Innlitið hjá almenninginum og fjølmiðlum í føroysku fyrisitingina er ikki nóg gott, hóast vit síðani 1994 hava havt eina lóg, ið skal tryggja gjøgnumskygni og fólkaræði.
Fjølmiðlarnir hava ein stóran og týðandi leiklut, tá tað snýr seg um at bera upplýsingar úr umsitingini og út til borgaran. Og í hesum arbeiði er sjey ára gamla lógin um innlit í fyrisitingina eitt týðandi amboð.
Men amboðið virkar ikki nóg væl. Dømini eru fleiri, har fjølmiðlar og privatfólk, hóst greiða heimild í lógini um innlit, antin ikki hava fingið hendur á neyðugu upplýsingunum ella bert hava fingið avmarkaðar upplýsingar.
Feskt dømi úr Trøllanesi
Seinasta kenda dømið um hetta finna vit í málinum um skúlan á Trøllanesi. Tveir miðlar, Útvarpið og Dimmalætting, bóðu við heimild í lógini Mentamálastýrið, um at fáa útflýggjað øll skjøl í málinum um trætuna um skúlan á Trøllanesi. Men tá tað til kom til stykkis, vantaði týdningarmiklasta skjalið bæði í skjaladunganum, sum Útvarpið fekk, og í skjaladunganum, sum Dimmalætting fekk útflýggjaðan frá Mentamálastýrinum.
Vantandi skjalið, var tað skjalið, ið prógvaði, at Óli Holm, landsstýrismaður við skúlamálum, hevur givið formligu skrivligu boðini um, at skúlin á Trøllanesi skal lata upp aftur. Hetta vóru eini boð, sum greitt stríða ímóti nýggju kommunulógini, sum ger púra greitt, at tað eru teir lokalu myndugleikarnir, sum taka avgerðina í slíkum máli.
Men dugnaligu fjølmiðlafólkini hjá Útvapinum og Dimmalætting vistu, at eitt slíkt skjal fanst, og vendu tey sær tí til Trøllanesar at fáa hendur á skjalinum. Og tískil fingu tey prógvað, at landsstýrismaðurin við skúlamálum hevði handlað í heimildarloysi.
Valdu fjølmiðlafólkini at trúgva, at tey sjálvsagt hvødu fingið øll skjøl útflýggjað, tá tey bóðu um innlit, var hetta møguliga ikki komið fram, og fólk høvdu hildið, at fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, átti alla ábyrgdina.
Eftir at fjølmiðlarnir hava almannakunngjørt innihaldið í brævinum, hevur Mentamálastýrið alment boðað frá, at tað var eitt mistak, at brævið ikki var við í skjaladunganum. Mentamálastýrið sigur seg av misgávum hava journaliserað hetta brævið undir einum øðrum máli, og tí er tað ikki komið við, tá fjølmiðlarnir hava biðið um innlit í málið um skúlan á Trøllanesi.
Men fólk í almennu umsitingi við kunnleika til journalisering, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tað skal nógv til, áðrenn eitt skjal verður so skeivt journaliserað, at tað kortini ikki verður funnið fram, tá leitað verður eftir øllum skjølum í málinum, sum skjalið upprunaliga hoyrir til. Orsøkin er nevniliga tann, at kannað verður altíð, hvørji mál eitt skjal hevur samband við, og síðani verður ávísa skjalið journaliserað undir ávísum máli, men við greiðari ávísing til øll onnur mál, tað hevur samband við.
Tískil kunnu fólk við góðari orsøk gita sær til, at Mentamálastýrið í døminum um skúlan á Trøllanesi hevur roynt at sleppa undan at útflýggja tyngjandi skjøl.
Kenna ikki lógina
Á sumri í 1999 varð úrslitið av einari drúgvari kanning av kunningarvirkseminum hjá føroysku landsumsitingini latið úr hondum. Tað vóru tíðindamenninir Per Højgaard og Kári Durhuus, sum eftir áheitan frá Løgmansskrivstovuni í meira enn hálvtannað ár millum annað høvdu kannað, hvussu væl lógin um alment innlit virkar í Føroyum. Kanningin er grundað á hópin av skrivligum keldum og samrøður við umleið 100 umboð fyri landsumsitingina, fjølmiðlar, kommunur, fakfeløg og aðrar týðandi partar.
Í niðurstøðuni staðfesta tíðindamenninir, at lógin um alment innlit virkar ikki nøktandi, tí lógin sjálv og umsitingin av lógini eru ov avmarkandi.
Niðurstøðan sigur eisini, at embætisfólk hava ov lítlan kunnleika til lógina og reglurnar á økinum. Og at hetta elvir til ótryggleika hjá embætisfólkunum og hevur við sær, at almenna innlitið sambært lóg um innlit í fyrisitingina eisini verður umsitið tilvildarliga og ymiskt.
