Longu tíðliga gjáramorgunin var lív í býnum í Havn. Skotar meiri ella minni yvirtóku miðbýin við dansi og sangi, og út á seinnapartin rungaðu tónarnir úr hátalarunum, sum settur eru upp á Vaglinum.
Har var fest og glaðir dagar frá morgunstundini av, so tað var kanska einki at siga til, at summir at skotsku gestunum gjørdust heldur troyttir, og valdu at fáa sær ein lítlan blund í góðveðrinum.
Pubbir og barrin vórðu eisini væl vitjaðar beinanvegin tær lótu upp, og øltystu skotarnir hugnaðu sær skjótt bæði innan- og uttandurða. Og hóast skeinkistøðini ivaleyst høvdu fyrireikað seg væl at taka ímóti tystu gestunum, kom stóra talið av vitjandi helst óvart á kortini. So »ølkuskarnir« høvdu úr at gera við at útvega nýggjar forsýningar.
Og lagið gjørdist betri og betri so hvørt sum ølirnar gliðu niðurum, og summir av skotunum vórðu sjónliga ávirkaðir av hesum tostasløkkjandi drykki.
Tað var tí lítið at siga til, at menn vóru »væl koyrandi«, tá Smyril mest sum fullsettur legði frá landi í Havn, og sangurin rungaði um skipið í eini spennandi væntan av tí, sum fyri framman lá.
Eftir skjóta og hugnaliga siglitúrin inn á Runavíkina var tað um at skunda sær í bussarnar, ið bíðaðu á kaini, tí boðað var frá, at bussarnir helst máttu koyra tvær ferðir, fyri at frakta allar áskoðararnar niðan á Svangaskarð.
Pust og stønn...
Vit báðir frá Sosialinum, sum skuldu rapportera frá hesum partinum av landsdystinum, fingu troðka okkum inn í ein buss, sum skjótt gjørdist ovurfullur. Leystliga mett mundu tvífalt so nógv fólk vera í bussinum, sum loyvt var.
Men tað gekk av tí fínasta, og vit komu út á Toftir í øllum góðum. Men har fingu vit ein hvøkk – ella rættari sagt, har fekk undirritaði ein hvøkk, tí tað vísti seg, at bussurin steðgaði heilt niðri við kaina, so vit máttu ganga allan tann langa og tunga vegin niðan á Svangaskarð.
Tað gekk so nøkurlunda, líka til redaktiónsleiðarin skjeyt upp, at vit skuldi fara at klintra upp fjallið – soleiðis fyrikom tað í hvussu er mær – heldur enn taka ta gamaní longru, men sanniliga eisini lættari rutuna.
Konditiónin er ikki tann, hon einaferð var, so tað kom á ongan hátt óvart á, at eg hevði fingið magan upp í kjaft, tá eg endiliga stóð á kunstgrasvøllinum á Svangaskarði. Og tað, sum undraði meg enn meiri: Haldi ikki tað mundi ganga stórt meiri enn hálvur tími, til eg hevði fingið luftina aftur.
Vit vóru á stadionøkinum í so mikið góðari tíð, at eg var mest sum blivin fólk aftur, áðrenn dysturin byrjaði.
Áhh denn frøi
»Pressulogan« var avtikin av fremmandum blaðfólki, so vit endaðu teir flestu okkara á einum ella øðrum annan rangs VIP-øki, men har sótu vit gott í góðveðrinum.
Fyrsta løtan gekk við at frøast um, at tað í minsta lagi var undanbrekka oman aftur, men skjótt fangaði dysturin áhugan. Tað frøddi eisini, at venjarin hevði tikið mín kritikk til sín, og sett Holst á vøllin frá byrjan - og so leingi hann ikki letur munnin upp, kann hann saktans ganga fyri at vera fullblóðs føroyingur.
Men hann stóð seg væl, hesin danski føroyingurin, einastandandi væl.
Sjálvandi sat eg alla tíðina við einari ræðslu fyri, at venjarin á ein ella annan hátt fór at klokka í tí, og hann sveik sanniliga ikki í so máta. Tá Rógvi tók feil av Óla Johannesen og bóltinum, mátti seinni nevndi berast av vøllinum við í minsta lagi skeivari nøs. Tað tók læknastabi og fysioterapeutum fullar tíggju minuttir at finna út av, at Óli kundi fara á vøllin aftur, bara fyri at kosta føroyingum fyrsta málið.
Fyri tað fyrsta er tað undir alt lágmark, at nýta so langa tíð um at taka eina avgerð – og so megnar mann allíkavæl at taka ta skeivu avgerðina! So har reyk tann potentielli fantastiski sigurin.
