Eg var farin til arbeiðis á skrivstovuni á lærda háskúlanum í Álborg hendan mánamorgun, sum so mangan áður. Alt var tó ikki sum vanligt. Eg var júst afturkomin úr Føroyum, har Beinta - ein góður vinur úr heimbygdini Miðvági - hevði verið fyri einari ferðsluvanlukku. Nú stóð um lív hjá henni.
Eg greiddi starvsfeløgunum frá støðuni, at tey skuldu vita, at eg var meint raktur sálarliga. Eg minnist, hvussu løgið tað var at hoyra meg sjálvan siga, at afturat tí, at eg hevði kent Beintu, líka síðani hon var smágenta, so gekk hon nú saman við vinmanninum Róa, sum eg var vorðin eitt sindur bangin um. Tí so væl kendi eg hann, at hann kundi taka støðuna ógvuliga persónliga og nær.
Ein av kvinnuligu starvsfeløgunum spurdi meg, um hetta var "den flotte Roy", sum hon mintist plagdi at fylgjast við mær í lestrartíðini í Álborg. Eg segði: " Ja. Tað er hann."
---
Kvøldið fyri hevði eg í telefonini lagt ráð saman við tveimum øðrum av næstu vinmonnunum hjá Róa. Nú støðan var blivin, sum hon var, var tað altavgerandi, at Rói fekk allan tann stuðul, vit vóru førir fyri at veita honum. Vinmenninir skuldu hitta Róa eina løtu seinni - tað ráddi um at sannføra hann um, at vit stóðu sum ein maður saman við honum í hesi sera sváru tíð.
Seinni um kvøldið frætti eg frá teimum, at teir høvdu talað sera væl saman. Tó hevði Rói sagt ein setning, sum undraði, júst tí tað var hann, sum segði hann. Eftir samanhanginum kunnu vit siga, at hesin setningur varð meintur í síni breiðastu merking, sínum mest almenna høpi og á tí hægsta møguliga stigi - okkum so líkt. Rói segði: "Tað sosiala hevur spælt fallitt!"
Annar av vinmonnunum lovaði at ringja til mín dagin eftir, at siga hvussu gekk. Var ikki meira enn komin heim frá arbeiði, tá ið telefonin ringdi. Jú, tað var vinmaðurin heima í Føroyum, júst sum avtalað. Eg kendi nummarið á nummarvísaranum og spurdi beinanvegin: "Nú, hvussu er støðan?". Í telefonini var svarið stutt: "Tað ringasta er hent". Eg gjørdist illa við og spurdi: "Er Beinta farin?". "Nei," svaraði vinmaðurin í telefonini: "Tað er Rói!"
---
Eg kom so heimaftur við flogfarinum dagin eftir og fylgdist við einum øðrum góðum vinmanni okkara, sum hevur havt óteljandi góðar løtur saman við Róa - bæði á vøllinum og uttanfyri. Hesir dagarnir ganga ongantíð frá mær aftur, tí øll vóru niðurboygd av sorg, nú ársskiftið gjørdist so ræðuligt.
Tá ið Rói var komin á sín hvíldarstað, sloknaði eisini Beinta. Hon fór í Harrans hendur ein tíma eftir, at Rói var jarðaður. Hugur og kenslur mínar leita til son hennara, Gest, og dóttrina, Rók, sum Rói eisini var so góður við. Eftir situr familjan og serliga beiggin, Jóannes, sum eg beri mína inniligastu kvøðu, nú sorgin aftur tyngir. Friður veri við minninum um Beintu.
---
Einaferð mitt í áttatiárum hevði pápi mín verið í Sandavági, har fótbóltsdystur var millum SÍF og HB. Sjálvur var eg av oynni við MB tað vikuskiftið. Tá vit báðir, pápi, hittust, spurdi hann ikki tann vanliga spurningin, hvussu tað hevði gingist okkum (hetta var áðrenn fartelefonina!). Nei, pápi legði beinanvegin fyri við at siga, at "tú skuldi sæð ein ungan klantrasligan HB´ara á miðvøllinum í dag - hann var fantastiskur. Soleiðis skuldi tú spælt!" Tað var Rói Árting.
Eitt hálvt ártíggju seinni fóru hesin sami fótbóltsnillingurin og eg saman við nógvum øðrum góðum fólkum niður til Álborgar at lesa. Tá fekk eg veruliga eyguni upp fyri, at Rói var so ómetaliga nógv annað - og meiri - enn hond- og fótbóltssnillingur av Guðs náði.