Hóast kanningin nú er tvey ára gomul, eru niðurstøðurnar enn veruleiki. Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá ymsu aðalstýrunum, um tey hava greiðar innanhýsis reglur um, hvussu lógin um alment innlit skal handfarast. Svarið er enn, at stýrini ongar greiðar mannagongdir hava. Og harafturat eru fjølmiðlafólk og onnur, sum brúka lógina um alment innlit enn samd um, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu umbønir um alment innlit verða viðgjørdar.
Landsstýrismenn ávirka
? Bíða, eg skal líka fara at spyrja landsstýrismannin, um tú kanst fáa innlit í hatta málið.
Hetta munnliga svarið fekk eitt av tíðindafólkunum á Sosialinum fyri tíð síðani, tá tað vendi sær til eitt av aðalstýrunum fyri at biðja um innli í ávíst mál, ið greitt var umfatað av lógini um alment innlit.
Og hetta er ikki eindømi. Tí tað er ein sannroynd, at landsstýrismenn blanda seg, tá tíðindafólk biðja um innlit í viðkvom mál.
»Eingin ivi er um, at landsstýrismaðurin hevur ávirkan á, hvat fer út og ikki«.
Soleiðis sigur eitt embætisfólk í almennu umsitingini í kanningini hjá Per Højgaard og Kára Durhuus. Og í somu kanning siga fleiri tíðindafólk seg hava varhugan av, at landsstýrismenninir hava ávirkan á, hvussu lætt ella toført tað er at fáa innlit í skjøl ella mál.
Tíðindafólk halda tað vera truplari at fáa innlit í mál, har landsstýrið ella onkur av landsstýrismonnunum stendur veikur. Hetta sigur eitt tíðindafólk í kanningini seg hava upplivað í sambandið við málið um keypið av vaktarskipinum, Nólsoyar Pálli.
Hetta sama tykist hava verið galdandi í sambandi við fullveldismálið. Í førum, har tíðindafólk hava vitað um skjøl, ið ikki koma so væl við hjá landsstýrinum, hevur verið trupult at fáa innlit. Í ørðum førum, tá landsstýrið hevur havt áhuga í at fáa skjøl almannakunngjørd, hava embætismenn ringt til fjølmiðlarnar og biðið teir senda inn umbøn um alment innlit, tí nú fyriliggja nýggj, spennandi skjøl.
»Okkara uppliving er, at tað er sera lætt at fáa innlit í mál, sum politikararnir vilja hava út. Tá tað so kemur til tey pínligu málini, eru upplivingin hin øvugta«, siga tveir fullsamdir tíðindamenn í kanningini hjá Per Højgaard og Kára Durhuus.
Tveir aðrir tíðindamenn í somu kanning siga seg hava upplivað, at ein embætismaður ikki vildi lata teimum innlit í skjøl, uttan fyrst at spyrja landsstýrismannin um loyvi. Hetta hendi, hóast løgfrøðingar frammanundan høvdu váttað fyri tíðindamonnunum, at teir sambært lóg høvdu rætt til innlit í skjølini.
Kenna ikki lógina
Hóast tað eru sjey ár síðani, at lógin um alment innlit varð sett í gildi, er tað enn ikki vorðið gerandiskostur, at vanligi borgarin vendir sær til almennu umsitingina at fáa innlit í viðkomandi mál. Aðalstjórar, sum Sosialurin hevur havt samband við, siga, at tað er sera sjáldan, at teirra stýri fáa umbønir um alment innlit frá privatpersónum. Í staðin eru tað fyri tað mesta fjølmiðlar, ið biðja um innlit í ymisk mál umleið einaferð um mánaðin.
Men almennu myndugleikarnir hava heldur ikki gjørt nakað við at kunna almenningin um lóginina um alment innlit og hvussu hon skal nýtast. Tí ber til at hugsa sær, at orsøkin til, at privatfólk ikki biðja um innlit er, at tey vita ikki, hvussu tey skulu bera seg at.
Fjølmiðlafólk vita, at skal tað eydnast at fáa innlit í tað mál, tú vilt, tá tú vilt, er neyðugt, at tú hevur hollan kunnleika til lógina um innlit í fyrisitingina, og at tú nágreiniliga veitst, hvønn tú skalt leggja trýst á, fyri at fáa tær upplýsingar, tú vilt hava.
Tískil eru tað næstan bert tey ídnastu fjølmiðlafólkini, og nakrir fáir vanligir borgarar við serligum áhuga fyri almennum innliti, ið megna at fáa innlit í tey mál, tey ætla sær.
Hetta kann tyngjað fólkaræðið. Tí av tí, at lógin um innlit ikki verður fylgd, er gjøgnumskygnið í landsins umsiting ikki eins gott, og tað átti at verið í einum nýtmótans samfelag.