fingu okkum at taka okkum saman og venja hart, men nú er alt roynt. Hendan útgávn og konsertin verða so teir endaligu varðarnir og tað stórsta og besta, vit hava gjørt og kunnu framføra í løtuni. Tað er [...] konsertina og meiningin er, at vit skulu brúka tað alt summarið. Klæðini eru eisini í tráð við stílin og litirnar í húsanum og marknaðarføringini annars, so vit eru sera nøgdir við úrslitið og hugskotini [...] Moirae verið til í fimm ár, og vit hava tikið og givið hvørjum øðrum nógv. Tað er heilt sikkurt, at til dømis Kim má sleppa at verða oddamaður í sínum egna orkestri, og hann og Kaj hava longu tosa um at
sett á málskjótingina, og trettan minuttir seinni vóru trý mál komin, og so varð lok lagt á. Tað var heilt fitt av síðuvindi í Klaksvík leygardagin, og hetta órógvaði spælið og tóktist hava ávirkan í øllum [...] at vísa í fjør. Hjá KÍ vóru bæði Jan Andreassen og Kurt Mørkøre leikbannaðir, og tað hevði broytingar við sær. Pacek var aftastur, og fyri fyrstu ferð nakrantíð var John Hansen í miðverjuni, meðan Finn [...] avbera góð, líkar Heðini hetta væl. Aftur og aftur setti hann ferð á í vinstru, og sjálvt um dragingarnar onkra ferðina vóru ov langar, og onkrir bóltar fóru til spillis, so var tað heilt ofta vandamikið
eg havi framført í Danmark, og tað er eitt sindur øðrvísi enn í Føroyum og Íslandi, sigur Brandur, sum er væl nøgdur við útgávuna sum heild. - Tað tekur langa tíð hjá einum og hvørjum tónleikara at finna [...] við úrslitið, og vónandi verður hetta ikki tann seinasta fløgan, sigur hann. Meðan vit standa og práta í gomlu jarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, sum nú er biografhøli, kemur ein ung genta og spyr um autograf [...] niðri í Danmark, og eg vóni eisini, at hon fer at selja væl, heldur hann fram, eftir at samrøðan varð órógvað eitt lítið bil. Tað seinasta lagið hevur Brandur sjálvur gjørt orð og lag til, og hetta eru fyrstu
leikandi løttu og lýrisku týðing flutt sangleikin í ein føroyskan búna, og hetta kennsit hvørki stirvið ella sjálvhátíðarligt. Rútma og rím rigga væl og eru snøgt samansett. Klassikari og anakronismur Annfinnur [...] dugnaligum fólkum. Páll Brim Joensen spælir Jesus, og ikki kann sigast annað enn, at castingin er heppin. Útsjóndin og kropsmálið er sannførandi, og røddin er høg og hvøss í harða dystinum í Getsemane. Terji Giovanni [...] ferð sum leikstjóri, og tað er neyvan sum at siga tað at fara í holt við slíkt stórverk. Hóast menninir handan leikin, Andrew Lloyd Webber og Tim Rice einans vóru ávikavist 22 og 26 ára gamlir, tá teir
gerast kend og kunnu royna aftur og tað vóna fyrireikararnir, at tey gera. Kann gagna Føroyum FUT og Norðurlandahúsið skipa fyri kappingini, saman við ÚF og SvF. Hósdagin kunnaðu umboð fyri húsið og FUT um [...] gevur vinnarum, og luttakandi annars, møguleika at royna seg við serkønari hjálp. Á palli, har útgerðin er í topp, útvarps- og sjónvarpsbylgjurnar senda tiltakið í hvørja stovu og har umráðandi er at framføra [...] vinningar og kappingarreglur. Samstundis kom hann inn á, at tiltakið er sera stórt og kostnaðarmikið. Hann nevndi, at tiltakið kostar um hálva millión, ella meira, umframt tað, ið útvarp og sjónvarp nýta
