Vit boyggja okkum ikki

Grundgevingin fyri, at Kaj Kallsberg valdi at siga seg úr starvi sum kommunulækni í Havn, er afturvendandi trupulleikin við Tórshavnar Býráð um eina telduskipan. Kommunulækni, Kári Jacobsen, skilir væl avgerðina hjá Kaj Kallsberg, men hann heldur tað er ein vanlukka, at ein loysn ikki er funnin á trupulleikanum

Í gjár frættist í útvarpinum, at tríggir kommunulæknar hava valt at siga seg úr starvinum frá 1. januar 2004. Talan er um Kaj Kallsberg og Petur Højgaard í Havn og Jaspur Petersen í Klaksvík. Útvarp Føroya visti ikki at siga, hvør orsøkin er til avgerðina hjá Petur Højgaard og Jaspur Petersen at fara úr starvinum, men ein umstrídd telduskipan er orsøkin til, at Kaj Kallsberg hevur valt at fara frá sum kommunulækni í høvuðsstaðnum.
Kjarnin í málinum er, at Tórshavnar Býráð ynskir, at kommunulæknarnir í Havn skulu nýta eina íslendska telduskipan, men flestu kommunulæknarnir sýta fyri at nýta skipanina. Teir vilja heldur hava ein danska skipan, sum svarar til líknandi skipan, ið starvsfelagirnir í Danmark nýta dagliga.
- Eingin hevur hægri útbúgving enn vit. Vit hava brúkt eitt ótal av árum at koma so langt. Fyrst tóku vit læknaútbúgvingina, síðan specialiseraðu vit okkum Eftir tað, arbeiddu vit á bygd, og langt um leingi hava vit fingið starv sum kommunulæknar í Havn, sum vanliga varð mett at verða toppurin hjá einum kommunulækna í Føroyum. Vit sita so í dag, eftir góð 20 ár, uttan haldgóð tól, og tað er ein vanlukka, sigur Kári Jacobsen, kommunulækni í Havn.

Stríð síðan 1995
Kári Jacobsen er sjálvur ein av sjey kommunulæknunum, ið ynskir donsku skipanina Med-Wind heldur enn íslendsku Saga telduskipanina. Hann greiðir frá, at stríðið millum Tórshavnar Býráð og kommunulæknarnar hevur staðið á, síðan 1995, og enn er eingin loysn funnin á málinum.
Kári leggur afturat, at á bygdunum í Føroyum hava kommunulæknarnir ongar trupulleikar at fáa donsku skipanina, men í Havn ber einki til, og tískil er høvuðsstaðurin eftirbátur á økinum.
Spurdur, um tíðin ikki fyri langari tíð síðan er búgvin til, at fáa trupulleikan við telduskipanini loystan, svarar Kári, at hann er ikki greiðir, hvat fer at henda í næstum. Hann sigur kortini við vissu, at kommunulæknarnir, Andor Ellefsen, Kristianna Nordendahl, Sølvi W. Olsen, Turid Petersen, Jenis av Rana og Sten Larsen úr Kollafirði ikki fara at boyggja seg fyri ynskinum hjá Tórshavnar býráð.
? Tað er heldur eingin sum helst grund at hava fleiri fundir um málið, tí býráðið veit fullvæl,hvar vit standa í málinum, so tað er eingin meining at fundast meir, sigur ein avgjørdur Kári Jacobsen.
Kári Jacobsen setir eisini stórt spurnartekin við, um allir býráðslimirnar eru greiðir yvir, hvat málið snýr seg um. Hann sigur, at eitt drúgt brævaskrifti hevur verið við sosialu nevnd, ið varðar av málinum, men nevndin vil bara trýsta íslendsku skipanina yvir høvdið á kommunulæknunum . Vita kommunulæknarnir í Havn ikki betur hvørji tól, teir skulu nýta, enn fólk á sosialu nevnd á býráðnum? Trupulleikin er, at fólk á trivnaðardeildina á býráðnum hava lurtað ov nógv eftir einum ávísum virki á Velbastaðvegnum, sum hevur gjørt lobbyarbeiðið fyri teirra teldurskipan. Kortini geva vit okkum ikki, tí vit vilja ikki síggja nakað til íslendsku skipanina, fortelur Kári Jacobsen.

Skilir væl Kaj Kallsberg
Seinastu árin hevur javna verið hoyrt graml um, at stórt læknatrot er í Føroyum, og ikki minst í Havnini. Spurdur, um tað ikki er óheppið, at ein starvsfelagið velur at siga seg úr starvi, orsaka av eini ósemju um eina telduskipan, tá tørvurin á læknum er so stórur, svarar Kári, at hann skilir Kaj Kallsberg væl. ? Teldan er í dag tað týdningarmesta arbeiðstóli hjá læknum, tí øll vitan verður goymd har. Tað er púra skilligt, at Kaj Kallsberg hevur valt at fara úr starvinum, men tað er katastrofalt, at maðurin má kenna seg noyddan at siga seg úr starvinum, tí hann kennir seg trýstan, sigur Kári Jacobsen.
Kommunulæknin sigur, at eingin veit við vissu, hvussu nógvar sjúklingar, hvør kommunlækni hevur, men hann rímuliga vissur í, at Kaj Kallsberg hevur millum teir flestu í Havn. ? Stóri spurningurin er, hvør nú skal loysa uppgávuna hjá Kaj, tí tað er ein sannroynd, at tað er ómetaliga torført at fáa kommunulæknar at søkja starv í Havn, greiðir Kári Jacobsen frá.
Spurdur, um aðrir kommunulæknar í høvuðsstaðnum ætla at siga seg úr starvið, eins og Kaj Kallsberg hevur valt at gera, svarar Kári, at einstakir kommunulæknar hava tosað um tað sama, og hava gjørt vart við sína ónøgd, har víst hevur verið á, at tað er ov langt úti, at arbeiðstólini ikki eru nøktandi.
Seinni í dag(týsdagin), skuldi fundur aftur verða um telduskipanina millum kommunulæknarnar og Tórshavnar Býráð, og spurningurin er so um partarnar kunnu koma nærri hvørjum øðrum um eina loysn um teldutrupulleikan, sum eftir øllum at døma hevur havt við sær, at Kaj Kallsberg fríggjadagin boðaði Bill Justinussen, landsstýrismanni, frá, at hann 1. januar gevst sum kommunulækni í Havn.