Litirnir spæla okkum eitt puss

- Tit hava nakað, sum trupult er at finna nakra aðrastaðni í heiminum: Teir skiftandi litirnir og tað skiftandi landslagið.

- Fyri ein listamálara eru tykkara oyggjar sera spennandi, sigur danski listamaðurin Birger Møller. Í farnu viku helt hann skeið fyri listamálarar í Klaksvík.

Birger Møller hevur undirvíst á Århus Kunstakademi í samfull 22 ár. Hann hevur verið í Føroyum seks ferðir áður og kemur aftur í summar.

- Eg hoyrdi ofta aðrar listamálarar tosa um, hvussu serstakt tað var í Føroyum.

- Tá eg sjálvur kom higar á fyrsta sinni, kundi eg bara staðfesta, at hetta var so, sigur Birger.

Hetta ætlar hann nú at geva øðrum listarfólkum lut í, tí í august mánaði kemur hann higar við 12 donskum listafólkum. Endamálið er at vísa teimum á tað serstaka litspælið sum føroyska náttúran gevur teimum.

- Føroyska landslagið er merkt av yderlighed og av spennivídd. Og tá ein so haraftrat fær litspælið og teir vøkru fossarnar við í myndina, er lagt upp til eina spennandi vitjan.

- Eg vóni bara, at tað ikki verður liggjandi veður hesar dagarnar, sigur Birger Møller.


Gamalt ynski

Birgir hevur drúgvar royndir í at undirvísa øðrum listafólkum. Millum hesi mongu listafólkini hava eisini fleiri føroyingar notið gott av vitan hansara.

- Eg hevði hesar føroyingarnar við í undirvísing míni. Teir fortaldu nógv um heimland sítt, og sjálvur fekk eg tá eitt ynski um at koma til Føroyar.

- Hetta eydnaðist mær eisini. Eg havi verið einar seks ferðir í Havn, men hetta er fyrstu ferð at eg undirvísi aðrastaðni, sigur Birger.

Frammanundan fyrstu vitjan síni í Føroyum, var hann sera spentur eftir at síggja tey serstøku føroysku viðurskiftini:

Hvussu landslagið var skipað, og hvussu teir ymisku litirnir settu síni serligu eyðkenni á oyggjarnar.

Úr flogfarinum væntaði hann at síggja oyggjarnar úr fuglaperspektivi, men so einfalt var tað kortini ikki í veruleikanum.

- Tá vit fóru á flog í Danmark fóru vit jú upp um skýggini, og vórðu hangandi har. Men tá vit lendu í Føroyum vóru vit ikki komin meiri enn úr skýggjunum, fyrrenn vit stóðu á vøllinum, greiðir Birger frá.


Frekt æl og ljósspæl

Í farnu viku fekk hann kortini enn einaferð høvið at síggja oyggjarnar í veruleikanum - hesa ferð tær høgu og brøttu Norðoyggjarnar.

Saman við listamanninum Archibald Black vóru teir í eini fríløtu farnir ein túr úr Klaksvík og norðureftir. Ynskið teirra var m.a. at fáa eygu á tað serstaka ljósspælið og litspælið.

Fyri ein listamann er fyri sovítt líkamikið um sólin skínur ella um tað er grátt í veðrinum. Alt hevur sín lit og alt fær sín dám av hesum.

Henda mikudagin í Árnafirði var veðrið teimum til vildar. Har vóru væl at merkja grovir ælingar, men so skjótt sum ælið freka var farið sín veg, kagaði sólin undan aftur.

Tann vakni listamaðurin sær hetta við øðrum eygum enn maðurin á gøtuni: Bæði veðursløgini seta sín dám á fjøllini, líðirnar, bygdina og fjørðin.

- Hetta er júst tað sama sum frálæran og teori’in siga: Ljóskeldan í einum staði, hon ávirkar eitt annað stað og hvørvur síðani, greiðir Birger frá.


