fløtakaku. Ein sangur lá á borðinum, sum skuldi syngjast við høvið, sangurin “Føroyar, tá sólin í tindrandi megi…” Tað var fyrisitingarleiðarin, Dánjal Andreasen, sum beyð vælkomin og legði fyri við at biðja [...] nýbygningin, sum vit nú eru í holt við til felagið. Nýggi sáttmálin er um nýbygning nr. 57. Gunnar var eisini skemtingarsamur í síni stuttu røðu í morgun. - Sum góðir tjóðveldismenn, sum teir í Hósvík [...] fyri ta avtalu, sum er gjørd um útlendsku arbeiðsmegina. Hann nýtti eisini høvi at takka øllum teimum, sum leggja rygg til á Skála Skipasmiðju fyri, at hetta – og annað virksemi, sum skipasmiðjan hevur
sjálv hevur at kalla eingi djór. Soleiðis er skilið. Hvat teir ungdómar, ið hava verið á hesi royndarstøð, hava fingið burtur úr av teori og praksis, man vera so sum so. Men eitt vita vit, og tað er, [...] bæði teoretiska og praktiska útbúgving innan jarðarbrúk. Fólkaflokkinum so líkt trýsti hann bæði flokkar og einstaklingar so hart, at teir at enda hoknaðu og tóku undir. Fólkafokkurin hevði lagt ætlanina [...] landskassanum nógvan pening á hvørjum ári. Nú sær út sum hetta sirkussið er við at verða fullkomið. Búnaðarútbúgving skal nú setast á stovn sum partur av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tað hevur
limum eftir so mong ár í teirra tænastu. Og hvat segði Óli so sjálvur í hinum endanum? - Eg segði honum úrslitið. Óli segði einki, púrt einki. Hann hevði faktisk onga viðmerking og gjørdi skjótt av, tá eg [...] broytast ella tillagast, hevði hann grundgevingarnar, sum rukku ógvuliga langt. Hetta er einasta orsøkin til, at felagið náddi so langt og setti seg í so stóra virðing. Eyðun vísir á, at Óli stundum hevur [...] Men nú gjørdist hann so aftastur av trimum, sum stillaðu upp, og tað harmar meg. Næstformaðurin endurtekur, at valið í felagnum er demokratiskt, og tað eru limirnir í felagnum, sum velja sín formann. -
fylgdi væl við í øllum samfelagsviðurskiftum, sum hann hevði sína greiðu meining um. Hann rópti ikki upp um tað, men segði tað á sín stillføra hátt, tá høvið beyðst. Hann var ein góður og trúgvur vinur, reiðiligur [...] sannað, ið leitaði sær ráð frá honum. Hóast babba ikki tosaði so nógv um trúgv sína, so vaks hann upp í einum gudsóttandi heimi, har familjan enn sum áður hevur sína dagligu gongd í Meinigheitshúsið í Sandavági [...] útgerðarmaður, samstundis sum hann byrjaði bókhaldsvirkið Føroyabók eins og handil við skrivstovuútgerð. Hann bar orð fyri at verða ein sera góður og reiðiligur reiðari, sum hevði stóra virðing fyri manningini
seta vektina annan vegin, og so er lætt at skjóta bóltin í hina síðuna. Í so máta snýr tað seg um at vera róligur og kaldur. Og um málverjin so kortini stendur stillur? - So plagi eg bara at sparka hart [...] tað verður at skora. Byrjar tú fyrst at hugsa øðrvísi, so kann tað skjótt gerast heilt vandamikið, heldur hann. Enn hevur Súni tó ikki roynt seg sum brotssparksskjútti á landsliðnum, og í løtuni veit hann [...] Brotssparksskjúttarnir eru nógvir í tali, men ein av teimum tryggastu føroyingunum í so máta er helst Súni Olsen. Gøtumaðurin, sum nú spælir við danska AaB var øll ungdómsárini fastur maður av 11-metra blettinum