pallinum eina løtu og provokeraði áskoðararnar og bað um "respekt, mand." Síðani rýmdi hann av pallinum, og ein Amin Jensen-líkur persónur kom inn á pallin og framførdi ein sang. Og so kom tann stóra løtan [...] beinanvegin klárur og hermir eftir ákoðaranum. "Du schweder," sigur Amin á fullamansmáli og flennir. - Har du ikke hørt, at man skal ikke drikke på tom hjerne, spyr Amin áskoðaran, og salurin er um at bresta [...] pallin. Tá kókaði yvir í tí knapt fultsetta Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og fólk skræddu seg av látri. Ein stórur og kátur og hálvnakin maður, lættur á fótum, setti eitt stórt punktum fyri einari meg
um Fjall, deksbátin Guttaberg. Báturin hevði motor og sigldi týsdag, hósdag og leygardag millum Klaksvíkina, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, farmi og ferðafólki. Hann vísti á, at í 1948 yvirtók P/F Hugo [...] Klaksvíkina og Syðradal verið ein týðandi fløskuhálsur. - Her hevur Barskor nú í eitt langt áramál verið álitið, og hóast hann hevur roynst væl, skerst ikki burtur, at hetta er eitt gamalt og ótíðarhóskandi [...] segði, at tað var Palli Norðuri í Stovu, sum bygdi fyrstu atløgubryggjuna á Húsum, og hann stóð eisini fyri arbeiðnum, tá ið nýggjar atløgubryggjur vórðu bygdar á Húsum í 1947-1948 og á Syðradali í 1950-1951
Keypmannahavnar, og tað næsta man sær er ein løgmaður sum við einum Atlantic Airways posa í stoppfullum av tollfríum vørum kemur úr flogfarinum og longu líkist einum sum hevur samráðst í 24 tímar og tapt. Hevur [...] hoyra ov nógv føroyskt. Men hvussu er og ikki, so skuldi føroyska talan burtur og týskir replikkleikarar fáast at innspæla talupartin av Bye Bye Bluebird inn av nýggjum. Og tað varð so gjørt. Fyrr havi eg zappað [...] filmurin, sum undirritaði legði eygu og oyru til. Og lat meg siga tað beinanvegin. Tað var ikki annað enn næstbest. Tí hvussu væl tað so klæðir Elini Mouritzen at tosa týskt og hvussu gott stev teir týsku sy
eisini á fund í sjálvum trygdarráðnum hjá ST um altjóða trygd og frið og har ætlar hann at hoyra røðuna hjá danska uttanríkisráðharranum og røðuna hjá Noregi. Eftir vitjanina í New York fer hann til Washington [...] sum onnur vilja hitta og tað er sera áhugavert, at ein høgt virdur stovnur sum Heimsbankin heldur at vit eru so fyrimyndarlig og frammaliga, at vit kunnu ráðgeva øðrum á hesum øki. Og her hevur Heimsbankin [...] Føroyar á altjóða palli - Føroyar eru vorðnar sjónligari á altjóða pallinum. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hesa vikuna fer hann til USA at hitta politikarar og embætisfólk, sum eru við at mynda
súmbol og myndir eru tikin úr stuttsøguni og endurnýtt í leikritinum og tónleikinum. Operan snýr seg um tvey ung í kynsbúningaraldrinum, Marselius og Stellu Kristinu. Søgan fer fram í einum tíðar- og staðleysum [...] opera á palli varð løgd fram fyri almenningin. Operan kallast Í Òðamansgarði og hevur verið ávegis í eini 6 ár. Tað var Aldubáran, sum heitti á tónaskaldið Sunleiv Rasmussen um at skriva operuna, og hann [...] spæla uttan fyri og í garðinum hjá Óðamanninum, ein løgin einbúgvi, sum býr í einum villvaksnum garði. Nógvar søgur ganga um Óðamannin, og tey ræðast hann illa, men gjøgnum ræðsluna og møtini við Óðamansgarðin