ODDAGREIN: NýggjaN banka um trý ár?

Lands­bankastjórin sigur seg hava fing­ið stríðið fyri Lands­bank­an í blóð­ið, og hann ætl­ar ikki at liggja á latu síðu aft­an á 1. ap­ríl, tá hann verður fyrr­ver­andi lands­bank­a­­stjóri.

Sum kunn­ugt sam­tykti løg­ting­ið fríggja­­dag­in at nið­ur­leggja Lands­banka Før­oya. Pá­skot­ið hjá lands­stýr­is­sam­gong­uni er, at end­a­mál­ið er spa­r­ing­ar, og at tey vilja reka sam­fel­ag­ið bí­ligari.

At hetta er ein sannleiki við mod­i­­fik­a­ti­ón­um er øllum prúa greitt. Sjálv­andi verður ein stovnur sum Lands­banki Føroya ikki nið­ur­lagd­u­r fyri at spara fimm milliónir krón­ur. Var tað endamálið, so hevði utt­an iva bor­ið til at funn­ið hes­ar fimm milliónir á annan hátt.

Men tað er greitt, at tann flokk­ur, sum ræð­ur í glas­hús­i­num á Argj­um – og sum eisini hevur takið á løg­manni og øllum fylgi hansara, ikki er glað­ur fyri hendan stovnin. Kanka eitt sind­ur løgið, tá tað júst var Fólk­a­flokk­urin, sum í sínari tíð vildi hava hend­an stovnin. tað var jú Thor­stein Petersen, ið sum tann fyrsti longur í fýratiárunum tosaði um før­oyskan landsbanka. Tað var tá Fólk­a­flokkurin hevði visiónir um ein­ar frælsar Føroyar við skip­að­um bú­skap­ar­við­ur­skift­um. Fólk­a­flokk­ur­in var eis­ini part­ur av sam­gong­uni, sum í 1978 bar lógina ígjøgnum tingið, og Jógvan Sundstein slóðaði eisini fyri, tá fyrsta innlánslógin varð samtykt í 1992. Men nýggi Fólk­a­flokkurin hevur saðlað um.

Nú skal Landsbankin klaskast und­ir ein almennan stovn, har habi­li­tets­krøv­ini eru munandi lægri. Land­s­bank­a­stjórin skal til dømis einki vinn­u­ligt virksemi hava, með­an gjald­stov­u­stjóri­n er rótaður upp í fleiri stór part­afeløg og helst er meira lønt­ur sum kapitalistur enn almenn­ur stjóri.

Hetta boðar ikki frá góðum – og hetta fær okkum at hugsa um kiptu song­fuglarnar enn einaferð. Song­fuglar, sum javnan tosa um at fáa marknaðarmekanismurnar at virka frítt, og sum mæla til at reka pol­itikin á eini sosial-limeralari kós.
Vit kunnu so bara vóna, at politik­ar­ar­nir ikki sleppa fram at fæn­um í Sambandsfasta, sum tó stór­ur vandi er fyri, og at tað ikki eydn­ast heldur at sleppa fram at fæn­um í Arbeiðsloysisgrunninum.

Andstøðan ger bart og lovar, at Lands­bankin verður end­ur­stovn­að­­u­r, um flokk­ar­nir fáa politiska á­­virk­an eftir næsta val. Tað er tað sjálv­­andi eingin sum veit. Men skal tað henda, so skal nógv broytast – og 12 tingsessir skulu blíva til 17, ella skulu atkvøðuneyt í øðrum flokk­um skifta støðu. Í øllum førum er ein nýggjru landsbanki ivasamur, men livst so spyrtst.