Petur Skeel Skarðsá
Alt gott um útbúgving. Og lærdómur er lættur at bera, men og aftur men; fyri skjótt mongum árum síðan var alt samfelagið á gosi av Fólkaflokkinum, ið nýtti allar hugsandi snildir at fáa sett á stovn eina royndarstøð, ið skuldi verða tað einasta frelsandi fyri føroyska landbúnaðin.
Á hesi royndarstøð skuldu teir ungdómar, ið høvdu áhuga fyri jarðaryrkinum fáa bæði teoretiska og praktiska útbúgving innan jarðarbrúk.
Fólkaflokkinum so líkt trýsti hann bæði flokkar og einstaklingar so hart, at teir at enda hoknaðu og tóku undir.
Fólkafokkurin hevði lagt ætlanina. Tað ráddi um at taka tann væl rikna garðin frá húsinum á Heyggi í Kollafirði, tí tey vóru ikki fólkafloksfólk.
Stórt varð ætlað, og tá støðin stóð liðug, sigst hon at hava kostað eitt stað millum 65-70 mill. kr. So nú skuldu allar fyritreytir fyri munagóðum úrslitum verið til staðar, at skúla landsins ungdóm innan jarðaryrkið, men hvar er úrslitið?
Ein tóm royndarstøð við at kalla ongum virksemi, uttan 3. hvørt ár, tá Sundalagsstevnan er í Kollafirði. Tá og bert tá er nakað av virksemi á hesi góðu og dýru royndarstøð. Til hetta høvið koma foreldur úr høvuðsstaðnum við børnum sínum á vitjan at síggja alskins djór, ið eru flutt frá privatum á royndarstøðina hesar dagarnar. Royndarstøðin sjálv hevur at kalla eingi djór. Soleiðis er skilið.
Hvat teir ungdómar, ið hava verið á hesi royndarstøð, hava fingið burtur úr av teori og praksis, man vera so sum so. Men eitt vita vit, og tað er, at støðin kostar landskassanum nógvan pening á hvørjum ári. Nú sær út sum hetta sirkussið er við at verða fullkomið.
Búnaðarútbúgving skal nú setast á stovn sum partur av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tað hevur annars ljóðað, at ovlítið pláss og ov lítil játtan hevur verið høvuðseyðkennið fyri nevnda skúla. Tí tykist tað sera løgið, at tað nú brádliga eru bæði hølir og peningur til eitt víðkað virksemi har, ið einki beinleiðis hevur við fiskivinnuna sum so at gera.
Tí hevur tað almennan áhuga at fáa at vita, hvør skal hava frálæruna um hendi av hesum næmingum? Og hvussu nógv hetta er mett at kosta hvørt skúlaár?
Tað liggur nær at hugsa sær, at í framtíðini kemur eingin næmingur at vera á Royndarstøðini, tá virksemi í Vestmanna kemur í gongd. Ein kann so spyrja landsstýrismannin í búnaðarmálum Bjarna Djurholm, um ætlanin eru at leggja Royndarstøðina heilt niður?
Hvar endar føroyski landbúnaðurin?
Tað er so eygsýnt, at tað bara hevur gingið niður á bakka innan hesa vinnu, síðan Fólkaflokkurin fekk makt sum akt.