Vit skulu ikki á hesum stað taka dagar í millum kanningarnar. Men vit kunnu bara staðfesta, at føroyskur ungdómur eisini í hesi kanningini, sum Fólkaheilsuráðið vísir á, er millum fremstu roykjarar – í øllum Evropa.
Tað er einki at erpa sær av, og tað er heldur ikki serliga politiskt korrekt. Kortini kunnu vit fegnast um, at føroysku ungdómur sambært kanningini, eru millum tey, sum roykja minst hassj. Bara um fimm prosent av okkara 15 ára gomlu hava nakrantíð roynt hassj í mun til næstan 20 prosent í Danmark.
Tá tað kemur til onnur rúsevni enn hassj liggja vit á trimum prosentum í mun til meðaltalið fyri øll hesi londini í Evropa er seks prosent.
Tá tað kemur til rúsdrekka millum ung, eru okkara ungu eisini væl undir miðal, hóast gott 40 prosent av teimum hava drukkið seinastu 30 dagarnar, meðan miðaltalið fyri øll londini er næstan 60 prosent, og meðan talið í Danmark er uppi á 75 prosentum.
Men tað er tá tað kemur til royking, at vit ordiliga mugu skammast, um vit hyggja at tølunum hjá Fólkaheilsuráðnum: Yvir 30 prosent av okkara 15 ára gomlu roykja eina ferð um mánaðin ella oftari. Tað er bara í Finnlandi av Norðurlondunum, at fleiri roykja, meðan miðaltalið fyri tey 34 evropisku londini liggur á umleið 27 prosent.
Sambært greinini hjá Fólkaheilsuráðnum, so roykja 18,7 prosent av øllum teimum 15 ára gomlu føroysku ungdómunum dagliga. Tað er eitt syrgiligt met at eiga, og tá so er, so verður drunnurin ofta sendur víðari – serliga til skúlan.
Men einki kann vera meira órættvíst enn tað. Skúlin ger nógv fyri at greiða børnum frá, hvussu skaðlig – og tápulig – royking er. Men hvat nyttar tað, hvat skúlin sigur, um baklandið heima við hús ignorerar hendan trupulleikan?
At foreldur góðtaka, at teirra 15 ára gamla barn roykir dagliga, tað kann ikki metast sum annað enn vanrøkt. Gamaní eru tað ikki øll foreldur, sum hava tamarhald á sínum børnum. Men tað kann ikki passa, at fimta hvør familja ikki klárar at tosa fornuft við síni børn.
Í 2013 eigur barnaroyking at verða 0 prosent!