Málið er at koma upp á pláss aftur

Í B68 fara teir nú undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, tá ið avgjørda málið verður at fáa liðið aftur í bestu deildina

B68

Fyri fyrstu ferð síðani 1980 verður tað næsta ár leygardagsfótbóltur á Toftum. Tað valdaði tøgn í skiftisrúminum eftir 4-2 tapið móti EB/Streymi. Spælararnir høvdu lagt tað í, sum teir orkaðu, men hesa ferð spældu teir móti einum heilt góðum liði. Ivaleyst mundu hugsanirnar ferðast til aðrar dystir, tá ið tað ikki hevði roynst nakað serligt.
B68 formaðurin, Niclas Davidsen, staðfesti veruleikan, sum hann nú er:
- Nú eru vit fluttir niður. Tað taka vit til eftirtektar, og so mugu vit arbeiða og leggja til rættis út frá tí veruleikanum. Vit halda okkum hava karmarnar til 1. deildarfótbólt. Tí skulu vit ikki hugsa so nógv um tað næsta ár. Tá verður avgjørda málið at flyta upp aftur í bestu deildina. Vit hava eina uppgávu, og tað er at hugsa um tað, sum skal ganga fyri seg á vøllinum.
Er tað greitt, hvussu tað verður við venjara og spælarum?
- Vit eru júst fluttir niður. Tað hevur ikki borið so væl til at lagt til rættis, tá ið vit ikki hava verið greiðir yvir, um tað nú fór at vera í bestu ella næstbestu deildini, at vit fóru at spæla. Hetta er nakað, sum vit skjótt fara at taka upp.
Hvussu vóru tit nøgdir við avrikið hesa ferð?
- Okkara gjørdu tað, sum teir orkaðu. Mótstøðuliðið var rættuliga gott. Teir skoraðu tvey mál fleiri enn okkara, og tað kunnu vit ikki siga so nógv um, staðfestir formaðurin í B68, Niclas Davidsen.