Nú nærkast jólum, og eg sakni teg so nógv, góða mamma. Tú vart mín sólstrála.
Tað var so gott at koma norð á Kósina, har sum okkara barnaheim stendur; tú vart altíð so glað, tá tú sá okkum, og har var so fjálgt at koma inn. Altíð komst tú við einum drekkamunni beinanvegin, so fórt tú at vísa okkum, hvat tú hevði keypt og bundið til jólar.
Góða mamma, tú gloymdi ongan, tað vóru nógvar hosur og skóleistar bundnir til jólagávur, og tú vart so gávumild. Tað síðsta árið áðrenn tú bleivst sjúk, hevði tú bundið út ímóti 40 pør av hosum og skóleistum til sjómenninar.
Eg hugsi mangan um, hvussu stuttligt og hugnaligt tað var, tá man kom norður á Kósina, tá tú setti teg at lesa jólakortini, tú hevði fingið.
Tú vart altíð klár at hjálpa. Tá eg bleiv sjúk í 2002, vart tú altíð hjá mær, og sjálvt um tú ikki var so væl fyri sjálv, so komst tú heim at vitja meg kortini. Eg minnist mangar góðar løtur, sum tú vart hjá mær, og takk skalt tú hava fyri tað.
So bleivst tú sjúk sjálv, góða, men tú vart so tolin. Sjálvt um tú ikki fekk gjørt so nógv, so vart tú altíð í góðum lag. Eg plagdi at lesa og syngja fyri tær, og so bóðu vit til tann livandi Gud.
Góða mamma, tú vitsti eisini, hvat tað var at missa. Tú misti Gimma beiggja í 1969 og pápa í 1992. Eisini misti tú elsta ommusonin, Pól Eyðfinn, í 1999, so tú merkti eisini sorg, men lærdi at leggja alt í Harrans hendur, sum tit settu tykkara álit á.
Elskaða mamma, eg vil takka tær fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Ein dag møtast vit aftur ,og tá verður eingin sorg og eingin pína.
Hvíl í friði, góða mamma.
At enda vil eg takka Lis, Hansinu og Bjarnhild fyri, at tit gjørdu tað møguligt at mamma kundi verða í heimi sínum til hon andaðist. Stóra takk.
Thomina v. familju