Vit bíða spent til týsdagin

Oyndafjørður er meiri enn vælkomin upp í Runavíkar Kommunu. Eftir at vegurin kom til Oyndafjarðar er sambandið við Runavík vaksið, heldur Rodund Nielsen, borgarstjóri í Runavík.

- Oyndfirðingar skulu ikki fyrst og fremst hugsa um pengar og fíggjarstøðuna hjá kommununi. Tá kommunur skulu leggjast saman skal hugsast langt fram, sigur Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavík.
Longu tá Skála og Runavík ætlaðu at leggja saman var talan um, at taka aðrar smærri kommunur við. Oyndafjørður var ein av teimum kommununum, sum náttúrliga kundi hoyra til nýggju stórkommununa á Skálafirðinum.
- Oyndafjørður er vælkomin upp í Runavíkar Kommunu. Tað eru nógvir óførir oyndfirðingar, sum arbeiða her hvønn einasta dag, so tað hevði ikki verið ónatúrligt um oyndfirðingar valdu at koma hendanvegin, heldur borgarstjórin í Runavík, sum tó ikki vil geva tey stóru lyftini.

Ikki valstríð

Sjálvt um borgarstjórin í Runavík bíðar spentur eftir úrslitinum týsdagin, so ætlar hann ikki uppí nakað valstríð.
- Eg kundi hugsað mær, at kalla næstu dagarnar okkurt annað enn valstríð. Tað eru oyndirðingar sjálvir, sum skulu velja.
- Hetta er týðandi fyri oyndfirðingar. Men teir kenna báðar kommunrnar, so teir vita, hvat teir skulu velja, sigur Rodmund Nielsen.
Rodmund Nielsen vil ikki siga meiri beinleiðis, hvussu eitt nú barnaansingini í eini felags kommunu verður. Í upplegginum hjá Runavíkar Kommunu standa setningar, sum: tænastustøðið og kostnaðarstøðið skulu vera eins í eini samanlagdari kommunu.
Hvat ið er nøktandi í framtíðini skal vera ein samráðingarspurningur millum kommunurnar, heldur borgarstjórin.
- Eg havi ikkii vilja sett stór lyfti á skránna. Oyndfirðingar mugu sjálvir velja.

Størri íløgur

Kortini vísir borgasrtjórin á, at fíggjarstøðan hjá Runavíkar Kommunu er so mikið góð, at tað ikki ávirkar støðuna at Oyndafjørður kemur við.
- Sjálvandi verður tað lættari hjá oyndfirðingum at byggja eldrabýli, um teir eru saman við eini stórar kommunu, sum hevur góðar fíggjarvánir. Og skulin hjá okkum er lítil - eisini aftaná at Skála er komin við, sigur Rodmund Nielsen.
Hann heldur, at ein fyrimunir fyri Runavíkar Kommunu er, at kommunan fær attgongd til Norðhavið.