Visuell konsert í Meiarínum

"Investigation of a Dog" er ein visuell konsert, sum samantvinnur

tónleik, dans, video og ljósdesign

Tróndur Bogason hevur skrivað eitt modernað klassiskt tónaleikastykki, sum verður framført av trombonleikaranum, Andras Olsen, saman við 8+ hoytalarum, sum verða stýrdir "live" við elektroniskum tónleiki. Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre standa fyri tí visuella. Hetta fevnir um eitt nú “live” dans, "dance on screen", animatión, og heildarmyndini. Harumframt hevur

Turpin N. Djurhuus gjørt ljósdesign. Konsertirnar vera á skránni í Meiarínum í døgunum 20.- 23. juni.