Súni hugsar um gleðina

Eitt positivt fokus og evnini at vera kaldur og róligur. Tað tykist vera loyndarmálið handan aloftast tryggu brotsspørkini hjá Súna Olsen

Brotssparksskjúttarnir eru nógvir í tali, men ein av teimum tryggastu føroyingunum í so máta er helst Súni Olsen.
Gøtumaðurin, sum nú spælir við danska AaB var øll ungdómsárini fastur maður av 11-metra blettinum fyri GÍ. Og eisini í danska AaB hevur hann í fleiri førum verið nýttur til kynstrið.

Bíðar við avgerðini
Tá vit spyrja Súna, hvørt hann hevur nakað loyndarmál í so máta, sigur hann, at tað hevur hann ikki.
- Um nakað, so er tað, at eg ongan tíð havi avgjørt undan skotinum, hvar hetta skal fara. Eg royni altíð at vita, um eg fái málverjan annan vegin, áðrenn eg skjóti. Við at brúka kroppin, kanst tú ofta fáa málverjan at seta vektina annan vegin, og so er lætt at skjóta bóltin í hina síðuna. Í so máta snýr tað seg um at vera róligur og kaldur.
Og um málverjin so kortini stendur stillur?
- So plagi eg bara at sparka hart og høgt. Fer bólturin í nær námind samankominginini, so hevur málverjin so ongan møguleika kortini.

Hugsar um málið
At talan eisini er um stórt sálarligt spæl, stendur helst eisini greitt, tá vit seinni spyrja Súna, hvørt hann ongan tíð hevur verið bangin fyri at brenna, tá brotsspark skal takast.
- Tað haldi eg ikki. Sjálvandi eru nervar uppií, men sjálvur royni eg at hugsa meira um, hvussu gott tað verður at skora. Byrjar tú fyrst at hugsa øðrvísi, so kann tað skjótt gerast heilt vandamikið, heldur hann.
Enn hevur Súni tó ikki roynt seg sum brotssparksskjútti á landsliðnum, og í løtuni veit hann ikki, hvussu frammarliga hann stendur í røðini í so máta.
- Ta einu ferðin, tá eg var rættiliga nýggjur í hópinum, spurdi Henrik Larsen, um eg vildi bjóða meg til, um møguleikin beyðst. Ta ferðina takkaði eg tó nei, men skuldi fyrispurningurin komið aftur, ivist eg onga løtu í, at eg taki av, sigur Súni.

Mynd: Súni Olsen
Um málverjin ikki flytur seg ov tíðliga, so er bara eitt at gera. Nevnliga at skjóta hart og høgt, sigur Súni Olsen