Rói var ein sera tilvitaður persónur. Umhvørvislig, politisk, mentanarlig og - fram um alt annað - sosial atlit vóru altíð raðfest frammarlaga hjá Róa. Og so kundi Rói tað kynstur, altíð at fáa sagt tað, ið hann vildi, á ein sjáldsama sjarmerandi hátt; men hóast tað var hann sera beinrakin, tá hann kom við sínum viðmerkingum - av klárum himli. Sum ta ferðina Rói og eg spældu fyri eitt danskt felag í Álborg. Eftir leiktan dyst stóð ein av okkara liðfeløgum og oysti seg undir í luktilsi, sum hann sprændi undir armarnar úr einari stórari spreydós. Uttan nakað roks fór Rói yvir til hendan unga og smarta ungling og segði: "Nu! Skal ozonlaget lige have et ordentligt pift?"
Rói hevði sera gott oyra fyri tónleiki. Hann elskaði at fara til konsert bæði í Føroyum og uttanlands. Serligan tokka hevði hann til Bob Dylan, og hann var eisini til konsert hjá honum. Tað var stórt, segði hann.
Rói var eisini millum stigtakararnar, tá ið fótbóltsfelagið "Fintan" varð stovnað í Álborg. Rói var ikki bara ein av stigtakarunum, men hann var eisini millum teir fáu, sum komu til venjing uttan mun til, um tað var regn, kavi, vetur - ella sól og summar. Eisini eru vit fleiri, ið minnast aftur á, hvussu Rói við sínum geniala skemti kundi fáa okkum at gera okkara ítarsta. Hesin ansur fyri tí skemtiliga kom okkum eisini til góðar í øðrum samanhangi, har Rói var við, m.a. í Føroyingafelagnum í Álborg. Har hevur mangur fingið ein góðan látur, tá Rói Árting læt sín skemtisans koma fjøldini til gagns.
---
Rói var tjóðveldismaður burturav. Helst ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at langomman var Andrea Árting, sum Rói bæði var góður við og errin av. Mangan kundi Rói taka til okkurt, sum hann mintist langommuna hava sagt - ikki minst tá ið talan var um sosial, arbeiðsmarknaðar- ella tjóðskaparmál.
Ofta kjakaðust vit um samfelagsviðurskifti. Rói hugsaði yvirhøvur soleiðis, at um "allar góðar kreftir" lyfta í felag, so kann úrslitið ikki annað enn gerast gott. Sjálvur hevði (og havi) eg ta hugsan, at tíverri er tað ikki nøktandi, at allar góðar kreftir lyfta í felag. Um stór samfelagslig mál skulu røkkast, eru tað ofta hugsanir, skipanir og bygnaðir, sum skulu broytast, samstundis sum "lyft verður í felag." Tá ber til at koma á mál. Men Rói hinvegin helt fast um, at alt byrjar her við tær og mær. Hann hevði eina nærum treytaleysa trúgv á, at góð menniskju røkka stórum og góðum málum.
Í arbeiði sínum legði hann stóran dent á at byggja føroyskar skipanir upp. Hann helt ikki, at fremmandar skipanir virkaðu, sum tær skuldu, tí menniskjað eigur at vera tað tilfar, sum samfelagið skal vera bygt av. Eisini vísti hann mangan á, hvussu nógv orka fer til spillis, júst tí at skipanir ikki eru bygdar úr neðra. Nú arbeiðir hann ikki á Maggies farm nomore.
---
Eisini sum lesandi við Álborg Universitet gjørdi Rói vart við sínar serstøku eginleikar. Einaferð Rói var í starvsvenjing sum sosialráðgevi í einari lítlari kommunu uttan fyri býin, kom hann út fyri at verða tikin gísli av einum sosialum brúkara. Í Norðurjútlandi var hesin brúkari kendur sum ?Rottukongurin?. Hann hevði tamar rottur heima í skirvisliga summarhúsinum og stríddist nú fyri at verða viðurkendur sum partvíst vinnurekandi. So hann kundi fáa frían ost til rotturnar aftrat almannahjálpini. Rottukongurin hevði verið ómøguligur á sosialfyrisitingini á tann hátt, at hann hevði nakrar rottur við sær til samrøðu - sum hann tó stýrdi við einari floytu, so tær sótu sum mýs. Tá starvsfólkið sýtti fyri at viðurkenna hann sum partvíst vinnurekandi, helt hann upp at at geva ljóð úr floytuni, og rotturnar fóru í allar ættir.
