Mikukvøldið var ein stór venjing millum sløkkiliðini í Vestmanna, í Kvívík og øll liðini í Vágum. Uppgávan var, at ein umfatandi ferðsluvanlukka var hend millum Gassadal og Válin.
Tað vanliga er, at sløkkiliðsfólkini ikki vita, at tað er ein venjing, fyrr enn tey koma á staðið.
Men so var ikki við hesi venjingini.
Tá ið alarmsentralurin ringdi til sløkkiliðsfólkini fingu tey fyrst av øllum at vita, at tey vórðu kallað út til eina venjing. Og nøkulunda samstundis var ein kunngerð í útvarpinum hjá kringvarpinum um venjingina og á portal.fo.
Johnny Joensen, sløkkiliðsleiari í Vestmanna sigur, at øll fingu tað at vita beinanvegin fyri ikki at gera fólk bangin. Hin mátin hevur verið royndur áður, og tá hava fólk verið misnøgd og órólig.
Sløkkiliðsleiðarin heldur ikki, venjingin ikki var tikin í líka stórum álvara, tá ið sløkkiliðsfólkini vistu, at eingin vanlukka var hend.
- Tey bóru seg at, sum var tað álvari, sigur Johnny Joensen.
Venjingin var sett at vara frá klokkan 18.17, tá ið boðini fóru út, til klokkan 21. Men alt gekk so væl, at venjingin vardi bara ein góðan tíma.