besta ítriv hansara. Hóast Jógvan A. Hansen er 100 ár, so sæst tað ikki á honum, um ellið tyngir. Livandi brúnu eyguni fylgja væl við øllum, sum fer fram kring hann, og hvíta tættvaksna hárið er sum á einum [...] skilja, hvat sagt verður. Kanska er hann heldur ikki so hugaður at taka lut í øllum hóvastákinum um sín persón, nú stóri dagurin nærkast. Verður 100 um tú livir nóg leingi Eg hevði ikki væntað at eg fór [...] hongur í kjallaranum, sigur Jógvan A. Hansen. Alt prátið um føðingardagin og spurningar um, hvussu tað kennist o.s.fr., fær tann gamla at ótolnast, men so veit hann ráðini: At fylla 100 ár? - Tað veit eg ikki
tá tað snýr seg um at bera vánalig tíðindi, so er eingin gongd leið uttan um. Hinvegin, so kenni eg meg trygga við Ritzau tíðindastovuna, sum er ógvuliga seriøsur stovnur, har tíðindini ikki verða snarað [...] nærri um. Eitt nú, hvussu gongdin á búskaparliga økinum hevur verið í Føroyum. Tí skrivar Randi Mohr altíð um føroysku fíggjarlógina, tá hon verður løgd fram, og tá hon er samtykt, men annars ikki um orðaskiftið [...] er ikki longur spurningur um, hvar Randi Mohr kennir seg heima. Ikki dani í Danmark Um sín samleika, sigur Randi Mohr, at hóast hon ikki er rættiligur føroyingur í Føroyum, so er hon heldur ikki dani í
fellur á hesar vinnurnar, eigur ein at hugsa um, at vinnurnar ikki bert kappast móti innflutninginum um marknaðin, men kappast samstundis við aðrar vinnur um arbeiðsmegina og kapitalin sum skal til fyri [...] kunnu framleiða vøruna í Føroyum, men eisini skal framleiðslan vera so lønandi, at tað loysir seg betur at framleiða júst hesa vøruna framm um at leggja orkuna í t.d. størri góðsking av útflutninginum. Fjórði [...] vaksa nakað, soleiðis at samlaða fallið í búskapinum ikki verður heilt so stórt sum tað annars vildi verið. Kuriosum Pástandurin um at nakrar vinnur í dag eru minni enn annars orsakað av høga lønarlagnum
Orsaka av, at vit liggja so tætt við bæði Finnland og Svøríki, og av tí at vit tosa sama mál sum sviar og ein partur av finnunum, so er ynskið um fullkomið sjálvstýri ikki so brennandi ímillum álendingar [...] vit jú nógv dømir um. Tað finnist ein rúgva av sokallaðum vælvirkandi mikro-statum kring allan knøttin. Harafturat, so veit eg, at Áland uttan trupulleikar kundi klárað seg fíggjarliga, um vit høvdu sjálvstýri [...] sjálvstýri. - Eg skal ikki koma við nakrari meting um, hvussu Føroyar høvdu roynt seg uttan Danmark. Fyri at kunna gera tað, so má eg vita nógv meira um viðurskifti tykkara. Men eitt er vist, og tað er, at
?bara? fimm tímar. Um tú vilt ella ei, so er maðurin rættiligur entertainari. Ilt er at siga, hvussu tað kann bera til, at hann fær hildið so drúgvar røður, og hann drekkur ikki so mikið sum ein vatnsopa [...] seðlarnar, ið eisini verða kallaðir salatbløð. Ferðavinnan kastar nógvar dollarar av sær, so nógvar, at hon er farin fram um eitt nú tubbaksídnaðin. Longu í 2000 verður mett, at ein millión ferðafólk koma til [...] arkitektar úr útlondum at hjálpa til, og býurin er komin á eina ætlan hjá ST um at varðveita hann. Hevði ferðslan verið so tøtt sum í øðrum býum av somu stødd, hevði verið torført at drigið andan fyri