Ná, men bannanin innantanna fram til seinna hálvleik var einki at meta samanborið við ta frøi, mann kendi av føroyska spælinum eftir steðgin. Tað var simpulthen suverent. Tá eg plagdi at fylgja føroyska landsliðnum tætt fyri 15-17 árum síðani fingu vit javnan bæði heiðurlig og sera góð úrslit, men ongantíð hevur eitt føroyskt landslið spælt so væl, sum garparnir gjørdu á Svangaskarði í gjárkvøldið. Eg sat púra býttur. Hevði ikki ánilsi av, at eg kundi gerast so ivrigur í fótbólti longur. Uppdagaði fleiri ferðir, at eg stóð uppi og hálvgum rópti og gelti. Men eg var ikki einsamallur, sá eg eisini, tí sjálvt gamla landsliðskempan og verandi venjari hjá B36, Kurt Mørkøre hevði hug at leypa uppfrá viðhvørt.
Eg kann ikki lata vera við at nevna tríggjar leikarar, sum vóru heilt framúr hendan hálvleikin. Fyrst Súni Olsen, sum uttan nakra sum helst diskussión var fleiri støði yvir øllum hinum leikarunum á vøllinum yvirhøvur – íroknað skotsku stjørnurnar. Víðari frágreiðing er óneyðug, tí tær nýtist á ongan hátt at hava skil fyri fótbólti fyri at síggja, at hetta var nakað serligt.
Harnæst mín góði vinur Mikkjal, sum plagar at skjóta harur saman við okkum úti í Nólsoy. Sjálvt ein Norman Hunter, ein Gravesen, Tøfting ella fyri tann søks skuld Gattuso verða øvundsjúkir, tá teir síggja innsatsin hjá politistinum úr B36.
Og síðst, men kortini ikki minst Christian Holst, sum hevði ein framúrskarandi dyst í álopinum og vísti, at hann kann »hamla« upp við í hesum førinum skotsku verjuna, og spæla møguleikaskapandi stikningar sjálvt í trongdari støðu.
Teir fingu rætt
Skotarnir hildu ein øgiligan levint og gang í fyrra hálvleiki, og meðan steðgur var, nýttu teir høvið at flyta seg frá eystara málinum, sum føroyingar vardu í fyrra hálvleiki, til vestara málið. Filosofiin var nokk, at teir vildu vera har, sum tað hendi.
Fyrstu løtuna vóru teir eisini óførir at rópa, men stutt inn í seinna hálvleik var týðiligt, at føroyingar fullkomiliga áttu spælið, og í takt við at føroyska liðið kroysti skotar longur og longur aftur á vøllin, tagnaðu skotsku rópini. Og tá hálvleikurin var hálvrunnin hoyrdi mann ikki eitt kis til gestirnar, meðan ein klumpur av føroyskum áskoðarum aftan fyri málið hjá Jákupi Mikkelsen við taktføstum trummusløgum áttu alla verbala uppmuntring kring vøllin.
Ongantíð hava føroyingar niðurspælt eitt annað landslið – á slíkum støði – so, sum skotar vórðu tað mikukvøldið. Og ongantíð hevur eitt lið verið so óheppið, sum tað føroyska var í hesum dystinum. Eingin – heldur ikki skotar – kundu sagt nakað um tað, hvødu vit vunnu dystin. Og um hann so endaði 5-2 til Føroyar, so hevði tað heldur ikki veri órættvíst, tí vit høvdu í hvussu er so nógvar málgevandi møguleikar.
Kanska var tað hetta, skotar sannaðu, tí har var einki sum helst lív í teimum á veg suður aftur til Havnar við Smyrli. Einasti, ið royndi at spjaða eitt sindur av gleði, var Heðin Luid, sum í skotskum kilti klimpraði uppá ein gittara, meðan nøkur fá tandur - íroknað einar triggjar-fýra skotar – royndu at hjálpa til við sangi viðhvørt.
Nú endaði tað altso, sum skotar høvdu spátt í Sosialinum fyrr um dagin, 2-0 til gestirnar. Men eftir seinna hálvleiki at døma er tað kanska ikki meiri enn rímiligt, at føroyski venjarin fær ein møguleika aftrat, eisini hóast hann við ófatiligari óprofessionelismu ikki dugdi at síggja, at ein útskifting av Óla Johannesen so avgjørt var »called for«. Ein feilur, sum allarhelst kostaði í minsta lagi eitt stig.
Um altso »súr rønneber« skulu krøkjast upp í endan á greinini.