Her síggjast nakrir av toskunum, sum Jákup Sverri fekk á Føroyabanka, nú skipið var og gjørdi regluligar váryvirlitstrolingar. Nú hevur Havstovan skrivað túrafrágreiðing um túrin á Bankanum

Kannaðu níggju av 29 trolstøðum á Bankanum

- Heldur lítið av føði varð staðfest í magakanningunum, og hetta gevur ábendingar um, at tað er minni av føði hjá fiskinum á Føroyabanka í løtuni

 

Her síggjast nakrir av toskunum, sum Jákup Sverri fekk á Føroyabanka, nú skipið var og gjørdi regluligar váryvirlitstrolingar. Nú hevur Havstovan skrivað túrafrágreiðing um túrin á Bankanum

Herfyri var havrannsóknarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka og gjørdi regluligar váryvirlitstrolingar.

 

Men, hetta gjørdist ein stuttur túrur hjá skipinum hesaferð.

 

- Ringt veður hevði við sær, at váryvirlitstrolingin á Føroyabanka bleiv nakað stutt, og einans 9 av 29 trolstøðum vórðu kannaðar.

 

Tað siga tey á Havsstovuni, sum nú hava lagt eina túragrágreiðing út á sína heimasíðu.

 

- Mest varð fingið av hýsu, og meginparturin av hýsuni var millum 40 og 50 sentimetrar.

 

Um toskin verður í stuttum sagt soleiðis:

 

- Nøgdin av toski er á sama støði sum síðstu árini, tó varð nakað meira fingið av smærra toskinum í mun til síðstu árini annars.

 

Á Havstovuni siga tey, at bæði toskur og hýsa eru rakari, enn tey hava verið síðstu árini.

 

Heldur lítið av føði varð eisini staðfest í magakanningunum.

 

- Hetta gevur ábendingar um, at tað er minni av føði hjá fiskinum á Bankanum í løtuni.

 

Á Havstovuni vísa tey á, at av tí, at so fáar støðir vórðu tiknar á túrinum, eru úrslitini frá túrinum í ár nakað óviss.

 

- Tó varð alt gýtingarøkið hjá toski kannað, og tí eru úrslitini fyri tosk meira eftirfarandi enn eitt nú fyri hýsu.

 

Lagt verður aftrat, at toskur vanliga er savnaður á grynsta partinum av Føroyabanka um várið, meðan hýsan er meira spjadd um Bankan.

 

Øll túrafrágreiðingin kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni.

 

 

 

Her síggjast nakrir av toskunum, sum Jákup Sverri fekk á Føroyabanka, nú skipið var og gjørdi regluligar váryvirlitstrolingar. Nú hevur Havstovan skrivað túrafrágreiðing um túrin á Bankanum