í knús, tí tað er minsti parturin av honum, sum er eftir. Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at tað slepst ikki undan at gera hann aftur, tí fleiri skip hoyra til bygdina, og flakavirkið er í bygdini, [...] og seinast var so seint sum í kyndilsmessuódnini í 2008, tá ið tað kostaði tað einar milliónir at gera skaðan aftur. Men skaði hesa ferð er nógvar ferðir størri enn tann skaðin var. Tí hevur bygdaráðið [...] eini aldu upp á 10 metrar, sigur Janus Thomsen. Hann sigur, at tað er eyðsæð, at skal kommunan einsamøll standa við allari rokningini, fer tað at fáa ovurhonds stórar avleiðingar fyri alt annað virksemi í
siðani á nýggjárinum. Hann er føddur og uppvaksin í Havnini og í HB. - Tað er eingin trupulleiki. HB hevur vunnið nógv og steypakappingina ógvuliga ofta. Nú er tað GÍ, sum tað snýr seg um. Teir hava verið [...] n fyllir nógv í Gøtu, og tað hevur alstóran týdning, at tað hevur gingið so væl í steypakappingini. Altjóða luttakan ger tað áhugavert hjá spælarum at umboða GÍ. Tí hevur tað týdning at vinna finaluna [...] ímóti GÍ. Men hetta kennist ikki sum kríggj, har tað ræður um at knúlva gøtumenn. Heldur er talan um sunna kapping. Tað verður skemtað og prikað, men tónin er góður. Teir hava havt fleiri spælarar úr Fuglafirði
depositum fyri at standa á bíðilistanum. Soleiðis er møguligt at stytta bíðilistan, og har við bíðitíðina. Depositum verður afturgoldið, tá grundstykkið er keypt. Tað skrivar Tórshavnar kommunu síni heimasíðu [...] sigur seg hava varhugan av, at ein partur av teimum á bíðilistanum eru har, tí tað er ómakaleyst og ókeypis at vera á listanum. Tað hevur við sær, at bíðilistin neyvan vísir veruliga tørvin, og at fólk við [...] Depositum fyri fyritøkur er 25.000 krónur. - Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í at gera grundstykkir byggibúgvin, og vit vilja kenna veruliga tørvin, um byggibúgvingin skal halda fram. Tað eru ikki so fá gr
fiskimarkið, at stórt oljuríkidømi er í tí føroysku undirgrundini. Og so fáa øll dollarar í eyguni. Einki er at ivast í, tað er júst dreymurin um oljuna, sum hevur fingið føroyingar at hugsa meira positivt um [...] hugtakið, at vit eru við fyri at læra, er ikki at hoyra longur, tí nú hava vit lært og spæla við eftir førimuni. Vit eru fá men kná, sigur tað gamla orðatakið, og satt er tað. Vit hava megna at givið fótbóltsliðum [...] oyggjum? neyvan. Men tað gera vit jú. Og tað er fyrst og fremst okkum sjálvum at takka at vit eru komin so langt. Okkara arbeiðssemi og hegni. Men arbeiðssemi og trúgv á okkara førleika er minkað nakað hesi
kiska. Tað ásannar Georg L. Petersen, leiðari fyri aktuelt-deildina í Kringvarpinum. Tað hevur elvt til nógv kjak, at Jógvan Skeel Nolsøe, var vertur í ítróttarsendingini 3-2 mánakvøldið. Tað er einki óvanligt [...] óvanligt at hann er vertur í 3-2, tí tað plagdi hann at vera. Men tað, sum hevur vakt ans, er, at fríggjakvøldið dømdi hann landsdyst í hondbólti ímillum Føroyar og Kekkia, og í 3-2 var hann so vertur [...] havi óluksáliga ilt við at síggja reyða tráðin hjá KvF. Um nakar reyður tráður er har yvirhøvur. Tí tað tykist sum er tað rættiliga tilvildarligt, hvussu farið verður fram, tók Sveinur Tróndarson til.
eisini, at tað er pláss har. Fyri tveimum árum síðani vóru møguleikarnir kannaðir at gera sjúklingahotellið størri, men niðurstøðan er, at tað letur seg ikki gera – og tað letur seg heldur ikki gera at fáa [...] veruligi kostnaðurin er minst 10,5 milliónir. Tey siga, at skulu allir sjúklingar hava fylgjara við, merkir tað, at eini 1.220 fylgjarar afturat høvdu verið við í skipanini, og tað hevði kostað góðar 3 [...] sum fara uttanlands at fáa serviðger, fáa fylgjara við, hevði tað kostað føroyska heilsuverkinum minst 10,5 milliónir krónur um árið. Tað hevur Landssjúkrahúsið roknað út fyri Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum
at hann er alt tað, sum Jesus er. Gud er kærleiki og Gud er alt tað, sum er gott. Tað er mín ásannan, mín vitnisburður og mín trúgv. Og tað kunnu allir heimsins pástandir, frá hvørjum tað so er, ikki broyta [...] og tað haldi eg, vit hava fingið góðan fri til. Kanska ov góðan kundu vit heldur sagt, tí er skilið sum tað er. At samanlíkna Gud og Hitler er langt úti. Tað er at gera ljós til myrkur. Hevði tað verið [...] elskar Gud. Tað er Gud, sum heldur lív í teimim, tað er Gud, sum hevur givið teimum teirra familju og teirra vinirnar, sum tey eru góð við. Tað er lætt at hata, men tað er mangan tungt at takka. Fara vit at
veit væl, at tað fyri onnur kann tykjast sum um hann er fallin nógv frá Newcastle til FC Fredericia, men tað er bara ein partur av veruleikanum. Fótbóltslívið er ikki so einfalt, sum tað kann tykjast vera [...] hetta so gjara og nú skal tað verða, sigur Jóan Símun. Hann er ikki í iva um, at hetta er tað hann vil. Hann er til reiðar at offrað alt fyri at spæla yrkisfótbólt. Hóast hann bara er 21 ár, so hevur hann upplivað [...] oð. Mótstøðuliðið er Frakland. Toftamaðurin er ikki í iva um, at hann er við fyri at læra, og tí skal sita millum áskoðararnar til dystin. Tað vísur seg tó ikki at verða so. Hann er á dómaraseðlinum og
nógv um tað næsta ár. Tá verður avgjørda málið at flyta upp aftur í bestu deildina. Vit hava eina uppgávu, og tað er at hugsa um tað, sum skal ganga fyri seg á vøllinum. Er tað greitt, hvussu tað verður [...] Fyri fyrstu ferð síðani 1980 verður tað næsta ár leygardagsfótbóltur á Toftum. Tað valdaði tøgn í skiftisrúminum eftir 4-2 tapið móti EB/Streymi. Spælararnir høvdu lagt tað í, sum teir orkaðu, men hesa ferð [...] ferðast til aðrar dystir, tá ið tað ikki hevði roynst nakað serligt. B68 formaðurin, Niclas Davidsen, staðfesti veruleikan, sum hann nú er: - Nú eru vit fluttir niður. Tað taka vit til eftirtektar, og so
boðað honum frá, at hon ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. – Vit eiga og skulu sjálvandi halda tað, sum vit hava lovað áðrenn valið, og tað er eisini, at vit fara ikki at binda [...] – Vit søgdu í valstríðnum, at í etiskum spurningum var tað upp til hvørt einstakt tingfólk at taka støðu Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, eftir at Sonja Jógvansdóttir [...] binda samgongufólk niður í slíkum málum, sum gjørt er áður, sigur Aksel V. Johannesen, sum harmarst um støðuna, nú Sonja Jógvansdóttir er farin úr Javnaðarflokkinum.