Ongantíð áður eru stavirnir falnir so ryggbrotnir og máttleysir niður á pappírið, sum hesar mongu ferðir eg havi roynt at skriva minningarorð um teg, mín elskaða mamma. Og so løgið tað ljóðar, so kennist tað ikki minni svárt at vita, at tey eru ómetaliga nógv sum sita, við somu sorgtungu kvøl, nú títt góða og gevandi sinni, tínar altíð hjálpandi hendur, og tín inniliga nærvera, er farin av Reynatúgvu fyri seinastu ferð. Tú mín elskaða móður, og ættmóður hjá øllum okkara sveimandi alvum, sum søktu skjól hjá tær.
Tað stendur brennandi í barmi, og ritað í minnið, at ikki kundi eg átt eina betri mammu enn teg, og eg veit at tey eru nógv í fylginum, sum stíga sváran, nú húðaleysa tilveran trilvar síni byrjandi fet, uttan teg, her á Reynatúgvu.
Ikki tí mamma, tú livdi, og upplivdi, stórt sæð alt tað spennið, sum lívið bjóðar okkum her á fold. Borin í heim til smámannakor, við einum pápa, sum tíðliga gjørdist álvarsliga sjúkur og at kalla óarbeiðsførur, og eini mammu sum strevaði fyri at fáa tykkum børnini undan. Og hóast tilveran mangan beit frá sær, so gjørdist tú eitt so sjáldsama gott menniskjað. Tóktist sum, at jú meira av mótgangi lívið bar tær, jú meira av góðum, gav tú lívinum og tínum medmenniskjum aftur.
Á tín stilla og jarðbundna hátt, var tú slóðari. Stóri kærleikin til pápa, hevur tá í tíðini, verið sum rivin burturúr einum av stóru Hollywood-romantikarunum. Tú 17, von og blúgv, sum trúlovaðist við stóra charmørinum, farin um tey trýati. Beinleiðis úrslitið av góða og vónríka hjúnarlagnum gjørdust vit, børnini. Niels Jacob, Anna, Hanna, og eg. Og hóast vit á lívsleiðini, alt ov tíðliga mistu bæði pápa og Niels Jacob bróður, so helt tú eftir eina tíð, at lívið aftur smíltist til tín, og tilveran hjá tær, gjørdist lívið hjá okkum børnum, svigarbørnum, ommubørnum, og langommubørnum.
Tíni mongu ár í barnaskúlanum á Sandi, og títt serliga blíða barnalyndi, eigur sína slóð í óteljandi barnahjørtum, sum altíð funnu rúm í barnaheimi okkara á Reynatúgvu. Hóast børnini tyrptust rundan um teg, so átti tú altíð rúm fyri øllum, og tey eldru her í grannalagnum, sum tú gjøgnum árini hjúklaði um, teljast á nógvum hondum.
Títt serliga vinarlag við Maju og hennara hús, stendur sum ein varði og vegvísari, fyri okkum øll um hvussu inniligur og reinur vinskapur kann byggjast her á fold. Og eg veit mín góða Maja, at tín saknur sker sálina, líka so svárt, sum hjá okkum.
Hendurnar hjá mammu, fløvaðu ikki bara tey sum trongdu. Tær vunnu eisini vegin fram til flestu tættir innan handaligt arbeiði, ítriv, og matgerð, og listarligu gávurnar smæddust ikki burtur. Burturúr óteljandi rúgvuni av pløggum frá tínum hondum, minnist eg serliga tvinnar búnar. Bundnu klæðini, ið eg mátti brúka eftir at eg brendi meg so illani, sum lítil smádrongur. Og so føroyski búnin, sum tú so stolt gav mær, til mína fyrstu Ólavsøkuskrúðgongu, sum tingmaður.
Barnalæran frá tær og pápa, varð holl og góð. Tit lærdu okkum systkini, hóast ymisk av lyndi, at vera góð við hvønn annan. At vera góð við Føroyar. Leggja dagin og lívið í Harrans hendur, hóast boðskapurin ikki varð róptur um húsahornini. Serliga minnist eg royndirnar hjá tær at temja mítt knappa sinni. Vit vóru sum dagur og nátt, í so máta. Óteljandi ferðir hevur tú biðið meg vent hin vangan til, tá høggini komu, og orðini hoyri eg fyri mær enn, serliga tær ferðirnar í vangin ikki víkur.
Sum omma var tú sum tikin úr leikum, og nívir tað hjartarøturnar at lívinum, at tær ikki untist meira tíð og gleði saman við børnum okkara Ásu, Idu, lítla Nils, og lítla Óla. Og tey eru fleiri, í standa í somu støðu sum okkara børn. Kristina og tú standa fyri mær, sum ímyndin av vermóður og verdóttur, og eg eri takksamur fyri kærleikan og virðingina fyri henni, og fyri vinarlagið við vermóður mína, Ásleyg.
Mín elskaða mamma! Hóast saknurin spreingir hjarta mítt, so er vónin tó omanfyri alt, og eg veit, at vit ein dag skulu hittast aftur. Eg takki tær í eyðmjúkt, fyri allar lívsins leiðir, og at tykkara lív og læra, mær manga gøtuna greiðir.
Friður verið við minninum um okkara elskaðu mammu, ommu, vermammu og langommu, Adu á Reynatúgvu.
Ein vónarrósa rann
Úr jørðildi av vónum,
um skurvut lendið var,
tó tyrptist lív av tónum,
tí trúgvin livdi har.
Ein sólarglæma gevur,
tí fløva tørva man,
so mildar kenslur kíndu,
tí lívi ið tú fann.
Títt barnalyndi blíða,
tað birti sinnir rein,
so tolin vildi stríða,
tit livdu vinaheim.
Tú bygdi borg av gleði,
ta tíð tær untist her,
ein slóð av gávumegi,
á tíni sælu ferð.
Nú brúgvin er til teirra,
sum heilsa tær av ný,
ei bíða skulu meira,
men liva ævitíð.
Upp millum lív og deyða,
ein vónarrósa rann,
har himin randar reyður,
hon lív og sælu fann.
Sonur tín, Páll.








