Minningarorð um systur okkara Mariu Nystrøm Egholm

Góða Mia!

Tað er svárt at skula skriva hesar reglur, nú tá tú ikki er her hjá okkum meira, saknurin er stórur, og enn hava vit ikki heilt skilt, at tú ert farin, hóast saknurin man vera størstur hjá manni og børnum. Tú var so leingi í Danmark til viðgerðar fyri sjúkuna, og ongantíð ivaðist tú í at tú kom heim aftur frísk og til reiðar at taka uppá teg allar tær skyldur, sum tú trúliga røktaði hvønn einasta dag, heima so væl sum til arbeiðis, men soleiðis skuldi ikki ganga.
Váharra hevði aðrar ætlanir við tær, hann legði tær lívið til rættis, og nú var títt lívsverk fullgjørt. Vit hava ofta ilt við at góðtaka, at okkara kærastu verða tikin frá okkum; í mongum førum á ein so meiningsleysan hátt, men ein meining er við øllum, og ongin hevur livað her á jørðini til fánýtis.
Eg minnist aftur á eina stórasystur, sum altíð var í gongd við okkurt, tíðin var ómetaliga virðismikil fyri teg, tað ráddi um um at nýta tíðina rætt, ikki var neyðugt at sita hendur í favn, heldur fáa okkurt á skaftið so leingi sum man sat niðri.
Hetta eyðkendi eisini heimið hjá tær, tá tú búði í Klaksvík, meðan børnini vóru smá og tøtt, har tú arbeiddi í Sparikassanum um dagin og umframt alt vanligt húsarhald eisini hevði matvøruhandil og har afturat hevði bókhald fyri ymisk feløg, har umframt settist tú ikki aftur, tá kvøldskúlarnir byrjaðu. Eisini gongutúrarnir vóru nógvir, og alt gekk sum smurt, júst tí tú dugdi at leggja tær alt til rættis.
Síðan tú flutti til Havnar, hevur tú heldur ikki ligið á tí latu síðuni, tvørturímóti var hvør dagur fult upptikin.
Eg var júst afturkomin úr Danmark, har eg hevði verið hjá tær eina tíð, tá eg fekk boðini, um at nú var tú farin. Hetta var ikki tað, sum vit báðar høvdu ætlað, við høvdu heilt aðrar ætlanir um njóta hetta summarið sum var á veg, men okkara leiðir eru ikki Hansara leiðir, og eg kann bara takka fyri, at eg fekk loyvi til at vera saman við tær hesar seinastu dagarnar, sum tú hevði heima á hotellinum, har sum vit høvdu tað so gott. Vit fara at fullføra okkara ætlanir um eitt gott summar, tá vit møtast aftur.
Vegna systrar, beiggja, svágrar, svigarinnu og mammu, vil eg við hesum orðum lýsa frið yvir minnið um okkara kæru Mariu.

Heilsan Eyðbjørg