– Vit søgdu í valstríðnum, at í etiskum spurningum var tað upp til hvørt einstakt tingfólk at taka støðu
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, eftir at Sonja Jógvansdóttir hevur boðað honum frá, at hon ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.
– Vit eiga og skulu sjálvandi halda tað, sum vit hava lovað áðrenn valið, og tað er eisini, at vit fara ikki at binda samgongufólk niður í slíkum málum, sum gjørt er áður, sigur Aksel V. Johannesen, sum harmarst um støðuna, nú Sonja Jógvansdóttir er farin úr Javnaðarflokkinum.