Vit skulu á hesum stað ikki taka støðu til, hvat eitt slíkt hús er vert í milliónum, men vit kunnu bara fegnast um, at tað eru kreftir í Tórshavnar Kommunu, sum hava ans fyri slíkum umhvørvisvirðum, sum bæði Skeiva Pakkhús og Müllers Pakkhús eru. Um avgerðin bert er tikin av fíggjarligum ávum, so er tað eitt mál at kjakast um, men um orsøkin er, at býráðslimir halda uppskot borgarstjórans vera fjant og fjas, so er tað stórt spell.
Heðin Mortensen hevur verið talsmaður fyri, at meira skal gerast við miðbýin, og verða Tórsgøta og Vágsbotnur nevnd í hesum samanhangi, at ítøkiligar ætlanir eru um at menna umhvørvið, sum hýsir fleiri mentanar- og vinnutstovnum umframt handlum, matstovu, skeinkistað, gistingarhúsi og miðlahúsi.
Vit kenna tað øll frá t. d. Bergen og Stavanger, hvussu tað hevur eydnast teimum at fríðka og hugna um umhvørvið við sjóvarmálan.
Á sama hátt kunn vit fegnast um, at tað hevur hepnast at varðveita gomlu Havnina, sum er ein unikk perla í landinum, sum eisini er eitt satt vørumerki fyri landið og býin. Við at kommunan ognar sær fleiri bygningar, sum t. d. Skeiva Pakkhús, so ber til at fáa eina mentanarliga heild líka úr Sjarpholinum við Skipasmiðjuna, fram við Lágabø, Høgu- og Lágukai, fram við Skálatrøð heim í Vágsbotn, har Nólsoyar Pálstorgið kann vera karmur um nógv fólkslig tiltøk við teimum ætlanunum, sum eru at bøta um torgið. Soleiðis fæst ein heild um allan sjóvarmálan á Havnarvág úr Lágabø og heim á Kongabrúnna.
Tá nú ætlanirnar hjá býráðnum er brostnar, so er bert at vóna, at nýggju eigararnir eisini hava eitt mentanarligt ella fólksligt endamál við Skeiva Pakkhúsi. Annars eru ognirnar hjá P/F Valdemar Lützen annars úti í Rættará rættuliga áhugaverdar - ikki minst gamla fabrikkin hjá Østrøm, sum hevði verið ein heiðurligur karmur um mangt, ið kundi verið býnum, fólkinum og landinum at fram - og tað býráðslimir at hava í huga, tá høvi býðst - heldur enn politiska ping-pong spælið.










