Føroyar á altjóða palli
- Føroyar eru vorðnar sjónligari á altjóða pallinum.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hesa vikuna fer hann til USA at hitta politikarar og embætisfólk, sum eru við at mynda heimspolitikk.
Og tað er ein ørgrynna av fundum á skránni hesar næstu dagarnar.
Og hann heldur, at júst hendan ferðin er eitt dømi um, at føroyingar eru farin at síggjast betru í altjóða samfelagnum.
- Eg føli tað, sum um vit hava fingið eina missjón í altjóða samfelagnum og tað kunnu vit bara fegnast um, segði løgmaður við Sosialin í morgun, beint áðrenn hann fór í flogfarið.
Leiðin gongur til USA, har fleiri týdningarmiklar uppgávur eru á skránni.
Men umframt tær ítøkiligu uppgávurnar, sum eru á skránni, er talan eisini um eina kurteisisvitjan, har Løgmaður skal heilsa upp á politikarar og embætisfólk.
Ørgrynna av fundum
Í USA ferðini skal Løgmaður fyrst til New York har hann er boðin at vera við, tá ST aðalfundurin verður settur. Har fær hann høvi at hoyra setanarrøðuna hjá Kofi Annan, ST aðalskrivara, men hann sleppur eisini at hoyra amerikanska forsetan, George W. Bush, umframt røðuna fyri Suðurafrika, Brasilia og ES.
Men serliga væl ætlar hann sær at lurta eftir røðuni hjá Sveis
- Hann ætlar eisini at royna at fáa orðið á umboð fyri sendinevndina hjá Sveis fyri at tosa um føroyska limaskap í EFTA.
Seinnapartin í morgin skal hann eisini á fund við Per Stig møller og Jonathan Motzfeld, sum umboða Danmark og Svøríki.
- À tí fundinum fer hann at heita á Per stig Møller um at fáa Hoyvíkssáttmalan, settan í gildi, sum bøtir um handilssambandið við Ísland.
Løgmaður skal eisini á fund við norðurlendsku uttanríkisráðharrarnar og tað fegnast hann um.
- Her er støðan nógv broytt tí hesar fundirnar plagdu vit ikki at verða boðin við á. Vit minnast at seinast í áttatiárunum hittust uttanríkisráðharrarnar, men tá var Føroya Løgmaður koyrdur á dyr, hóast fundurin enntá var í Føroyum, og vit hava eisini seinni havt sama trupulleika, at føroyingar ikki eru bodnir við á slíkar fundir.
Somuleiðis er hann boðin á fund við SID, sum er ein felagsskapur fyri smá oyggjalond í menning.
Løgmaður skal eisini á fund í sjálvum trygdarráðnum hjá ST um altjóða trygd og frið og har ætlar hann at hoyra røðuna hjá danska uttanríkisráðharranum og røðuna hjá Noregi.
Eftir vitjanina í New York fer hann til Washington, har hann skal á fund í amerikanska uttanríkisráðnum og við danska sendiharran í USA
Tvær týdningarmkilar uppgávur
Av teimum meiri beinleiðis arbeiðsuppgávunum, eru ikki minni týdningarmikil mál á skránni.
- Ætlanin er at skriva undir eina semju um, hvussu økið og undirgrundin í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, uttanfyri 200 fjórðingar, skal býtast sundur ímillum Føroyar, Íslandi og Noreg so at hesin spurningurin kann verða endaliga avgreiddur.
Ikki minni forvitnisligt er tað, at Løgmaður eisini skal í Heimsbankan at skriva undir eina avtalu um mennningarhjálp til lítla Kyrrahavs oyggjalandið Belau.
Í hesum sambandi skal hann eisini heilsa upp á varaforsetan í Belau.
Belau er við at koma upp í oljuvinnuna og í hesum sambandi hava tey vent sær til Heimsbankan at leita sær ráð í sambandi við ta komandi oljulóggávuna hjá Belau.
- Í hesum sambandi hevur Heimsbankin víst á Føroyar sum eitt land, ið eisini er eitt oyggjaland og sum eisini hevur verið ígjøgnum somu tilgongd, sum Belau nú er á gáttini til.
Heimsbankin metir eisini okkara oljulógávu at vera so mikið dygdargóða, at eftir teirra tykki, kunnu vit læra tey á Belau nakað á hesum øki.
Tað heldur Løgmaður er sera forvitnisligt.
- Eg haldi, at tað er sera áhugavert, at altjóða samfelagið heitir á Føroyar um at vera øðrum til hjálpar
- Tað er ógvuliga áhugavert, at Føroyar eru eitt land, sum onnur vilja hitta og tað er sera áhugavert, at ein høgt virdur stovnur sum Heimsbankin heldur at vit eru so fyrimyndarlig og frammaliga, at vit kunnu ráðgeva øðrum á hesum øki.
Og her hevur Heimsbankin boðið sær til at vera millumlið og tí verður menningaravtalan ímillum Føroyar og Belau hildin í heimsbankanum.
Heimsbankin skal eisini umsita peningin, sum skal brúkast í hesum sambandi.
- Hetta er ein menningaravtala, sum fer at kosta Føroyum eina millión krónur. Føroyingar skulu seta pening inn á eina konto í Heimsbankanum til at menna oljulóggávu í Belau og til at menna serfrøði á oljuøkinum í Belau. Og somuleiðis skal peningur brúkast til at fíggja ferðing hjá føroyskum ráðgevarum til Belau.
Stutt um Belau
Belau er lítið, sjálvstøðugt land í Kyrrahavi, Norðanfyri Indonesia, 500 kilometrar eystanfyri Filipsoyggjar. Belau er eitt oyggjaland við fleiri enn 350 størri og smærri oyggjum, sum tilsamans eru góðar 450 fermetrar til støddar Tilsamans búgva 19.000 fólk í landinum og í høvuðsstaðnu, Koror, búgva 11.200 fólk.Meginparturin av fólkinum hevur uppruna í polynesia. Tey flestu eru katolikkar og protestantar, men tey hava eisini fremmandan átrúnað