almenninginum og fjølmiðlum í føroysku fyrisitingina er ikki nóg gott, hóast vit síðani 1994 hava havt eina lóg, ið skal tryggja gjøgnumskygni og fólkaræði. Fjølmiðlarnir hava ein stóran og týðandi leiklut [...] umsitingini og út til borgaran. Og í hesum arbeiði er sjey ára gamla lógin um innlit í fyrisitingina eitt týðandi amboð. Men amboðið virkar ikki nóg væl. Dømini eru fleiri, har fjølmiðlar og privatfólk [...] Men dugnaligu fjølmiðlafólkini hjá Útvapinum og Dimmalætting vistu, at eitt slíkt skjal fanst, og vendu tey sær tí til Trøllanesar at fáa hendur á skjalinum. Og tískil fingu tey prógvað, at landsstýrismaðurin
skulu ikki fyrst og fremst hugsa um pengar og fíggjarstøðuna hjá kommununi. Tá kommunur skulu leggjast saman skal hugsast langt fram, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík. Longu tá Skála og Runavík [...] eini felags kommunu verður. Í upplegginum hjá Runavíkar Kommunu standa setningar, sum: tænastustøðið og kostnaðarstøðið skulu vera eins í eini samanlagdari kommunu. Hvat ið er nøktandi í framtíðini skal [...] oyndfirðingum at byggja eldrabýli, um teir eru saman við eini stórar kommunu, sum hevur góðar fíggjarvánir. Og skulin hjá okkum er lítil - eisini aftaná at Skála er komin við, sigur Rodmund Nielsen. Hann heldur
farið fram, og soleiðis, at lýst verður av nýggjum. Velur løgmaður ta mannagongdina setir hann ikki bara landsstýrismannin og avgerð hennara til viks, men eisini setir innstillingarnevdina og avgerð hennara [...] løgmanni, sum hevur boðað frá, at fyrst í hesi vikuni fer hann at gera sína niðurstøðu í málinum um landsantikvarin, eftir at hann hevur kannað øll skjøl í málinum og viðgjørt málið saman við embætisfólkum [...] ymiskt løgið farið fram: Landsstýrismaðurin hevur sjálv havt setanarsamrøður og eitt nú er munur á lýsingum á føroyskum og donskum. So er spurningurin, hvussu álvarsom átalan verður. Er hon í tyngra endanum
stór, og hon skal røkjast væl. Føroyar sum land hava brúk fyri einum góðum og sterkum høvuðsstaði. Í høvuðsstaðnum skal vera lív og virksemi, og her skal vera ein ævig fartan millum bygd og bý og millum [...] verða ikki bara bygdar á løgtingi og í landsstýri, men eisini í býráðum. Har eru fólksins umboð nær hjá borgarunum og hava møguleikan at ávirka samfelagsgongdina skjótt og væl Kommunurnar eru ein týðandi [...] hjá hinum kommununum, og hon eigur at ganga undan á øllum økjum. Í høvuðsstaðnum er nógv tað mesta fólkið, her er mesta virksemið, her er størsti kassin, og her er tann størsta og dyggasta umsitingin. Ábyrgdin
2004. Talan er um Kaj Kallsberg og Petur Højgaard í Havn og Jaspur Petersen í Klaksvík. Útvarp Føroya visti ikki at siga, hvør orsøkin er til avgerðina hjá Petur Højgaard og Jaspur Petersen at fara úr starvinum [...] Vit hava brúkt eitt ótal av árum at koma so langt. Fyrst tóku vit læknaútbúgvingina, síðan specialiseraðu vit okkum Eftir tað, arbeiddu vit á bygd, og langt um leingi hava vit fingið starv sum kommunulæknar [...] íslendsku Saga telduskipanina. Hann greiðir frá, at stríðið millum Tórshavnar Býráð og kommunulæknarnar hevur staðið á, síðan 1995, og enn er eingin loysn funnin á málinum. Kári leggur afturat, at á bygdunum í
