Tað prutlar orduliga kring Varmakeldueiðið. Fótbóltsfeløgini í kommununum, sum liggja báðu megin eiðið, hava strítt seg í steypafinaluna, og seinnapartin í morgin verður tað gjørt av, um tað skal verða GÍ, sum enn eina ferð skal vinna sær atgongumerkir at luttaka í altjóða kappingum næsta ár, ella um tað skal verða ÍF, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð skal fáa sítt navn ritað í Løgmanssteypið og harvið fyri fyrstu ferð vinna altjóða atgongumerkir.
- G! festivalurin fór við nógvari tíð og orku. Síðani hevur steypafinalan sett dagsskránna her hjá okkum. Fótbólturin fyllir nógv í Gøtu, og tað hevur alstóran týdning, at tað hevur gingið so væl í steypakappingini. Altjóða luttakan ger tað áhugavert hjá spælarum at umboða GÍ. Tí hevur tað týdning at vinna finaluna. GÍ hevur ofta verið í altjóða kappingum, og eg vænti og vóni, at teir fara at vinna í morgin, sigur Páll Isholm, borgarstjóri.
Hann hevur í fýra ár búð í Gøtu, og hann hevur verið borgarstjóri siðani á nýggjárinum. Hann er føddur og uppvaksin í Havnini og í HB.
- Tað er eingin trupulleiki. HB hevur vunnið nógv og steypakappingina ógvuliga ofta. Nú er tað GÍ, sum tað snýr seg um. Teir hava verið í trimum finalum á Tórsvølli. Tað eru fleiri enn nakar annar. Tað er flott, og eg fari suður at taka á við teimum í morgin, sigur borgarstjórin í Gøtu.
GÍ hevur leigað HB húsið. Har fara viðhaldsfólkini at halda til undan dystinum, og har verður skipað fyri øllum tí, sum tað nú á døgum verður syrgt fyri, soleiðis
Spenningurin er ikki minni norðanfyri Varmakeldueið. Fuglfirðingar eru fyri fyrstu ferð nakrantíð komnir í finaluna um Løgmanssteypið, og teir gera nógv burturúr. B36 húsið er leigað, og har verður uppskriftin umleið tann sama, sum hon verður norðanfyri hjá grannunum fyri sunnan!
- Hetta er positivt, og tað hevur sett rættuligan dám á her í Fuglafirði. ÍF hevur verið á tindinum og niðri í dalinum í ár. At vit eru komnir í steypafinaluna hevur bjargað kappingarárinum. Eg rokni við, at liðið fer at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna ólavsøkudag. Men stóra vónbrotið hevði havt verið, um teir eftir at hava vunnið á HB í fjórðingsfinaluni ikki høvdu megnað at koppa B68, sum í ár spælir í 2. deild. Annars haldi eg, at tað sigur nógv um Eysturoynna, at trý av fýra liðum í finaluni vóru higani úr oynni, og at finalan er ímillum tvey feløg úr Eysturroy.
Tað sigur Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Hann er føddur og uppvaksin í Fuglafirði um fuglfirðingur um ein háls. Hann fylgir við ÍF, men hann sigur seg vera so spentan, at hann næstan ikki orkar at hyggja.
- Nú er tað serliga spennandi, tá ið vit skulu spæla á Ólavsøku ímóti GÍ. Men hetta kennist ikki sum kríggj, har tað ræður um at knúlva gøtumenn. Heldur er talan um sunna kapping. Tað verður skemtað og prikað, men tónin er góður. Teir hava havt fleiri spælarar úr Fuglafirði, og nú hava vit havt onkrar frá teimum.
Sigurð heldur tað vera spell, at tveir av lyklaspælarunum hjá teimum fara at sita uttanfyri:
- Reglurnar áttu at havt verið broyttar soleiðis, at gulu kortini duttu burtur undan finaluni, heldur hann.
Borgarstjórarnir hava heilsast á Varmakeldueiði. Í morgin fara teir at heilsast í Gundadali. Annar fer at fara ovurfegin til hús, og hin verður vónbrotin. Hvussu kommunan skal feira sigurin leggja .teir ikki í at siga nakað um. Hugflogið man fara at vísa seg, tá ið steypasingurin verður veruleiki. Í morgin verður svarið funnið, um tað verður Gøtu kommuna ella Fuglafjarðar kommuna, sum skal feira steypasigurin. Tað verður í hvussu so er annað av feløgunum kring Varmakelduna, sum fer at vinna.
Myndatekstur:
Borgarstjórarnir í Fuglafirði og Gøtu, ávikavist Sigurð S. Simonsen og Páll Isholm, fara báðir til steypafinaluna á ólavsøku, og spenningurin er í hæddini