Ein gamal sjónleikur hevur heitið "Vit bíða eftir Godot". Í løtuni bíða vit eftir løgmanni, sum hevur boðað frá, at fyrst í hesi vikuni fer hann at gera sína niðurstøðu í málinum um landsantikvarin, eftir at hann hevur kannað øll skjøl í málinum og viðgjørt málið saman við embætisfólkum sínum.
So kunnu vit spyrja, hvørjar møguleikar hevur løgmaður?
Í fyrsta lagi kann løgmaður geva landsstýrismanninum í mentamálum eina átalu. Grundgevingarnar eru helst fleiri, men almenningurin kennir ikki øll skjøl, so vit skulu ikki gita. Tó er alment staðfest, at landsstýrismaðurin hevur ikki fylgt almenna setanarpolitikkinum. Harafturat er ymiskt løgið farið fram: Landsstýrismaðurin hevur sjálv havt setanarsamrøður og eitt nú er munur á lýsingum á føroyskum og donskum.
So er spurningurin, hvussu álvarsom átalan verður. Er hon í tyngra endanum, kann Tjóðveldisflokkurin neyvan liva við, at landsstýrismaðurin verður sitandi, tá vit hava onnur líknandi mál í huga.
Í øðrum lagi kann løgmaður ógilda alt málið, tí so nógv álvarsamt er farið fram, og soleiðis, at lýst verður av nýggjum. Velur løgmaður ta mannagongdina setir hann ikki bara landsstýrismannin og avgerð hennara til viks, men eisini setir innstillingarnevdina og avgerð hennara til viks. Sambært tí, sum higartil er komið fram, hevur innstillingarnevndin fylgt almenna setanarpolitikkinum. Og skal lýsast av nýggjum er spurningurin, hvør skal so manna setnarnevndina?
Velur løgmaður hesa loysnina, er spurningurin, um landsstýrismaðurin kann liva við at verða sett so dyggiliga upp á pláss, og kann Tjóðveldisflokkurin gera tað?
Í triðja lagi kann løgmaður ógilda avgerðina, sjálva setanina hjá landsstýrismanninum, og krevja, at nýggj avgerð verður tikin. Um hetta ber til er torført at siga. Og so er eisini spurningurin, um landsstýrismaðurin kann góðtaka tað, uttan at landsstýrismaðurin tekur avleiðingar av, at løgmaður, sum annars hevur eftirlit við landsstýrismonnunum, hevur tikið landsstýrismannin av ræði.
Í øllum førum tykist greitt, at landsstýrismaðurin kann ikki lata eitt mál, har ein landsstýrismaður setir sjálvan setnarpolitikkin hjá landsstyrinum til viks, fara aftur við borðinum. Hvørja avleiðingarnar verða veldst alt um, hvussu nógv ivingarsamt er í skjølunum í málinum. Skjøl, sum almenningurin ikki kennir, og sum landsstýrismaðurin hevur stemplað "Í trúnaði" men sum løgmaður sjálvandi má hava fingið innlit í.










