Johan í Kollafirði® tosar týskt

Sjálvt Grindavísan hjá C. Pløyen, amtmanni, varð kvøðin á týskum, tá sjónvarpsrásin N3 farna sunnukvøld sendi fyrsta føroyska spælifilmin Bye Bye Bluebird við týskari talusynkronisering

 

Rúnar Reistrup

Sum útiseti í Danmark er tað ikki á hvørjum degi at tú fært høvi at síggja føroyska náttúru sum strekkir seg longur enn myndin hendan mánaðin á myndakalendaranum hjá J.A. Arge.

Tí er ein sjónvarpssending ella ein tíðindastubbi við myndum úr Føroyum altíð eitt ljóspunkt á degnum - sjálvt tá tíðindaupplesarin í bakgrundini samstundis tosar um at føroyska samráðingarnevndin fyri guð viti hvørja ferð er komin til Keypmannahavnar, og tað næsta man sær er ein løgmaður sum við einum Atlantic Airways posa í stoppfullum av tollfríum vørum kemur úr flogfarinum og longu líkist einum sum hevur samráðst í 24 tímar og tapt.

Hevur man harumframt ávísan tokka til film, eins og undirritaði, er tað einki minni enn ein stórhending, tá ein endaleysur zappitúrur ígjøgnum tær 42 sjónvarpsrásirnar eitt sunnukvøld klokkan trýkorter til midnátt knappliga brásteðgar, tí ein av fyrstu scenunum frá Bye Bye Bluebird fyllir sjónvarpsskermin.

Einasti spælifilmur á føroyskum

Bye Bye Bluebird, sum leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, sjálv kallaði sín fyrsta rættiliga spælifilm gjørdist soleiðis eisini fyrsti og higartil einasti rættiligi spælifilmurin i føroyskari filmsøgu.

Filmurin fekk nógva umrøðu í Føroyum frá fyrsta upptøkudegi, og í Danmark vakti tað heldur løgna konseptið um ein roadmovie í Føroyum stóran áhuga millum danskar fjølmiðlar, tá filmurin varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum fyri hálvumøðrum ári síðan.

Og nú, longu áðrenn eg hevði fingið upp í lag at leiga filmin í Blockbuster so eg aftur kundi møta hesi litríku frásøgn úr Føroyum, kom Bye Bye Bluebird av sær sjálvum fram á teir 21 tummarnar ið fylla mest í kollegiekamarinum.

Hetta skal runt til føroysku vinfólkini er tað fyrsta eg hugsi og taki telefonrørið til oyrað.


Rune tosar deutsch

Men gleðin er stokkut. Tað fyrsta eg varnist, eru teir vantandi undirtekstirnir. Og tá eygað síðan varnast heitið »N3« uppi í ovara vinstra skermhorni, veit eg innast inni hvat er galið, longu áðrenn eg skrúvi upp fyri ljóðinum og hoyri Johan í Kollfirði siga »Kom, wir fahren wieder weiter« við tær báðar Rannvá og Barbu, sum síðan koma rennandi inn í bláa bilin hjá kollfirðinginum.

Kollfirðingurin eitur forrestin Rune á týskum.

N3 ella Norddeutsches Fernsehen, sum rásin eisini kallar seg, er sum navnið boðar frá ein týsk sjónvarpsrás. Og í Týsklandi verða sjálvt stumfilmir talusynkroniseraðir við týskari talu.

Hendan regla hevur so eisini havt við sær, at fyrsti føroyski spælifilmurin í søguni eisini er vorðin fyrsti føroyski týskt synkroniseraði spælifilmurin nakrantíð.


Synkronkvøðing

Meðan hesi hagtøl kanska kunnu gleða tey, sum í síni tíð gjørdu filmin og nú hava eitt fíggjarligt hol at fylla, so hevði ein sum føroyskur áskoðari eitt sindur torførari við í fyrsta umfari at síggja meiningina og í øðrum umfari nakað gott í slíkari filmspillu.

Tað er neyvan tí at týska mentanin er undir so stórum trýsti av teirri føroysku, at týskarar kenna seg noyddar til at seta forðingar í verk, so landsmenninir ikki hoyra ov nógv føroyskt.

Men hvussu er og ikki, so skuldi føroyska talan burtur og týskir replikkleikarar fáast at innspæla talupartin av Bye Bye Bluebird inn av nýggjum. Og tað varð so gjørt.

Fyrr havi eg zappað framvið so frægum klassikarum sum Casablanca og Taxi Driver hóast einki áhugavert var á hinum 41 rásunum, av teirri einu orsøk, at Bogart, Bergman og de Niro vóru farin at tosa týskt.

Men hetta sunnukvøldið gjørdist fyrsti føroyski spælifilmurin eisini fyrsti týskt synkroniseraði filmurin, sum undirritaði legði eygu og oyru til.

Og lat meg siga tað beinanvegin. Tað var ikki annað enn næstbest. Tí hvussu væl tað so klæðir Elini Mouritzen at tosa týskt og hvussu gott stev teir týsku synkronkvøðararnir høvdu, so havi eg ongantíð fyrr øvunda munnavlesarum so nógv sum hetta sunnukvøldið.


Talan batnaði

Men rætt skal vera rætt. Filmurin var ikki heilt oyðilagdur.

Tað er stuttligt at hoyra føroyingar skeldast á týskum og harafturat lat týska synkroniseringin møguleikan upp at hyggja at filminum á ein annan hátt. Ein hátt har talan gjørdist minni umráðandi og alt annað trein betur fram.

Og tað var kanska ikki tað ringasta sum kundi henda.

Tí alt gott um royndar føroyskar sjónleikarar, ið so at siga eru uppvaksnir á teimum ymsu leikpallunum í Føroyum. Men at spæla film duga teir ikki. Replikkirnir, sum fleiri av pallvandu føroysku leikarunum framføra í filminum, høvdu helst ljóðað eins væl á palli og teir ljóða ónátúrligir á filmi. Hetta tók føroyska útgávan av Bye Bye Bluebird ein ávísan skaða av, men hesin skaðin var sum vera man burtur á týsku útgávuni.

Nú vórðu replikkirnir framførdir av royndum týskum replikkleikarum, og tað gav sjálvum samrøðunum í filmunum eina betri dygd enn á føroysku útgávuni av Bye Bye Bluebird. Munurin var bara tann, at munnrørslurnar ikki fylgdu taluni, og tað stjól sjálvsagt allan fyrimunin, so mær dámar framvegis best ta føroysku útgávuna.

Bye Bye Bluebird er eisini seldur til lond sum Holland, Frakland, Japan og eini trý onnur. Tað hevði nú verið stuttligt at sæð filmin á japanskum.