Fer at tola meiri enn tað gamla gjørdi

Nú verður kannað um kommunan noyðast at rinda alla rokningina sjálv

 

Brimgarðurin, sum verður bygdur upp afturm skal tola meiri av enn tann núverandi ger. Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.

Í ódnarveðrinum um mánaðarskiftið februar og mars, fekk brimgarðurin á havnarlagnum í Hvalba, stóran skaða. Í roynd og veru fór hann í knús, tí tað er minsti parturin av honum, sum er eftir.

Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at tað slepst ikki undan at gera hann aftur, tí fleiri skip hoyra til bygdina, og flakavirkið er í bygdini, so skipini mugu hava eina tryggja havn at liggja í, tá ið tey avreiða, ella tá ið tey liggja við kei annars.

Brimgarðurin í Hvalba hevur áður fingið stóran skaða í ódnarveðrið, og seinast var so seint sum í kyndilsmessuódnini í 2008, tá ið tað kostaði tað einar milliónir at gera skaðan aftur. Men skaði hesa ferð er nógvar ferðir størri enn tann skaðin var.

Tí hevur bygdaráðið nú kannað møguleikan at broyta brimgarðin, nú hann skal byggjast upp aftur, so at hann tolir meiri av. Hetta er fyri at sleppa undan at brúka so stórar upphæddir við jøvnum millumbilum upp á at umvæla brimgarðin aftur.

Janus Thomsen sigur, at tí hava tey nú gjørt aldukanningar á fjørðinum og sostatt hava hava tey nú fingið greiði á, hvussu brimgarðurin skal gerast aftur fyri at tola meiri av.

Kanningarnar vísa, at nýggi brimgarðurin tolir at standa ímóti eini aldu upp á 10 metrar, sigur Janus Thomsen.

Hann sigur, at tað er eyðsæð, at skal kommunan einsamøll standa við allari rokningini, fer tað at fáa ovurhonds stórar avleiðingar fyri alt annað virksemi í kommununi.

Tí fer hann nú at biðja Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um fund, fyri at kanna møguleikarnar fyri at fáa fíggjarligan stuðul úr landskassanum til endurbyggingina. Men tað er ikki greitt, nær tann fundurin verður.