ODDAGREIN: Nátúrligt við einari leiðslu

Vit kunnu ikki annað enn geva Tumm­asi í Garði rætt, tá hann sig­ur, at stríðið um og millum tey trý sjúkr­a­húsini í Føroyum ongan enda tyk­ist fáa.

Tummas í Garði er narkos­u­yv­ir­lækni á Landssjúkrahúsinum. Hann er júst komin aftur í starv­ið, eftir at hava røkt starvið sum læknastjóri og varastjóri á Lands­sjúkr­a­hús­i­num, og tí fær hann nú sagt sína hugsan.
Tað snýr seg um, hvussu vit brúka eina hálva milliard best. Er tað rætt, at vit hava fulla til­búgv­ing á trim­um sjúkr­a­húsum? Tað held­ur frá­farni læknastjórin á Lands­s­júkr­a­húsi­num vera skeivt. Hann sakn­ar poli­tikarar, sum hava rygg til at fremja neyðugu nýskipanirnar, sum skulu til í sjúrkahúsverkinum og stað­festir samstundis, at politikarar ræð­ast fólk innan sjúkrahúsverkið og tí ikki handla skilvíst.
Og tað er ikki hissini pá­stand­ur, hann hevur, at hvørki stjórin og enn minni Heilsumálaráðið ráða í sjúkra­hús­verk­i­num­. Men einstakir yv­i­rlæknar. Orsøkina til tað sigur frá­farni sjúkrhússtjórin vera, at tað er so ringt at fáa serlæknar í yv­ir­lækn­a­størv­ini, og tá tað eydn­ast, so leggja øll seg skerfløt fyri teimum og lata teir gera, sum teir vilja.
Tey sum hava fylgt við pol­it­iska kjaki­num sein­astu nógvu árini kunnu skjótt staðfesta, at lok­al­pol­i­tikk­urin uttan iva kostar nógvar peng­ar í sjúkrahúsverkinum, sum kundu verið brúktir øðrvísi. So er spurn­ingurin, um tað er tað, vit vilja. Ynskja vit at brúka nógvar pengar eyka fyri at hava somu tænastur á fleiri støðum av lokalpolitiskum áv­um?
Fráfarni læknastjórin í Havn er ikki í iva. Hann heldur, at øll sjúkr­a­húsini eiga at koma undir somu leiðslu, og at læknarnir verða sett­ir við landssjúkrahúsið og røkja upp­gáv­ur á smærru sjúkrahúsunum eft­ir tørvi. Hann vísir á, at dygdin og sjúkl­ing­ar­trygd­in ikki verða sett í há­sæti sum er – og hann sigur, at tað er bein­leið­is tvætl og vandamikið fyri sjúkl­ing­ar­nar at býta sergreinir mill­um sjúkrahúsini.
Tað stutta av tí langa er, at vit mugu krevja meira av okkara pol­it­ik­ar­um. Vit mugu krevja, at stýr­ing er á, hvussu vit brúka eina hálva milliard krónur – og at rudd­að verð­ur upp, so tað ikki eru ein­stak­ir persónar og lokalpolitisk á­hug­a­mál, sum seta dagsskránna á ein­um so viðberknum øki, sum sjúkr­a­hús­verk­i­num.