nógv umrøddur í Føroyum, so hetta kan vera tilvild, men um somu tíð vísir tað, hvar bøkurnar eru settar í tíð. »Barbara« fer fram aftan á Marlborough, meðan »Beinta« fer fram um somu tíð sum søgnin og á [...] livir í løtuni, so er Beinta tunglynt og livir í dreymi. Tær eru kortini báðar tølandi, men á hvør sín hátt. Barbara tí hon er so sjarmerandi, Beinta tí hon er so vøkur. Tað er lítil ivi um, at Jørgen-Frantz [...] suðuroyingin um við tey ungu systkini, sum flestu føroyingar hava hoyrt um, og á tann hátt dregur hann tað óhugnaliga fram. Prestarnir og verðin Harra Peter Arrheboe brýggjar seg ikki um hinar prestarnar
bæði føroyingar og útlendingar, sum hava áhuga fyri hesi farleið. Við øðrum orðum, so legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um misálit á landsstýrismannin Sámal P. í Grund, tí hann tók stig til at privatisera [...] tekur undir við skerjing av flutnings- og ferðasambandinum til og frá Suðuroynni, sum frammanundan er so torført og lítið nøktandi fyri okkum, sum her búgva. Sostatt er eingin orsøk til aftursvar, men eiga [...] politikarar bara at sleppa snikkaleysir, tá teir siga ósatt, kann ein spyrja. Ella ein kann spyrja, um tað gongur sjón fyri søgn, at tað eru teir tingmenn, sum tiga og samtykkja í framhaldandi niðurbindingini
føroyskar politikarar, tá hesir í áttatiárunum rendu alt samfelagið um koll. Ávaringar um at broyta kós tóku politikarar ikki fyri fult. Teir vóru so nógv klókari enn danska ráðgevandi nevndin ella allar tær røddir [...] vaks millum føroyingar undir krígnum, og fólkaatkvøða um loysing var sum kunnugt í 1946. Ofta havi eg hugsað um, hvussu vorðið hevði verið her á landi, um loysing frá Danmark varð sett í verk í 1946. Tí longu [...] vøkstur um árið. Allar fíggjarlógir frá 1990 til 1995 høvdu hall, og reiðuliga stórt hall. Neyðugt var at læna pening at gjalda undirskotið við. Men um eingin blokkur hevði verið hesi 6 árini, so hevði samlaða
Eisini stóð at lesa um eitt lógaruppskot um landbúnaðarviðurskifti í Føroyum. Eisini varð skrivað um Jóannes bónda, sum arbeiddi fyri at stovna landbúnaðarskúla í Føroyum, og um at lærarastarv varð lýst [...] Árslønin var 250 krónur. Til minnis um 100 ára føðingardagin, handaði Helena Dam á Neystabø Jógvan Hansen hesi bæði avritini av Dimmalætting. Helena Dam á Neystabø helt fram, og nevndi m.a. hvussu nógv var [...] tilllukkku á 100 ára føðingardegnum við ynski um Harrans signing yvir lívskvøld hansara. Hóast móttøkan í bygdarhúsinum eftir ætlan skuldi enda kl. 18, so nærkaðist klokkan 19, áðrenn føðingardagsbarnið
tann, at vit hava so nógv samstarv við Grønland og í summum førum ber til at samanbera. Kunnu vit bøta um egnar skeivleikar við at læra av mistøkunum hjá grønlendingum á ferðavinnuøkinum, so er tað bara gott [...] NÚ vit tosa um ferðavinnu visti útvarpið nú um dagarnar at siga frá eini grein í grønlendskum blað, sum nettupp viðger ferðavinnuna. Og í hesi grein stendur ferðavinnan ella rættari almennu ferðavinnu [...] ferðavinnuni annars - tí vit hava einki ítøkiligt at vísa til - so loyva vit okkum kortini at spyrja, hvussu stætt er her hjá okkum, tá tað um ferðavinnutøl ræður? Hvørji mál hava vit sett okkum, og hvussu