?Svarið frá landsstýrismanninum er orðasvaldur, sum lítið hevur við veruleikan at gera, segði Jenis av Rana.
Og júst Jenis av Rana helst tann tingmaðurin, sum hevur best innlit í hesi viðurskiftini, tí hann er eisini kommunulækni og hevur starvast sum lækni í sjúkrahúsverkinum. Men tað sum hevur fingið sinnið í kók hjá tingmanninum, eru egnu royndir hansara av sjúkrahúsverkinum seinastu mánaðirnar sum nærmasti avvarðandi hjá álvarsliga sjúkum fólki.
Men tað sum undrar okkum er, at landsstýrismaðurin so at siga einki konkret uppskot hevur til sparingar, tó at vit nú fara inn í næsta mánað í árinum. Samgongan hevur samtykt at spara 20 milliónir í ár 50 milliónir næstu árini. Men tey vita als ikki, hvussu tey skulu spara.
Landsstýrismaðurin tosar um »djúptøkna nýskipan í heilsuverkinum« og um at »tænastan til borgaran verður betur og nærri borgaranum fyri minni kostnað« og um »at fáa meira fyri minni«.
Alt slitnar frasur, sum vit hava hoyrt so ofta. Tú fært hug at spyrja, um púra einki skil er í fyristingini. Verða slíkar spariætlanir bara tiknar úr leysum lofti úr einum rokniarki hjá Jørgen Niclasen prúasta uttan jørðforbindilsi?
Og tað ljóðar sanniliga álvarsamt, tá ein royndur løgtingsmaður, sum hevur verið við til at gjørt 19 tær seinastu fíggjarløgtingslógirnar sigur, at tað er nógv fyri, at man skal enda í hóttandi sjúku fyri at ásanna, at tosið hjá samgonguni um sparingar er tað bera orðaskvaldur, sum lítið hevur við veruleikan at gera.
Jenis av Rana hevur rætt. Spariætlanirnar eru ikki trúverdugar. Og at landsstýrismaðurin ikki kann koma við nøkrum konkretum, nú ein mánaður er farin av árinum, tað er prógv um atgerðarloysið, sum Jenis av Rana og samgongan eru eksponentar fyri.
Trupulleikin er bara tann, at hvørki Jenis av Rana ella Karsten Hansen ella Bill Justinussen fara at gera nakað við tað. Miðflokkurin sær størri virði í politisku taburettini enn at røkka politiskum málum. Tað hevur eingin prógvað betur, enn júst Jenis av Rana.
Men tó – at tað blíðkar fyri hugaðum monnum kann føra til okkurt gott. Gævi satt, at tað eisini blíðkaði fyri øðrum í samgonuni, so málini ikki bara vórðu sett eftir teimum á hægstu rókum.










