Prát
Eyðun Johannesen á Oyrarbakka hevur verið stjórnarlimur í Føroya Fiskimannafelag í út við 20 ár og næstformaður í felagnum í meira enn 10 ár.
Nú formansskifti hevur verið, hevur hann hug at bera fyrrverandi starvsfelaga sínum, Óla Jacobsen, eina tøkk fyri øll tey mongu ár, hann stóð á odda fyri FF og fiskimonnum.
Sjálvur gjørdist Eyðun sóknarformaður í felagnum longu í 1971 og hevur soleiðis verið ein aktivur partur av FF øll árini, meðan Óli hevur verið felagsformaður.
Eyðun kom í felagsstjórn FF’s, tá ið Frederik Hansen, sum sat í leiðsluni í mong ár, doyði í 1988, og hann gjørdist næstformaður, tá ið Dia Højgaard í Vestmanna doyði í 1995.
Fyrstu tíðina hjá Óla Jacobsen í Tinganesi var Dia virkandi formaður, og tá ið hann fall frá, hevði Eyðun leiðsluna eina stutta tíð, til Óli kom aftur úr landsstýrinum.
Í síni tíð sum stjórnarlimur hevur Eyðun tvær ferðir staðið fyri vali í kapping við onnur uppskot, men báðu ferðina dró hann longra stráið og varð sitandi.
FF-valið
Tað gjørdist uppgávan hjá Eyðuni at vera í hølunum hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe, tá atkvøðurnar á felagsformansvalinum vórðu taldar upp, og úrslitini fyrilógu.
Hann fekk eisini til uppgávu at boða teimum trimum valevnunum, sum vóru uppstillað, frá endaliga valúrslitinum.
- Jan Højgaard hevði sitið í gongini og bíðað eftir úrslitinum, so hann varð róptur inn at hoyra, at hann hevði vunnið valið.
Eyðun ringdi eisini til Dan R. Petersen og bar honum úrslitini. Hann endaði á øðrum plássi.
- Áðrenn eg hevði fingið stundir at ringja til Óla, ringdi Óli sjálvur at fregnast.
Eingin viðmerking
Men hvussu kendist tað at bera honum, tú hevur havt eitt so langt samstarv við, boðini um lemjandi ósigurin?
- Hetta var eitt úrslit, eg slett ikki hevði droymt um, tí eg hevði onga løtu verið í iva um, at Óli fór at vinna valið. Eg gjørdist ógvuliga bilsin og má viðganga, at eg var rørdur. Dugi illa at seta orð á, hvat eg sjálvur føldi. Óli var endaður aftastur av trimum, og mín fyrsti tanki var, at hesa “tøkk” hevði hann ikki uppiborið frá sínum limum eftir so mong ár í teirra tænastu.
Og hvat segði Óli so sjálvur í hinum endanum?
- Eg segði honum úrslitið. Óli segði einki, púrt einki. Hann hevði faktisk onga viðmerking og gjørdi skjótt av, tá eg hevði lisið honum úrslitin, sigur Eyðun, sum eisini noyddist at ásanna, at fiskimenn høvdu talað, og at teir høvdu sett Óla aftast í røðini.
Valið fór fram sambært skipan felagsins, og nú var tað ein sannroynd, at fiskimenn eftir 36 ár høvdu valt sær ein nýggjan felagsformann.
- Síðan valúrslitið fyrilá, hava eg og Óli fleiri ferðir tosað saman aftur, sigur hann.
Bar seg undan
Eyðun Johannesen dylur ikki, at tá ið greitt var, at mótvalevni fór at vera til formansvalið í FF, ringdi Óli Jacobsen til hansara og spurdi, um hann ikki hevði hug at stilla upp í staðin, so Óli sjálvur kundu trekkja seg eftir øll hesi ár.
- Eftir at eg hevði havt stundir at hugsa meg um, bar eg meg undan, hóast eg gjøgnum hesi mongu ár havi stórt innlit í felagsviðurskifti. At vera felagsformaður í Føroya Fiskimannafelag er ikki bara sum at siga tað, og eg visti, at tað hevði verið ein ógvuliga stór uppgáva at lyft arvin eftir Óla. Eg hevði næstan følt tað, sum David mundi føla tað, tá ið hann feldi Goliat. Vit tosaðu eisini um at biðja Karl Isaksen, sum er sýsluformaður í Norðstreymoy, um at stilla upp, men hann hevði eisini hug at bera seg undan.
Eyðun sigur, at hann mælti Óla til at kalla nevndina saman.
- Á fundinum mælti eg til, at Óli sjálvur læt seg stilla uppaftur. Vit mettu nevniliga, at hann stóð sterkastur sjálvur. Óli segði, at hann eftir so mong ár ikki hevði serliga góðan hug til møguliga at verða atkvøddur út úr felagnum, um tað nú skuldi gingið soleiðis. Vit vóru tó allir nokso vísir í, at hann fór at vinna valið.
Næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur, at soleiðis setti leiðslan í felagnum Óla Jacobsen enn einaferð í andglettin, og hann fekk fullan stuðul í leiðsluni til at stilla upp. Vit høvdu fult alit á honum. Tó avgjørdu vit, at vit sum stjórnarlimir í størst møguligan mun skuldu halda okkara hugsan innanveggja, nú val fór at vera.
- Úrslitið kenna vit nú øll, har hann kortini varð atkvøddur út, leggur Eyðun aftrat.
Góður framherji
Men hvat heldur Eyðun so um leiklutin hjá Óla í Føroya Fiskimannafelag øll hesi ár, nú hugt verður í bakspegilin?
- Tú visti, at við Óla høvdu vit ein serstakliga góðan framherja, sum var fullur av vitan, grundgevingum sum bóru langt, og kortini hevði hann forstáilsi fyri viðurskiftunum hjá mótpartinum. Stór virðing var um mannin, og reiðararnir vistu, at FF kom ikki við nøkrum tilvildarligum – uttan so, at góðar grundgevingar lógu aftanfyri. Tí var virðing um mannin, leiðsluna og felagið. Hansara realisma og gløggskygni hevði sín týdning fyri tann frið, sum verið hevur í okkara parti av arbeiðsmarknaðinum øll hesi ár.
Eyðun sigur, at honum kemur til hugs eitt verkflall í 1985, sum vardi í eina viku, og hetta var einastu ferð í samfull 36 ár, at flotin lá.
- Óli var væl fyrireikaður, og í góðari tíð hevði hann longu mýkt støðuna, tá ið samráðingar skuldu vera – ella onnur stríðsmál tóku seg upp. Hann dugdi so væl at fáa tingini at glíða og gera, at mótparturin ikki setti føtur í spenni. Hann hevði hegni til at finna semjur – og helt felagið, at viðurskifti máttu broytast ella tillagast, hevði hann grundgevingarnar, sum rukku ógvuliga langt. Hetta er einasta orsøkin til, at felagið náddi so langt og setti seg í so stóra virðing.
Eyðun vísir á, at Óli stundum hevur verið róptur at verið í “reiðaralumma”, men tað var snøgt sagt hansara dugnasemi og mátin at loysa tingini, sum er orsøkin til slíkar pástandir.
- Óli hevði gott samstarv við teir, sum eiga og reka skipini, men tað merkir ikki, at hann var í nøkrum reiðaralumma, tvørtur ímóti, leggur næstformaðurin í Føroya Fiskimannafelag dent á.
Ómetaligan týdning
Hvøn týdning heldur Eyðun, at Óli hevur havt fyri FF?
- Eg haldi, at hann hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri menningina av felagnum. Tað hevur verið stuttligt at sitið í leiðsluni saman við honum, og tú kendi ein tryggleika við honum undir liðini. Hann hevur eina velduga vitan um øll viðurskifti í samfelagnum, bæði tey, sum snúgva seg um viðurskifti fiskimanna og viðurskiftini hjá hinum partinum. Somuleiðis veit hann, sum formaður í fiskimannadeild ITF’s í fleiri ár, ein hóp um altjóða arbeiði og altjóða viðurskifti. Hansara áhugi og luttøka í altjóða arbeiði gav honum eina vitan, sum røkkur langt út um landoddarnar.
Eyðun ivast onga løtu í, at hesar dygdir hjá felagsformanninum hava givið Føroya Fiskimannafelag eina velduga barlast og stóra virðing.
Góður formaður
- Fiskimenn vita faktist ikki, hvussu góðan mann teir hava havt at umboða seg og síni áhugamál, og teir duga illa at ímynda sær, hvønn týdning hann hevur havt fyri felagið. Hann var ikki maðurin, sum legði upp til rumbul og brak, men brúkti sítt vit og skil til at loysa málini, soleiðis at tey hvørja ferð endaðu í sátt og semju.
Eyðun sigur seg harmast um, at Óli noyddist út við ósigri.
- Eg eri keddur um hetta, tí eg haldi virkuliga, at tað hevði hann ikki uppiborið. Hann hevði helst hugsað sær eitt skeið aftrat í Føroya Fiskimannafelag, og síðan ætlaði hann at leggja frá sær. Men nú gjørdist hann so aftastur av trimum, sum stillaðu upp, og tað harmar meg.
Næstformaðurin endurtekur, at valið í felagnum er demokratiskt, og tað eru limirnir í felagnum, sum velja sín formann.
- Nýggjur maður er komin í Ólasa stað, og vit í leiðsluni fara sjálvsagt av fullum huga at stuðla honum í hansara arbeiði at mynda felagið inneftir og úteftir. Men tað er eingin ivi um, at saknur verður í Óla og hansara máta at leiða felagið frameftir, sigur Eyðun Johannesen, sum at enda nýtir høvið at takka Óla Jacobsen fyri øll hesi mongu ár í starvi fyri felagið og føroyskar fiskimenn.