Í einari útvarps- og sjónvarpsrøðu segði forsetin, at hann hevur givið løgregluni og fregnartænastuni boð um at fara harðliga fram ímóti teimum víðgongdu, og forsetin legði afturat, at tað gongur tann rætta vegin.
Forsetin hevur sett sjey muslimskum felagsskapum forboð fyri at virka, men tað hevur ikki steðgað harðskapinum, heldur tvørturímóti. Bara í síðstu viku doyðu ellivu fólk í álopum á kristnar stovnar í Pakistan.