So er bert at vóna, at veðrið heldur sær, tí so hepnast mentanarnáttin væl, og fólk av bygd og bý kunnu hugna sær við øllum teimum forkunnugu tiltøkunum, sum er á skránni í kvøld.
Miðbýir – bæði í Havn og í Klaksvík hava verið á dagsskrá seinastu dagarnar. Nógv góð hugskot eru um, hvussu meira lív verður skapt í miðbýunum – sum øll hava til endamáls at skapa størri trivna í býnum.
Tað er gott við góðum tankum og góðum hugskotum, men tíverri verður tað vanliga ikki meira enn góð hugskot. Tað er tungt at fremja broytingar. Býarstýri og býarumsiting eru sera tungar skipanir, har trupult er at koma ígjøgnum. Tá so onkur uttanfyri roynir seg við hugskotum, verður tað kanska serliga møtumikið.
Tí er júst eitt tiltak sum Mentanarnáttin – har vinna og mentan ganga hond í hond, eitt kærkomið høvi at sýna alt tað fram, sum miðbýurin hevur at bjóða – og hvussu væl tað ber til at sýna fram alt frá heimavirki, list, søguligar bygningar og forkunnug støð í býnum. Eisini ber til at vitja fleiri tónleikaframførslur, kirkjur og samkomur hava opið hús, søvn hava opið, ymsir túrar verða fyriskipaðir – í gomlu Havnini, í gamla kirkjugarð og frá Kongaminni oman á Kongabrúnna, har tosað verður fyrstua kongsvitjanina, sum var í 1874. Í Tinganesi hevur landsstýrið opið hús, og soleiðis ber til at síggja støð, ið ikki dagliga eru opin fyri almenninginum.
Tað er gott, at mentanarnáttin er komin fyri at vera. Eisini eiga vit at fegnast um øll tey góðu hugskotini um tann góða miðbýin. Tí tað eru slík hugskot, ið skapa gróðrarbotn fyri konstruktivum tankum og stimbra ta estetisku tilvitskuna, sum skal til fyri at skapa hugna, trivna og lív í miðbýnum.