Prix Føroyar kappingin hevur nú verið tvær ferðir. Annað hvørt ár verður skipað fyri kappingini og nú eru fyrireikararnir farnir undir at fyriskipa kappingina 1999, sum byrjar 30. januar 1999.
Vanligt hevur verið, at vinnarin sleppur eina konsertferð uttanlanda og so er eisini hesaferð. Vinnarin skal luttaka á stóra Norwegian Wood festivalinum í Oslo í juni 1999. Hyggur ein á heimasíðuna hjá Norwegian Wood festivalinum, so sæst, at nøvn sum Bob Dylan, Simple Minds, Anuk og Crowded House hava spælt har fyri stuttum. Festivalurin verður mettur ájavnt við Roskildefestivalin.
Síðani farið varð undir at skipa fyri kappingini, hevur verið kjakast um, hvørt tað er gjørligt ella rætt at kappast innan tónleik.
Fyrireikararnir meta tó, at tónleikararnir skulu meta hetta sum eitt upplivilsi, ein møguleika at koma sær fram, men sjálvsagt skal ein so veljast sum vinnari. Men harvið er ikki sagt, at hini kunnu pakka saman. Tey gerast kend og kunnu royna aftur og tað vóna fyrireikararnir, at tey gera.
Kann gagna Føroyum
FUT og Norðurlandahúsið skipa fyri kappingini, saman við ÚF og SvF.
Hósdagin kunnaðu umboð fyri húsið og FUT um komandi tiltakið.
Fróði Vestergaard, samskipari í Norðurlandahúsinum, greiddi frá um vinningar og kappingarreglur. Samstundis kom hann inn á, at tiltakið er sera stórt og kostnaðarmikið.
Hann nevndi, at tiltakið kostar um hálva millión, ella meira, umframt tað, ið útvarp og sjónvarp nýta uppá tiltakið. Í alt nærkast tiltakið helst milliónini.
Fróði metti, at rætt hevði verið av landsins myndugleikum at stuðla eini útgávu við vinnandi bólkinum, nú nógv verður tosað um alternativar vinnur og at finna fleiri bein at standa á.
Semja var millum fyrireikararnar um, at Føroyar eiga gott tilfeingi í tónleikarum og at hetta eigur at mennast. Og kappingin er liður í hesum. Nevnt var, at kanska kann arbeiðast fram ímóti, at vinnarin sleppur í víðari kapping. Hetta kundi t.d. enda við altjóða Grand Prix kappingini. Fyrireikararnir nevndu, at samsvarandi, forholdsvís, so eiga føroyingar minst líka dugnaligar tónleikarar, sum t.d. fiskaseljarar.
Petur Turtchaninoff, fráfarandi stjóri í Norðurlandahúsinum nevndi í hesum sambandi, at hann hevði havt prát við Finnboga Arge, landstýrismann í vinnumálum, um hvat vinnulívið kann fáa burturúr Prix Føroyum og uttanlandaferðini við vinnaranum. Serstakliga varð her hugsað um ferðavinnuna, ið her hevði møguleika fyri at gera vart við Føroyar.
Prix Føroyar er seinasta stóra tiltak, sum fráfarandi stjórin verður við til sum stjóri fyri húsinum. Hann fer frá beint undan finaluni 10. apríl 1999.
Álvara
Kaj Johannesen frá FUT, og sum eisini hevur vunnið Prix Føroyar saman við Moirae, nevndi, at tá bólkurin var konsertferð í Finnlandi, fekst næstan ikki friður fyri tíðindafólki, sum hildu tað vera áhugavert land, hesin bólkur kom frá. Stórt var eisini bilsni yvir, at Føroyar hevði egið mál.
Hann helt, at høvdu teir tá verið betri fyrireikaðir, so kundu teir fingið væl meir burturúr. Hann helt, at tá ferð, uppihald og lummapeningur verður goldin fyri ein, so eigur vinnandi bólkurin at taka í egnan barm, at taka ferðina í álvara og fáa sum mest burturúr.
Umboðini frá FUT fegnaðust um, at tað nú vóru bert dómararnir, ikki áhoyrarar, ið skulu døma kappingina. Eisini hildu teir vera gott, at dentur nú í døming verður lagdur á t.d. uppbygging av skrá og dygd í útseting av løgunum.
Mark No Limits gestir
Kaj nevndi, at kappingin hevði givið mongum bólkum, ikki bert vinnarum, møguleika at koma sær fram. Hann nevndi t.d. Kjølar og Júmen.
Eisini nevndi hann, at vinnaraheitið hevði við sær, at ístaðin fyri at t.d. Moirae mátti ringja runt til spælistøðini, so bleiv hørð kapping um bólkin.
Bólkurin hevur nú tvær fløgur á baki, men er nú givin.
Vinnarin seinast, Mark No Limits, hevur heldur ikki verið virkin í seinastuni, men hósdagin kunngjørdu fyrireikararnir, at sum vant, so verður vinnarin, MNL, gestaframførari til næstu kapping. Spennandi verður at hoyra bólkin, tí tónleikararnir eru óivað mentir nógv. Eittnú er Teitur farin at leggja seg eftir at syngja jazz.
Til háborðs
Føroyskur rútmiskur tónleikur tykist við Prix Føroyum at vera sloppin til háborðs. Mong minnast vit prátið tey fyrstu árini, tá Norðurlandahúsið kom. Har fóru bert tey fínu, tey, ið hildu seg vera nakað. Hin fínara mentanin.
Alt hetta, meðan rútmiski tónleikurin hevði mist t.d. Perluna, húsaðist í gamla Skipshandlinum á bryggjuni í Havn og annars á dansistøðum og í klubbum.
Nú tykist alt prát um fínmentan vera horvið.
Føroyskur rútmiskur tónleikur hevur fingið eitt forum, ið sanniliga er stórsligið. Sum er mennandi og sum gevur vinnarum, og luttakandi annars, møguleika at royna seg við serkønari hjálp. Á palli, har útgerðin er í topp, útvarps- og sjónvarpsbylgjurnar senda tiltakið í hvørja stovu og har umráðandi er at framføra dygd.
Nógv er broytt síðstu 10 - 15 árini, tá Perlan og rovini av Skipshandlinum vóru karmarnir. Tá, sum Fróði Vestergaard eisini nevndi, eitt tað stórsta var at sleppa at spæla í Klubbanum í Havn. Prix Føroyar er fyribils toppurin á menningini og framburðinum. Eitt tiltak, ið kveikir og stimbrar og sum tónleikarar, royndir og óroyndir, fegnast um.