Vinnurnar
Vit kunnu byrja við at hyggja eftir hvørjar vinnur vit finna í føroyska búskapinum.
Fyrsta vinnan, høvuðsvinnan, er fiskivinnan. Hon er sermerkt við at vera sera lítið tengd at gongdini í restini av búskapinum. Hetta sæst av at ein uppgongd í restini av búskapinum ikki skapar nakra uppgongd í fiskivinnuni, harafturímóti skapar ein uppgongd í fiskivinnuni eina uppgongd í restini av búskapinum. Ávirkanin gongur sostatt bert ein veg, nevniliga frá fiskivinnuni til restina av búskapinum. Harnæst er fiskivinnan lønt við hýrum, ið merkir at ein lønarvøkstur á landi ikki hevur nøkur árin á lønarlagið í fiskivinnuni.
Búskaparliga sæð er fiskivinnan soleiðis sermerkt við at vera ein vinna sum livur sítt egna lív uttan fyri restini av búskapargongdini. (Hetta er sjálvsagt ikki allur sannleikin við tað at ein lønarvøkstur á landi kann fáa fiskimennirnar at leggjast upp á land, og somuleiðis kann ein lákonjunkturur á landi merkja at íløgurnar í fiskivinnuni verða minni).
Næstu vinnurnar eru flakavinnan og alivinnan. Hesar vinnur selja sína vøru til útheimin og eru sostatt heldur ikki tengdar at gongdini í restini av búskapinum. T.d. vil ein øking í eftirspurninginum eftir nýtsluvørum í Føroyum ikki merkja at flakavinnan byrjar av framleiða meiri. Harafturímóti vil ein lønarvøkstur merkja at flakavinnan og alivinnan missa kappingarføri (serliga flakavinnan, tí at her er lønarparturin sera stórur). Hyggur ein eftir gongdini í flakavinnuni seinastu mongu árini, so sæst tó, at tað serliga er fiskanøgdin sum avgerð hvussu stór framleiðslan hevur verið. Sostatt er ikki lætt at vísa á at ein lønarhækkan hevur elvt til, at minni hevur verið framleitt (og tískil er heldur ikki lætt at vísa á at ein lønarlækkan vil økja framleiðsluna). Búskaparliga teoriin sigur tó at lønin eigur at hava stóra ávirkan á hvussu nógv verður framleitt, tískil má roknast við, at ein lønarniðurskurður vil merkja eina ávísa øking í framleiðsluni á flakavirkjunum v.m. Triði bólkurin eru vinnur í kapping við innflutningin. Hesar eru ikki serliga nógvar í føroyska búskapinum og ofta hevur verið sagt at hetta kemst av tí vána kappingarførinum vit hava í Føroyum og tí lítla heimamarknaðinum. Eg meini at seinna punktið er tað mest týdningarmikla, nevniliga at heimamarknaðurin er ov lítil til at vit veruliga kunnu standa okkum í kappingini móti teimum bíligu innfluttu vørunum. Tá tosið fellur á hesar vinnurnar, eigur ein at hugsa um, at vinnurnar ikki bert kappast móti innflutninginum um marknaðin, men kappast samstundis við aðrar vinnur um arbeiðsmegina og kapitalin sum skal til fyri at framleiða vøruna. Ikki er nokk at vit kunnu framleiða vøruna í Føroyum, men eisini skal framleiðslan vera so lønandi, at tað loysir seg betur at framleiða júst hesa vøruna framm um at leggja orkuna í t.d. størri góðsking av útflutninginum.
Fjórði bólkurin er privatar tænastuvinnur og ídnaður sum framleiðir vørur sum ikki eru í kapping við innflutningin. Hesar eru nógvar av í føroyska búskapinum. Eftirspurningurin eftir vørum frá hesum vinnum kemur bæði frá øllum øðrum vinnum, privatu húsarhaldunum umframt vinnunum sjálvum. Hesar vinnurnar byggja sostatt í stóran mun uppá innanlanda eftirspurningin sum kemur av inntøkum skaptum í Føroyum og av inntøkum frá ríkisstuðlinum. Ein niðurgongd í fiskiskapinum vil tískil raka hesar vinnurnar sera meint. Somuleiðis vil ein niðurgongd í inntøkunum frá ríkisstuðlinum raka hesar vinnurnar sera meint.
Fimti og síðsti bólkurin er almenni sektorurin. Hesin er í stóran mun politiskt avgjørdur, men ikki í størri mun enn at sjálvt politikkarar mugu stundum halda seg til teir veruleikar vit nú einaferð liva í. Gongdin í fiskivinnuni og gongdin í búskapinum annars er avgerandi fyri hvussu stórur almenni sektorurin kann verða. Her eru inntøkurnar frá skattinum og avgjøldum saman við ríkisstuðlinum avgerandi fyri hvussu sektorurin kann síggja út. Tískil leggur samlaða búskapargongdin eitt avgerandi mark fyri støddini av sektorinum.
Samanlagt hava vit í føroyska búskapinum sostatt ein vinnubygnað við eini høvuðsvinnu sum livir sítt autonoma lív uttan fyri restini av búskapinum, nakrar vinnur sum góðska útflutningin nakað meiri, sera fáar vinnur í kapping við innflutningin og at enda ein tænastusektor (íroknað almenna sektorin) sum í stóran mun livir av inntøkum frá ríkisstuðlinum og inntøkum skaptum aðrastaðir í búskapinum.
