Vit skulu á hesum stað ikki taka støðu til, hvat eitt slíkt hús er vert í milliónum, men vit kunnu bara fegnast um, at tað eru kreftir í Tórshavnar Kommunu, sum hava ans fyri slíkum umhvørvisvirðum [...] gistingarhúsi og miðlahúsi. Vit kenna tað øll frá t. d. Bergen og Stavanger, hvussu tað hevur eydnast teimum at fríðka og hugna um umhvørvið við sjóvarmálan. Á sama hátt kunn vit fegnast um, at tað hevur [...] sjóvarmálan á Havnarvág úr Lágabø og heim á Kongabrúnna. Tá nú ætlanirnar hjá býráðnum er brostnar, so er bert at vóna, at nýggju eigararnir eisini hava eitt mentanarligt ella fólksligt endamál við Skeiva Pakkhúsi
i og hevur starvast sum lækni í sjúkrahúsverkinum. Men tað sum hevur fingið sinnið í kók hjá tingmanninum, eru egnu royndir hansara av sjúkrahúsverkinum seinastu mánaðirnar sum nærmasti [...] nærri borgaranum fyri minni kostnað« og um »at fáa meira fyri minni«. Alt slitnar frasur, sum vit hava hoyrt so ofta. Tú fært hug at spyrja, um púra einki skil er í fyristingini. Verða slíkar spariætlanir [...] okkum er, at landsstýrismaðurin so at siga einki konkret uppskot hevur til sparingar, tó at vit nú fara inn í næsta mánað í árinum. Samgongan hevur samtykt at spara 20 milliónir í ár 50 milliónir
heima við hús. Talan er sum vera man um eitt sera stórt tak, men sambært Magnusi Tausen, stjóra í Námi, so verður møguliga talan um at øll skulu fáa atgongd til netorðabøkurnar. Tá hava vit tikið [...] eldsálir, sum í okkara tíð hava gjørt orðabøkur, hava sanniliga stórt rós og stóra virðing uppiborið. Hetta er málrøkt í breiðastu merking, nakað, sum vit øll – ikki minst vit í miðlunum – fáa stóra [...] danskt. Nú eru hetta søga. Vit hava fyrr á hesum stað víst á týdningin, tað hevur at raðfesta orðabókaarbeiði høgt. Serliga í einum lítlum samfelag við egnum máli. Vit mugu gera serlig átøk
vísti, vóru eini hjún, sum hava keypt eini hús – uttan at vita, at húsini vóru so illa fongd við soppi, at ikki var búgvandi í húsunum. Tað var eitt stórt framstig – hildu vit – tá løgtingið samtykti lógina [...] greitt hjá løgmanni at fingið upp á pláss, nú hann hevur fingið eina slíka áminning. Men í Føroyum hava vit eisini aðrar trupulleikar í sambandi við keyp og sølu av fastogn, tí her eru so nógv áhugamál [...] undir, at skil fekst á hesi viðurskifti. Vinnumálaráðið boða annars á heimasíðuni frá í fjør, tá lógin kom í glidi, at kunngerðin »fer at koma seinni í ár«. – Keyp av fastari ogn er, fyri tey flestu
hana mugu vit ikki koma í. Hugsið bara um sethúsamarknaðin, um túsundtals sethúsaeigarar koma í ta støðu, at lán mugu sigast upp og fígging søkjast í øðrum peningastovni. Tá fer allur [...] einki verður gjørt til tess at bjarga bankanum. Men hesa støðuna koma vit ikki í. Tað hevur løgmaður garanterað. Hann sigur, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí tað er ikki ein møguleiki, at Eik [...] fyrireika seg - og um neyðugt traðka til. Konspiratiónsteoriirnar nytta lítið, tá bankin er avviklaður... Hetta er so prísurin, vit mugu gjalda fyri eksperimentið hjá nøkrum fáum, sum skuldu spæla íslendingar
flokkur, sum ræður í glashúsinum á Argjum – og sum eisini hevur takið á løgmanni og øllum fylgi hansara, ikki er glaður fyri hendan stovnin. Kanka eitt sindur løgið, tá tað júst var Fólkaflokkurin [...] urin, sum í sínari tíð vildi hava hendan stovnin. tað var jú Thorstein Petersen, ið sum tann fyrsti longur í fýratiárunum tosaði um føroyskan landsbanka. Tað var tá Fólkaflokkurin hevði visiónir [...] partur av samgonguni, sum í 1978 bar lógina ígjøgnum tingið, og Jógvan Sundstein slóðaði eisini fyri, tá fyrsta innlánslógin varð samtykt í 1992. Men nýggi Fólkaflokkurin hevur saðlað um. Nú skal Landsbankin
eftir at hava røkt starvið sum læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, og tí fær hann nú sagt sína hugsan. Tað snýr seg um, hvussu vit brúka eina hálva milliard best. Er tað rætt, at vit hava [...] sum kundu verið brúktir øðrvísi. So er spurningurin, um tað er tað, vit vilja. Ynskja vit at brúka nógvar pengar eyka fyri at hava somu tænastur á fleiri støðum av lokalpolitiskum ávum? Fráfarni læknastjórin [...] millum sjúkrahúsini. Tað stutta av tí langa er, at vit mugu krevja meira av okkara politikarum. Vit mugu krevja, at stýring er á, hvussu vit brúka eina hálva milliard krónur – og at ruddað verður
næstan 20 prosent í Danmark. Tá tað kemur til onnur rúsevni enn hassj liggja vit á trimum prosentum í mun til meðaltalið fyri øll hesi londini í Evropa er seks prosent. Tá tað kemur til rúsdrekka millum [...] teimum hava drukkið seinastu 30 dagarnar, meðan miðaltalið fyri øll londini er næstan 60 prosent, og meðan talið í Danmark er uppi á 75 prosentum. Men tað er tá tað kemur til royking, at vit ordiliga [...] Vit skulu ikki á hesum stað taka dagar í millum kanningarnar. Men vit kunnu bara staðfesta, at føroyskur ungdómur eisini í hesi kanningini, sum Fólkaheilsuráðið vísir á, er millum fremstu roykjarar
dupultfunksjónum á sjúkrahúsøkinum. Vit mugu seta okkum sám mál, at vit skulu ongar dupultfunksjónir hava í FØroyu, og vit skulu menna samstarvið við sjúkrahús í okkara grannalondum. Høvuðsendamálið [...] Føroyum stríðast vit enn við spurningin, um vit skulu hava eitt, tvey ella trý sjúkrahús til 49.000 borgarar. Tingmaðurin heldur so skilagott fyri, at tíðin má vera komin, hvar ið vit sleppa øllum du [...] ella aðrar veitingar, sigur hann. Hann vísti eisini á, at innan sjúkrahúsøkið verður eisini tosað um »grensehindring«: – Vit skulu samstarva um at veita eina so dygdargóða tænastu sum til ber
støð í býnum. Eisini ber til at vitja fleiri tónleikaframførslur, kirkjur og samkomur hava opið hús, søvn hava opið, ymsir túrar verða fyriskipaðir – í gomlu Havnini, í gamla kirkjugarð og frá Kongaminni [...] Miðbýir – bæði í Havn og í Klaksvík hava verið á dagsskrá seinastu dagarnar. Nógv góð hugskot eru um, hvussu meira lív verður skapt í miðbýunum – sum øll hava til endamáls at skapa størri trivna [...] hevur landsstýrið opið hús, og soleiðis ber til at síggja støð, ið ikki dagliga eru opin fyri almenninginum. Tað er gott, at mentanarnáttin er komin fyri at vera. Eisini eiga vit at fegnast um øll tey