Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í dag fyrra undankappingardystin um rættin at kappast í bólkaspælinum í EHF European League.
Á heimavølli í Horsens vunnu Maria og liðfelagarnir 27-21 á rumenska liðnum CS Minaur Baia Mare. Í steðginum var Horsens á odda 15-13.
Maria var saman við Mathilde N. Mogensen toppskjútti hjá Horsens. Tær skutu seks mál hvør.
Returdysturin verður leiktur í Rumenia, sunnudagin 16. november klokkan 16.