Árinini av blokkískoytinum á búskapin
Spurningarnir sum eg nevndi í byrjanini av greinini var: Hvat fyri tillaging er hend sum fylgja av ríkisstuðlinum, og hvussu høvdu vit skipað búskapin uttan ríkisstuðul.
Árinini av ríkisstuðlinum eru í veruleikanum sera einføld. ríkisstuðulin gevur okkum høvið til at nýta meiri pening enn vit annars vildu havt møguleika fyri, og er harvið við til at skapa størri eftirspurning í samfelagnum enn tað annars hevði verið. Fyri at hyggja at hvussu ríkisstuðulin hevur ávirkað búskapin kann ein tí hyggja at hvussu tann økti eftirspurningurin hevur ávirkað teir einstøku sektorarnar. Lættast er fyrst at hyggja at fiskivinnuni.
Ríkisstuðulin hevur ikki ávirkað fiskivinnuna, við tað at fiskivinnan er ein autonom vinna sum livir sítt egna lív uttanfyri tann eftirspurningin sum annars er í samfelagnum. Heldur ikki eitt møguligt hægri lønarlag orsakað av ríkisstuðlinum kann ávirka fiskivinnuna. Harafturímóti er tað møguligt at tann størra peninganøgdin hevur givið størri íløgur í fiskifør og at studningurin til fiskivinnuna hevur ávirka vinnuna. Her skal ein tó minnast til at vit politiskt altíð hava havt ræði á hvussu stórar íløgurnar í fiskifør skuldu vera og at tað vóru føroysku politikkarnir sum hava givið studningin til fiskivinnuna. (Samstundis er tað sannlíkt vit høvdu borið okkum politiskt at júst sum vit gjørdu, við tað at studningur til fiskivinnuna var eisini politikkurin í londunum runt um okkum). Mín meting av tey árin ríkisstuðulin hevur havt á fiskivinnuna er, at eingin tillaging er hend í fiskivinnuni sum fylgju av ríkisstuðlinum og vit ikki høvdu skipað fiskivinnuna øðrvísi um vit ikki høvdu fingið ríkisstuðul.
Ríkisstuðulin hevur gjøgnum økta eftirspurningin fingið framleiðsluna í tænastuvinnunum (herundir almennum tænastum) og ídnaðinum sum ikki er í kapping við innflutningin til at økjast munandi. Av tí at ríkisstuðulin er ein støðug inntøka, er árinið á hesar vinnurnar støðug, og harvið eru hesar vinnurnar støðugt størri enn tær vildu verið uttan ríkisstuðul. Ongin ivi kann tískil vera um, at hesar vinnurnar hava tillaga seg til at ríkisstuðulin kemur inn í landið. Uttan ríkisstuðul vilja hesar vinnurnar minka munandi.
Økta framleiðslan í tænastuvinnunum og í varda ídnaðinum hevur fingið lønirnar til at hækka nakað. Henda lønarhækkan hevur merkt at kappingarførið í eitt nú flakavinnuni er minkað, og harvið er framleiðslan í hesi vinnuni minni enn hon annars vildi verið. Sama er galdandi fyri aðrar vinnur sum kappast á útlendska marknaðinum. Framleiðslan í alivinnuni er tó eisini í stóran mun avmarkað av biologiskum viðuskiftum sum einki hava við lønarkappingarførið at gera.
Síðsti bólkurin er vinnur ið kappast móti innflutninginum. Her kann viðmerkjast, at lønarlagið kann hava ein týdning, men tað sum hevur størst týdning er, at heimamarknaðurin er ov lítil til at nógvar ymiskar framleiðslur kunnu vera í Føroyum. Hervið er marknaðarstøddin, og ikki lønarlagið, avgerandi fyri um hesar vinnurnar kunnu gerast meiri týðandi enn nú.
Niðurstøða
Samanumtikið eru árinini av ríkisstuðlinum sostatt, at føroyska framleiðslan av tænastum og vørum verður størri (bert vørur sum ikki eru í kapping við innflutningin), meðan eitt nú flakavinnan er nakað minni enn hon kundi verið.
Eingin ivi kann sostatt vera um, at ríkisstuðulin gevur eitt veruligt ískoyti til búskapin. Uttan ríkisstuðulin hevði føroyska framleiðslan verið minni og sostatt hevði føroyski livifóturin verið munandi lægri enn hann er í dag.
Um vit velja at avtaka ríkisstuðulin vilja nakrar vinnur í Føroyum minka munandi, meðan aðrar vilja detta heilt burtur. Nakrar vinnur vilja tó vaksa nakað, soleiðis at samlaða fallið í búskapinum ikki verður heilt so stórt sum tað annars vildi verið.
Kuriosum
Pástandurin um at nakrar vinnur í dag eru minni enn annars orsakað av høga lønarlagnum, er bygd uppá at ríkisstuðulin trýstir lønina uppeftir. Hetta er tó ikki heilt vist. Flest øll munnu í dag vera samd um at føroyska fólkið er sera mobilt. Hetta virkar sum ein stabiliserandi effekt uppá arbeiðsmarknaðin, soleiðis at lønirnar ikki sleppa at vera stórt øðrvísi enn eitt nú lønirnar í Danmark. Um ein soleiðis trýr, at føroysku lønirnar í longdini mugu vera á leið ájavnt við donsku lønirnar fyri at fólkið ikki skal rýma av landinum, so kann man ikki rokna við at ein avtøka av ríkisstuðlinum vil fáa lønirnar at falla munandi og tískil kan man heldur ikki rokna við at eitt nú flakavirkini fara at fáa betur kappingarføri at hesi orsøk.
Magni Laksáfoss
Búskaparfrøðingur