Serstakar ljósreglur

Í undirvísingini er júst hetta við ljóskelduni og ávirkan hennara eitt týdningarmikið evni. Í roynd og veru er hetta ein logisk niðurstøða.

Men tá Birger kom til Føroya mátti hann av sonnum gera upp við hesa støðuna: Hetta var kortini ikki so einfalt og líkatil!

- Eg gjørdist ikki sørt skelkaður, tá eg kom út í føroysku náttúruna, sigur hesin royndi undirvísarin og listamálarin.

Um ein í fyrsta lagi hevði ta høgu og sterku ljóskelduna, síðani hana í miðjuni og at enda ta myrku, so hendi tað javnan at skýggj komu ímillum og fangaðu ljósið.

- Har ein vanliga hevði ta logisku raðfylgjuna í ljósinum við 1, 2 og síðani 3, hevði ein her raðfylgjuna 1, 3 og síðani hana í miðjuni.

- Hetta kom púra óvart á meg, sum jú eri akademiskt útlærdur málari. Her var eg á einum staði, har ein líkasum ikki fylgdi ljósreglunum, sigur Birger.


Eitt skýggj broytir alt

Fyri tann føroyska og ikki minst útlendska listamálaran er hetta við litskiftinum nakað, teir hava allar møguleikar at uppliva her á oyggjum okkara.

At eitt listafólk kann seta seg niður, hvar tað skal vera og - er ein heppin - kann staðfesta, at ikki eitt skýggj er á luftini.

- Kemur so brádliga eitt skýggj á luftina, so fangar hetta skýggið ljósstrálurnar frá sólini. Hetta ljósið kemur tí ikki niður á jørðina, og tað er júst hetta sum ger ljósspælið so spennandi.

- Á henda hátt fær ein jú býtt eitt sindur um uppá sínar ljóskeldur, sigur Birger.


Stutt og long fjarstøða

Eitt annað serstakt fyribrygdi í føroysku náttúruni er tann stóri spenningurin í sjálvum landslagnum. Hetta er eisini eitt av evnunum, sum hann brúkar í undirvísing sínari.

- Tit hava tvey yderpunkt - annaðhvørt hava tit eina stutta fjarstøðu, har ein kann hyggja beinleiðis inn í eitt fjall, ella talan er um stóra fjarstøðu, har ein sær líka so langt sum eyga røkkur.

- Hetta virkar ógvuliga sterkt uppá okkum, at ein soleiðis kann verða settur mitt ímillum tvær slíkar síður, sigur hann.

Hesar umstøður og kor sær Birger týðiliga aftur í teimum føroysku listamálarunum, har teir á ein serstakan hátt megna at fáa ein mynd at vera tvey-dimensjonella.

- Hetta er nakað sum ein beinleiðis fær fyri einki frá náttúrunnar hond!


Vónar óstøðugt veður í august

At Birger var - og er! - sera hugtikin av oyggjunum er lítil ivi um:

Tað serstaka er tað stórsligna og høga, og so tað sum er beint í nánd av einum. Hetta hevði hann áður bert sæð myndir av, men nú slapp hann so at síggja tað við egnum eygum.

Hesa serstøku upplivingina hevur hann alla tíðina ynskt at onnur eisini skuldu fáa lut í.

Hann fekk fatur á øðrum donskum listamálarum, og í august mánaði koma 12 teirra at skoða oyggjarnar, men í mestan mun litirnir og litskiftið og ikki minst, hvussu veðrið kann ávirka hetta.

Serliga hetta seinasta hevur áhugan hjá Birger og hinum 12 listafólkunum, ið steðga her í átta dagar.

- Tað sum eg kortini óttist mest er, at tað skal verða støðugt veður allar hesar dagarnar. Eg vóni tí, at veðrið verður skiftandi.

- Men man tað ikki fara at laga seg!, sigur Birger við einum brosi.