandi sinni, tínar altíð hjálpandi hendur, og tín inniliga nærvera, er farin av Reynatúgvu fyri seinastu ferð. Tú mín elskaða móður, og ættmóður hjá øllum okkara sveimandi [...] Beinleiðis úrslitið av góða og vónríka hjúnarlagnum gjørdust vit, børnini. Niels Jacob, Anna, Hanna, og eg. Og hóast vit á lívsleiðini, alt ov tíðliga mistu bæði pápa og Niels Jacob bróður, so helt tú
so fórt tú at vísa okkum, hvat tú hevði keypt og bundið til jólar. Góða mamma, tú gloymdi ongan, tað vóru nógvar hosur og skóleistar bundnir til jólagávur, og tú vart so gávumild. Tað síðsta árið áðrenn [...] góðum lag. Eg plagdi at lesa og syngja fyri tær, og so bóðu vit til tann livandi Gud. Góða mamma, tú vitsti eisini, hvat tað var at missa. Tú misti Gimma beiggja í 1969 og pápa í 1992. Eisini misti tú [...] leggja alt í Harrans hendur, sum tit settu tykkara álit á. Elskaða mamma, eg vil takka tær fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Ein dag møtast vit aftur ,og tá verður eingin sorg og eingin pína. Hvíl í friði
ið og felagskapurin í hjúnarlagnum var tykkara stavnhald, bæði í logn og ódn. Og glað og stólt vart tú, á tínum fýratifýra ára føðingardegi, har tú so livandi sat við tveir dagar gamla soninum, og segði [...] sálarvinur og á ein hátt tín máni. Hann lýsti fyri tær, tá myrkursins kreftir herjaðu og eingistin fyri sjálvum degnum vitjaði. Tín máni var um teg, tá skýggj róku fyri vág og vind og alt sýntist tómt og einkisigandi [...] stjørna var í sjeyti ár, Bleiktraði gleði og gleim í okkara heim. Í fimmtiátta ár tú eins og ein gongustjørna var um mann, børn og ommubørn. Hevði arbeiðslív og trygga tilveru. Tú vart stuttlig! Góða, vit