Vinnan og marknaðarføring

SØLA- og marknaðarføring er eitt mál, sum javnan verður havt á lofti. Og sum oftast hevur tað verið fyri tað ringa. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt og sæð atfinningar ímóti okkara fiskasølum, tí tær antin ikki duga ella gera ov lítið fyri at marknaðarføra og selja okkara fisk! Í blaðnum leygardagin vísir bretski konsulin í Føroyum sína stóra ónøgd við, at hvørki, vinnulívsfólk, ferðavinnan ella politikarar brúktu tað frálíka høvið, sum dysturin millum Skotland og Føroyar var, fyri at marknaðarføra okkum. Hann heldur, at vit her høvdu ein einastandandi møguleika at gjørt vart við Føroyar sum ferðamannaland, við føroyskar vørur osfr. Vónandi fara vit at fáa viðmerkingar til hesar atfinningar frá teimum, sum í dag virka í vinnuni. Er hald í teimum, ella er hetta bara einkisigandi negativur kritikkur?

NÚ vit tosa um ferðavinnu visti útvarpið nú um dagarnar at siga frá eini grein í grønlendskum blað, sum nettupp viðger ferðavinnuna. Og í hesi grein stendur ferðavinnan ella rættari almennu ferðavinnumyndugleikarnir fyri skotum. Víst verður á, at tey tølini, sum eru sett upp fyri, hvussu nógv ferðafólk vitja komandi árini og hvussu nógv hesi skulu leggja eftir seg, eru als ikki í samsvar við veruleikan. Niðurstøðan er tann, at ferðavinnan fer als ikki at geva tær inntøkur til grønlendska samfelagið sum tað m.a. er komið fram til í eitt nú frágreiðingum, sum gjørdar eru fyri myndugleikarnar. Talið av ferðafólki er alt ov høgt mett, inntøkurnar frá ferðafólki eru alt ov høgt settar, og talið á teimum, sum arbeiða í ferðavinnuni, er somuleiðis alt ov høgt sett.


UTTAN at hetta skal uppfatast sum nøkur atfinning móti okkara egnu ferðavinnumyndugleikum og ferðavinnuni annars - tí vit hava einki ítøkiligt at vísa til - so loyva vit okkum kortini at spyrja, hvussu stætt er her hjá okkum, tá tað um ferðavinnutøl ræður? Hvørji mál hava vit sett okkum, og hvussu gongst at liva upp til tey? Hvussu síggja hagtølini út, og hvussu skilja vit millum veruligar turistar og so t.d. føroyingar, sum ferðast aftur og fram? Ber til at samanbera viðurskiftini her og tær frágreiðingar, sum útlendskir serfrøðingar hava gjørt fyri okkum, við tað, sum er gjørt fyri Grønland? Ein orsøk til at seta hesar spurningar eru eisini tey úttalilsi, sum hava verið frá politikarum oø. í seinastuni í sambandi við fullveldisætlaninar. Har hevur tað m.a. verið víst á ferðavinnuna, sum ein týðandi alternativ vinna í framtíðini. Lat okkum vóna, at so verður, men lat okkum eisini síggja realitetirnar í eyguni: hvat er samfelagsliga íkastið frá ferðavinnuni í dag og í framtíðini? Ein orsøk til at taka fram grønlendsku ferðavinnuna í hesum sambandi er tann, at vit hava so nógv samstarv við Grønland og í summum førum ber til at samanbera. Kunnu vit bøta um egnar skeivleikar við at læra av mistøkunum hjá grønlendingum á ferðavinnuøkinum, so er tað bara gott. Annars er ætlanin nú seta á stovn Útflutningsráð. Hetta halda vit vera skilagott, tí nettup eitt Útflutningsráð kundi havt verið við til at tryggjað, at marknaðarføringin var partur av Skotlandsdystinum. Ella skuldi hetta nettupp verið ein uppgáva hjá Ferðaráðnum o. ø?