Hatta var ein kiska. Tað ásannar Georg L. Petersen, leiðari fyri aktuelt-deildina í Kringvarpinum.
Tað hevur elvt til nógv kjak, at Jógvan Skeel Nolsøe, var vertur í ítróttarsendingini 3-2 mánakvøldið. Tað er einki óvanligt at hann er vertur í 3-2, tí tað plagdi hann at vera. Men tað, sum hevur vakt ans, er, at fríggjakvøldið dømdi hann landsdyst í hondbólti ímillum Føroyar og Kekkia, og í 3-2 var hann so vertur í 3-2, har høvuðsevnið var nettupp hesin sami landsdystur.
Og tað er fallið nógvum fyri brósti og ein av teimum er Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting. Hann gav ilt av sær á Facebook, og har minnir hann á, at Kringvarpið tveitti Trónd Vatnhamar av fótbóltssendingini seinnapart mánadag, tí hann var ógegnigur, tí hann var málmansvenjari hjá B36, og tí kundi hann ikki viðgera dystirnar.
Ein málmansvenjari hevur ikki á leið ta somu ávirkanina á dystin, sum ein dómari hevur. Men kortini hevur KvF ikki himprast við at lata ein dómara vera vert í 3-2 í longri tíð.
Hesaferð var tað, eftir mínum tykki, tó at bíta høvdið av allari skomm, heldur hann, tí hann heldur, at sjónvarpið ger gjøldur burtur úr fólki, tá ið stovnurin letur annan av dómarunum í dystinum gera 3-2 sendingina beint eftir.
– Eg havi óluksáliga ilt við at síggja reyða tráðin hjá KvF. Um nakar reyður tráður er har yvirhøvur. Tí tað tykist sum er tað rættiliga tilvildarligt, hvussu farið verður fram, tók Sveinur Tróndarson til.
Og í samrøðu í tíðindunum á FM1 á miðdegi, ásannaði Georg L. Petersen, at tað var ein kiska.
Trýst á pílin og hoyr hann greiða frá, hví Jógvan Skeel Nolsøe varð vertur í 3-2 mánakvøldið, hóast hann dømdi dystin fríggjakvøldið