Hann situr framman fyri køksvindeygað, har frítt útsýni er oman á bryggjuna, eygleiðir lívið og virksemið gjøgnum kikaran, sum í dag er besta ítriv hansara.
Hóast Jógvan A. Hansen er 100 ár, so sæst tað ikki á honum, um ellið tyngir.
Livandi brúnu eyguni fylgja væl við øllum, sum fer fram kring hann, og hvíta tættvaksna hárið er sum á einum manni í miðjum aldri.
Bert knípur við hoyrnuni, og tí er torført hjá honum at skilja, hvat sagt verður. Kanska er hann heldur ikki so hugaður at taka lut í øllum hóvastákinum um sín persón, nú stóri dagurin nærkast.
Verður 100 um tú livir nóg leingi
Eg hevði ikki væntað at eg fór at liva á 100 ára føðingardegi mínum, men hinvegin, livir tú nóg leingi, kemur tann dagur eisini, sigur Jógvan A. Hansen, og brosar skemtandi.
Jógvan A. Hansen varð bori í heim í Miðvági 17. oktober 1898. Foreldur hansara vóru Nicolina og Thomas Hansen. Tey áttu fimm synir, ið gjørdust móður- og faðirloysingar í barnaárunum.
Foreldrini doyðu á ungum árum, fyrst pápin og síðani mamman, og Jógvan fór átta ára gamal til Símun í Deild í Vestamanna, at vera.
Skúlagongdina hevur Jógvan ikki so nógv at siga frá - annað enn at hann einki lærdi. Tey gingu í skúla frá sjey ára aldur og til tey vóru fermd.
Tá í tíðini gingu børnini ikki í skúla hvønn dag, tí tey høvdu eisini arbeiði at røkja, vóru í torvi, hoyggjaðu, veltu o.s.fr..
Stundir vóru eisini til okkurt spælið. Teir spældu røvarar, sum var eitt bóltspæl, har bólturin varð rullaður í eitt hol. Tann, sum megnaði tað, hevði vunnið.
Í sínum arbeiðslívi var Jógvan til skips í nógv ár. Í 1949 fór hann í land og arbeiddi hjá SEV og seinni hjá kommununi í Vestmanna.
Hann var 17 ára gamal,tá hann fór við Doru í 1915, og Thomas í Skálum var skipari. 22 ára gamal fór hann við Flower, og har var hann við sum kokkur í 20 ár. Jógvan sigldi eisini við sluppunum Keflavík og Grønanesi, sum Viggo Dam, skipari, førdi.
Undir seinna heimsbardaga var Jógvan nakrar túrar í Aberdeen við ísfiski. Hann gavst at sigla í 1949, og síðsta skipið hann var við var Hjørdis, sum Kristian Danielsen, skipari í Kvívík, førdi.
Jógvan A. Hansen var giftur við Binu, og tey fingu trý børn. Hann bleiv einkjumaður í 1971, og búði einsamallur heima í nógv ár, til yngsta dótturin Jona og maðurin Magnus Jacobsen, sum eiga tvey børn, fluttu inn.
Góður abbi
Tey ungu tosa um, hvussu hugaligt tað var, at flyta til abban. Maðurin sigldi úti og Jona arbeiddi í Havn. Abbin var altíð inni, og tók sær av børnunum, tá tey komu úr skúla.
Jógvan A. Hansen hevur verið pensionistur í 33 ár, men tað merkir ikki, at hann gavst at arbeiða.
Hann hevur havt sera góða heilsu, og hevur velt einar 4000 fermetrar burtur úr nýggjum. Hann hevði seyð, dunnur og høsn, og var annars ógvuliga góður við dýrini.
Enn er Jógvan frammi hvønn dag, og gongur upp og niður trappurnar fleiri ferðir um dagin. Hann er eisini førur fyri at kóka sær ein drekkamunn og fáa sær okkurt at eta.
Jógvan er púra klárur, men hevur ikki longur bindini at lurta eftir tíðindum ella at hyggja í sjónvarp, sum honum dámdi væl áður.
Besta ítriv hansara er at sita við kikaranum framman fyri køksvindeygað. Hann fylgir væl við bátunum, sum koma og fara, eins og hvat teir hava fingið tá teir koma aftur til lands. Eisini dámar honum at síggja kappróðrafólkini venja, og at fylgir við kappróðrinum.
Hevur skráað
alla sína tíð
Tá vit spurdu Jógvan, um lívsførsluna, nú hann hevur rokkið so høgan aldur, sigur hann, at sum ungur roykti hann, tó at hann alt sítt lív hevur skráað. Hann veit eisini hvussu snapsur smakkar, men hevur annars verið avhaldsmaður. Øll árini hevur hann verið á hvørjum vali, og altíð valt Javnaðarflokkin.
Tosið fellur á, at harutíðin stendur fyri durum, og Jógvan fer at siga frá einu ferðini teir vóru eftir harum. Teir vóru tríggir mans og fingu 22 harur. Av teimum skjeyt Jógvan tær 11 harurnar.
Ta ferðina var hann eitt sindur óheppin við byrsuni. Hann skuldi fáa sær ein vatnsopa í ánni, men tíverri kom byrsan at liggja undir honum, og løbið bognaði. Tað varð tó rættað upp aftur. Byrsan hongur í kjallaranum, sigur Jógvan A. Hansen.
Alt prátið um føðingardagin og spurningar um, hvussu tað kennist o.s.fr., fær tann gamla at ótolnast, men so veit hann ráðini:
At fylla 100 ár? - Tað veit eg ikki, tí tað er ikki fyrr enn í morgin, sigur Jógvan A. Hansen