Arbeiðssigur til klaksvíkingar

Fótbóltur: KÍ hevði møguleikar at vinna stórt, men fram móti endanum var um reppið, at VB fór avstað við eina stiginum

Eftir vónbrotið í Gøtu næstsíðsta vikuskifti gjørdist fótbóltshýrurin í Klaksvík leygardagin eitt sindur betur.

Tað kemur sera sjáldan fyri, at besta mansliðið spælir klokkan 13. Tað gjørdu teir hesa ferð, og tað sást væl á áskoðarafjøldini, at hetta er ikki nakað, sum hon er von við. Tá dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð, var tað samanborið við, sum tað plagar at vea, tunnligt framvið girðingini, og teir áskoðararnir, ið ikki komu fyrr enn tjúgu minuttir vóru farnir, sóu einki at teimum trimum málunum.

Klaksvíkingarnir vóru so nógv bragdligari, enn teir vóru í Gøtu. Stríðshugurin og harvið viljin at vinna lýsti av spælarunum, sum vóru sannførandi í nærdystunum og ikki góvu mótstøðumonnunum frið at fáa tak á bóltinum. Men tað er synd av siga, at fótbóltsavrikið var polerað og minti um tað, hesir somu menninir plagdu at vísa í fjør.

Hjá KÍ vóru bæði Jan Andreassen og Kurt Mørkøre leikbannaðir, og tað hevði broytingar við sær. Pacek var aftastur, og fyri fyrstu ferð nakrantíð var John Hansen í miðverjuni, meðan Finn Baldvinsson fekk møguleikan í vinstra verjuborði.

Í álopinum vóru Olgar Danielsen og Heðin á Lakjuni, men sjálvt um Kurt Mørkøre ikki var við, so tóktist tað ofta sum um teir longri afturi á vøllinum brúktu somu uppskriftina, sum tá hann er við ? í hvussu so er vórðu nógvir langir og høgir bóltar oystir inn móti miðverjuni hjá VB, har Janus Kjærbo, og Eyðun Jacobsen oftast ruddaðu burtur.

At KÍ spælir so nógv í luftini gevur ikki minst teirra egnu miðvallarum trupulleikar. Arnold Joensen og Jan Joensen eru fótfimir bóltsnillingar, men tað er ikki nógv nytta í hesum, tá bóltarnir flúgva um oyruni á teimum og ofta eru uppaftur ovarlagari enn so.


Heðin í hopla

Sammett við so nógvar aðrar ferðir í ár, so var tað ein broyting á KÍ liðnum, at Heðin á Lakjuni var annar av álopsmonnunum, og Heðin var sera væl upplagdur.

At skjótleikin er stórur, er einki nýtt, men hesa ferð fekk landsliðsaktuelli maðurin loyvi at reika heilt fitt, og tá venjingarstøðan er avbera góð, líkar Heðini hetta væl. Aftur og aftur setti hann ferð á í vinstru, og sjálvt um dragingarnar onkra ferðina vóru ov langar, og onkrir bóltar fóru til spillis, so var tað heilt ofta vandamikið, bæði tá Heðin sjálvur royndi móti málinum, og tá hann slapp inn um allar mótstøðumenninir longri úti í borðinum og legði fyri føturnar á liðfeløgunum, sum ikki altíð hagreiddu víðari, sum tað átti at verið gjørt.

Hetta síðsta kann ikki minst innskifti Ove Nysted skriva undir uppá. KÍ hevði í 2. hálvleiki eina rúgvu av meiri og minni uppløgdum málmøguleikum. Heðin á Lakjuni skapti tann størsta, tá hann breyt ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, men tá púra leysi Ove Nysted mitt frammanfyri málinum skuldi seta innaru síðuna á, kiksaði tað so mikið nógv, at bólturin fór skeivu megin stólpan.


Málini

Bara ein lítil løta var farin, tá hol varð sett á málskjótingina, og trettan minuttir seinni vóru trý mál komin, og so varð lok lagt á.

Tað var heilt fitt av síðuvindi í Klaksvík leygardagin, og hetta órógvaði spælið og tóktist hava ávirkan í øllum førunum, tá málini komu.

Rógvi Jacobsen, sum hesa ferð hevði útgangsstøðu á miðvøllinum, taldist millum teir bestu, og at hann er sera málsøkin, varð enn eina ferð staðfest. Fimm minuttir vóru farnir, tá hann lyfti bóltin upp um Bjarna Johansen í VB málinum, men bara tveir minuttir seinni var aftur javnt. Tórður Holm sendi úr 33 metra fjarstøðu í høgra borði eitt fríspark móti málinum hjá KÍ, undanvindurin gav bóltinum eyka ferð, men Stephen Boyle má taka sína ábyrgd fyri, at bólturin endaði í málinum.

Og tá átjan minuttir vóru farnir, var skoraði KÍ tað, sum skuldi vísa seg at vera sigursmálið. Vágbingar mistu í uppspælinum, bólturin varð spældur upp á tvørs, Rógvi Jacobsen toygdi fótin fram, og bólturin sigldi í einum boga omanfyri VB málverjan.

Hóast teir á heimaliðnum høvdu greiða yvirvág, og tað mesta gekk fyri seg á VB hálvuni, so vóru klaksvíkingar ikki heilt álvuligir, tí so leingi sum tað bara var eitt mál á muni, so lúrdi møguleikin, at VB skuldi javna, og fram móti endanum, tá vágbingar høvdu flutt fólkið langt fram, var um reppið, at tað hendi, sum klaksvíkingar bóru mest ótta fyri. Krzysztof Popczyski gjørdist leysur og lyfti upp um KÍ málverjan, men sæð við eygunum hjá vágbingum fór bólturin í síðunetið skeivu megin frá, og so drógu heimamenninir andan lættari, meðan teir í VB enn eina ferð kundu ásannað, at teir roynast betri á heimavølli, enn teir gera á útivølli.


KÍ-VB 2-1 (2-1)

1-0: Rógvi Jacobsen 6

1-1: Tórður Holm 9

2-1: Rógvi Jacobsen 14


KÍ: Stephen Boyle ? Harley Bertholdsen, Marek Wierzbicki, Andrzej Pacek, John Hansen, Finn Baldvinsson ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Olgar Danielsen, Heðin á Lakjuni

VB: Bjarni Johansen ? Jón Gærdbo, Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Culjic, John Eystberg ? Jón Pauli Olsen, Krzysztof Popczyski