ODDAGREIN: Og løgmaður tryggjar Eik

– Eik Banki fer ongan veg. Eik Banki verð­ur verandi partur av føroyska bank­ageiranum bæði fyri og eftir 10. desember.
Tað var greiði boð­skap­ur­in hjá løg­manni í út­var­p­inum leyg­ar­kvøld­ið.

Men útmeldingarnar hava verið løgn­ar. Andstøðan vil ikki vera við í eini al­mennari banka­bjarging, og leyg­ar­dag­in boðaði Jørgen Nicla­sen, for­maður Fólka­floks­ins á lands­fundi frá, at landið ikki skal keypa Eik.

Tað er ikki so løgið, at óstortliga fram­­ferð­in hjá for­­mann­­­i­­num í Fin­­an­­s­­i­el Stabi­litet hós­dag­in fær fólk at hugsa um seinastu bank­a­bjarg­ing, sum skapti so ring viðurskifti mill­um Før­oy­ar og Dan­mark. Hvønn hann vildi ræða, er ikki gott at vita. Um hetta var ein boðskapur til lands­stýrið, so kundi tann boð­skap­ur­in verið givin á annan og fólk­a­ligari hátt.

Men tað skert ikki burt, at tann støð­an, sum hann greiddi frá verður, um eing­in keypari finst, hana mugu vit ikki koma í.

Hugsið bara um set­hús­a­markn­að­in, um tús­und­tals set­húsa­eig­ar­ar koma í ta støðu, at lán mugu sig­ast upp og fígging søkjast í øðr­um pen­ing­a­stovni. Tá fer allur sethúsa­markn­að­urin í knús.

Og tann, sum í hesum døgum rek­ur vinnu, veit og skilir, hvussu stór­an týdning gjaldføri hevur, og hvussu týdningarmikið tað er at hava ein peningastovn, sum kann veita tær kreditt. Tað er munurin mill­um lív og deyð hjá nógvum vinn­u­virkj­um, og nógv arbeiðspláss verða hótt, og nógvir húsagangir kunnu verða úrslitið.

Tí er tað ábyrgdarloysi, um einki verð­ur gjørt til tess at bjarga bank­a­num.

Men hesa støðuna koma vit ikki í. Tað hevur løgmaður garanterað. Hann sigur, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið, tí tað er ikki ein møg­u­leiki, at Eik Banki hvørvur úr før­oyska fíggj­ar­g­ei­r­anum­. Hann held­ur, at selj­ar­in helst hevur onkr­a orsøk til at hava so stóran skund, sum for­mað­urin í Finansiel Sta­b­i­l­i­tet vísti á hósdagin. Men løgmaður vísti eisini, at tað ikki verður hesin nevnd­ar­for­mað­ur, sum fær síðsta orðið. Kemur tað hartil, so verður tað ein spurn­ingur millum donsku stjórn­ina og landsstýrið.

Øll eru helst samd um, at tað besta er, at tað ikki verður neyðugt hjá landi­num at keypa bankan. Men sjálv­andi má landsstýrið fyrireika seg - og um neyðugt traðka til.
Konspiratiónsteoriirnar nytta lít­ið, tá bankin er avviklaður...

Hetta er so prísurin, vit mugu gjalda fyri eksperimentið hjá nøkr­um fáum, sum skuldu spæla ís­lend­ing­ar. Ein dýrttjentur lærupengi, sum ikki eigur at endurtakast.