- Tað er sum um vinnufús fólk á útoyggj møta múrum allatíðina. Fáa tey nóg ofta at hoyra, at tað ber ikki til, er so skjótt at tey kunnu missa mótið. - Ein átti heldur at skipa ein grunn, sum kundi veitt [...] missa mótið, og so er fylgjan hon, at tey flyta av oynni, sigur Poulina. Hon er sjálv ein teirra sum ger nógv brúk av møguleikanum at koma aftur og fram millum heim og arbeiðið sítt sum undirvísari í handaligum [...] á tørvin á einum sambýli í oynni. Á henda hátt kundu tey eldru verðið so nær sínum egnu og heimstaðnum sum gjørligt, samstundis sum arbeiðspláss vórðu skapt. Hon vísti á, at við betraðu samferðslumøguleikunum
til at skriva tónleik, sum hann væntaði fór at tekkjast øðrum. Men hetta kvøldið hevði hann valt at framføra gomul løg, sum vóru skrivað, meðan hann enn búði í Grønlandi. Sum sagt, so vóru hetta góð løg, [...] bakrøddir, so var tónleikurin eitt sindur ov 'tryggur' til tíðir, um ein kann kalla tað tað. Spælt var eftir bókini og ikki so nógv út um tað. Men sum heild frálíkur tónleikur. Kanska í so ríkt Ólöf Arnalds [...] eydnaðist honum. Hann sang einki serligani væl, og gittarspælið var so sum so, men hinvegin var hann tann einasti hetta kvøldið, sum veruligani kom út um pallkantin og fekk samband við áskoðararnar. *****
í Havnar Arbeiðsmannafelag, Jóhan Carl Dam. Hann nýtti sum fyrsti røðari høvið at bjóða fólki vælkomin til haldið, og helt síðani eina røðu, sum í mun til undanfarin ár vendi sær meiri móti politikarunum [...] einki munagott gjørt, verður gjógvin millum samfelagsbólkarnar skjótt so breið, at hvørki sæst ella hoyrist tvørturum. Glottar eru, treyðugt so, segði Jóhan Carl Dam og vísti á samstarvið millum trý fakfeløg [...] staddur. Men eg skal heilsa og siga, at klassamunurin er øgiligur, og at hesin munur skjótt fer at elva til eitt klassastríð, sum vit kanska ongan tíð hava upplivað her á landi áður. Síðani vísti røðarin á, at
luftini. - Kemur so brádliga eitt skýggj á luftina, so fangar hetta skýggið ljósstrálurnar frá sólini. Hetta ljósið kemur tí ikki niður á jørðina, og tað er júst hetta sum ger ljósspælið so spennandi. - Á [...] mikudagin í Árnafirði var veðrið teimum til vildar. Har vóru væl at merkja grovir ælingar, men so skjótt sum ælið freka var farið sín veg, kagaði sólin undan aftur. Tann vakni listamaðurin sær hetta við [...] ivi um: Tað serstaka er tað stórsligna og høga, og so tað sum er beint í nánd av einum. Hetta hevði hann áður bert sæð myndir av, men nú slapp hann so at síggja tað við egnum eygum. Hesa serstøku upplivingina
Sosialinum, sum skuldu rapportera frá hesum partinum av landsdystinum, fingu troðka okkum inn í ein buss, sum skjótt gjørdist ovurfullur. Leystliga mett mundu tvífalt so nógv fólk vera í bussinum, sum loyvt [...] føroyingar niðurspælt eitt annað landslið – á slíkum støði – so, sum skotar vórðu tað mikukvøldið. Og ongantíð hevur eitt lið verið so óheppið, sum tað føroyska var í hesum dystinum. Eingin – heldur ikki skotar [...] um hann so endaði 5-2 til Føroyar, so hevði tað heldur ikki veri órættvíst, tí vit høvdu í hvussu er so nógvar málgevandi møguleikar. Kanska var tað hetta, skotar sannaðu, tí har var einki sum helst lív