Nú skuldi so støða takast til, hvat gerast skuldi við mannin. Konufólkið á sosialfyrisitingini tordi ikki at biðja hann koma til samrøðu aftur; men so kom Rói í starvsvenjing.
Beint ímóti øllum hugskotum og uppskotum, sum vórðu sett fram hesum viðvíkjandi, helt Rói fyri, at hann skuldi sjálvur fara at vitja mannin. Øll mæltu staðiliga frá, men hann fekk sannført tey um, at hetta var tað einasta rætta. "Maðurin skal hava ein kjans", segði Rói.
Komin út til Rottukongin, fór Rói sjálvandi á sín natúrliga og innarliga hátt í holt við at "treingja inn aftan fyri Rottukongin - hvør var hesin maðurin, og hví var hann blivin soleiðis?"
Meðan Rói var inni á gólvinum hjá Rottukonginum, vóru tvær telefonsamrøður. Telefonin var inni í hinum rúminum. Tann fyrra var, tá Rottukongurin fór inn at ringja; men Rói hoyrdi ikki, hvat sagt varð. Tann seinna var, tá telefonin ringdi. Rottukongurin tók hana og segði við Róa: "Tað er telefon til tín." Rói undraðist, men nú er tað sosialfyrisitingin. Tey siga, at Rottukongurin hevur ringt fyri løtu síðani og sagt, at hann sat yvir av Róa við byrsu, og góðtóku tey ikki krøv hansara, so skjeyt hann. Rói segði við sosialfyrisitingina, at har var eingin byrsa og als eingin vandi á ferð.
Rói og Rottukongurin høvdu ikki prátað leingi eftir hetta, nú sær Rói út ígjøgnum skitna vindeygað, at eitt bilafylgi steðgar nakað frá húsinum. Tað var fólk frá sosialfyrisitingini og eitt lið av vápnaðum løgreglumonnum. Rói royndi at standa fyri vindeyganum til at vísa, at alt var í lagi, men við eitt stormaðu teir inn. Rottukongurin bleiv tikin við hørðum, boygdur niður og lagdur í hondjørn. - Rói vildi ikki arbeiða ein tíma afturat fyri ta sosialfyrisitingina...
---
Rói og eg møttu ofta einum heimleysum manni í Álborg. Hann var at síggja næstan hvønn dag, sitandi í bussskýlum, á beinkjum í parkum osfr. Vit hoyrdu meiri og meiri um hendan mannin, sum tíðin leið. Hann segðist vera bæði stuttligur, væl lisin og klókur. Hendan freistingin varð sjálvsagt ov stór hjá Róa - hann skuldi práta við mannin!
Ein dagin, vit hittu hann í eini park í býnum, legði Rói fyri at práta. Jú, rætt var: Maðurin var bæði skemtiligur og klókur. Tá ið vit vóru um at verða lidnir at práta, og vit báðir, Rói, vóru á veg avstað, segði tann heimleysi - sum ein farvælheilsan, ið vit ongantíð gloymdu: "Her i livet må man sgu være en Laudrup - man må drible sig igennem!" Rói og eg vóru samdir um, at vit skuldu sita fleiri dagar á skúlabeinki á AAU, áðrenn vit fingu so nógv at hugsa um, sum hesin heimleysi maðurin gav okkum við einum setningi.
Lagnunnar speisemi er tó, at ein av Føroya bestu bóltsnillingum nakrantíð kláraði ikki at finta seg í gjøgnum lívið. Ið hvussu er kunnu vit siga, at hasa fintuna skilur eingin hesumegin, men helst bara Hann, sum nú hevur styrkt sær miðvøllin.
---
Rói! Ein partur av tær fer altíð at liva í mínum hjarta og sinni. Tíni gullkorn, tá ið vit prátaðu um Guð, frælsi, Marx og Freud, fullu ikki á karga grund. Eg takki tær. Tínir tankar og orð verða ein týdningarmikil partur av mínum viðføri, nú eg haldi fram á lívsins leið - hetta til tann dag vit møtast aftur hinumegin ringvegin.
Mínir tankar og kenslur leita í hesi tíð til tykkara, sum varða av Róa. Regin, Solveig, Jóannes, Uni. Guðrun, Rasmus og Janus. Omman, abbin og pápabeiggjarnir í Kongsgili. Vit øll, sum vóru góð við Róa, sita eftir við einari sorg, sum einans kann temjast við at hugsa um tann frið, sum Rói nú hevur funnið.
Hvíl í friði, vinmaðurin - Suni