vísa, um tað fer at renna saman millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Ella um góða vit og skil fer at liggja fremst, við at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin læra at tosa betur saman, soleiðis [...] Javnaðarflokkurin og Sosialurin hava áður spurt og fingið greitt svar, men tað sær kortini út til, at teir framvegis eru líka tornæmir. Lat okkum enn einaferð endurtaka, at tað er beinleiðis ósatt, tá [...] tá ið Javnaðarflokkurin og Sosialurin skuldseta Sambandsflokkin fyri ikki at vilja kanna og viðgera spurningin um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya. (Sí viðmerkingar hjá Eilif Samuelsen í
Carly Best Video & Búnar: Marianna Mørkøre Ljóssnið: Turpin N. Djurhuus. Verkætlanin er fyrst og fremst ein tónleikalig og visuell tulking av stuttsøguni hjá Franz Kafka ?Investigation of a Dog?. Søgan um ein [...] hann ikki er sum aðrir hundar. Drivin av trongdini at skilja lyndið og livikorini hjá sær sjálvum og sínum medhundum í einum óskiljandi og ógreiðum heimi, hevur hann latið lív sítt til vísindi. Eftir endaleysar [...] instinkti - og sanniliga ikki tí vánaligasta instinktinum. Endamálið við samstarvinum er at samantvinna tær ymisku listagreinirnar, sum tey luttakandi arbeiða við, og soleiðis vekja áhuga og vísa á nýggj
sløkkiliðsfólkini fingu tey fyrst av øllum at vita, at tey vórðu kallað út til eina venjing. Og nøkulunda samstundis var ein kunngerð í útvarpinum hjá kringvarpinum um venjingina og á portal.fo. Johnny Joensen [...] stór venjing millum sløkkiliðini í Vestmanna, í Kvívík og øll liðini í Vágum. Uppgávan var, at ein umfatandi ferðsluvanlukka var hend millum Gassadal og Válin. Tað vanliga er, at sløkkiliðsfólkini ikki vita [...] vita beinanvegin fyri ikki at gera fólk bangin. Hin mátin hevur verið royndur áður, og tá hava fólk verið misnøgd og órólig. Sløkkiliðsleiðarin heldur ikki, venjingin ikki var tikin í líka stórum álvara
bert maðurin verið avhoyrdur, men eftir miðdag verður fyrst vitnið, sum sigur seg hava keypt extacy tablettir og amfetamin frá tí ákærda, avhoyrt, og síðani verður kvinnan avhoyrd. Ákæruvaldið vil vera við [...] tablettirnar, og tað var eisini tað, hann segði undir grundlógaravhoyringini. Nú hevur hann kortini broytt frágreiðing og sigur, at hann einki hevði við tablettirnar hjá makanum at gera, og at hon sjálv [...] men hevur ferðast runt og arbeitt meiri ella minni frá hondini í munnin. Hann greiddi frá, at hann hevur arbeitt nógv í Noregi, men eisini summi tíðarskeið hevur arbeitt í Íslandi og í øðrum londum runt um
bert verið knappliga eitt ár í landsliðshitanum, og leygardagin slapp hann so fyri fyrstu ferð at royna seg av álvara, tá venjarin hevði sett hann fremst í hørðu kappingini um vinstra miðvallarplássið á [...] undir veruligt trýst. - Tað sigur tó eisini nakað um avrikið hjá okkum, og sjálvur haldi eg, at um vit halda við sama hugburðinum og sama samanhaldinum, so er als ikki óhugsandi, at vit fara at fáa fleiri [...] tað heilt avgjørt. - Eg hugsaði um hetta at kalla alla tíðina. Vit vistu, at nógv fólk var væntandi, og vit vistu sjálvandi eisini, hvørjir mótstøðumenninir vóru, so spenningurin var sera stórur fram til