Keypmannahavn: Týsdagurin var ein merkisdagur innan føroyska tónleikaheimin. Unga føroyska stjørnuskotið Brandur Enni var henda dagin á gøtuni við eini nýggjari fløgu, sum er ætlað danska marknaðinum.
Í sambandi við útgávuna hevði plátufelagið Name, sum stendur fyri útgávuni, skipað fyri konsert í stásiligu hølunum Palads mitt í Keypmannahavn. Øll áhugað vóru vælkomin.
Brandur sang nakrar av sangunum á nýggju fløguni. Eisini sang íslendska gentan Jóhanna Guðrún ein sang saman við Brandi. Harumframt sang Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri, sum í løtuni er við í kappingini Stjerne for en aften á DR.
Brandur Enni er entertainari burturav, og hóast sín ungan aldur sæst týðuliga, at hann er vanur at standa á palli. Hann megnaði saman við einum væluppløgdum James Olsen at fáa lív í áhoyrarafjøldina, sum fyri tað mesta taldi heilt ung fólk. Genturnar skríggjaðu, og fólk veipaðu við ørmunum í tí stúgvandi fulla biografsalinum.
Byrjað varð við einum dokumentarfilmi, har áskoðarin fekk innlit í gerandisdagin hjá Brandi, og hvussu tað er at arbeiða við upptøkum í studio og videoløgum. Síðani varð farið til tónleikin, har Brandur gav áhoyrarunum ein forsmakk uppá júst útgivnu fløguna.
Væl nøgdur
- Hatta var super. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi framført í Danmark, og tað er eitt sindur øðrvísi enn í Føroyum og Íslandi, sigur Brandur, sum er væl nøgdur við útgávuna sum heild.
- Tað tekur langa tíð hjá einum og hvørjum tónleikara at finna sín rætta sound, men eg eri nøgdur við úrslitið, og vónandi verður hetta ikki tann seinasta fløgan, sigur hann.
Meðan vit standa og práta í gomlu jarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, sum nú er biografhøli, kemur ein ung genta og spyr um autograf. Eisini vil hon hava eina mynd tikna av sær og Brandi. Hetta er nærum gerandiskostur hjá tí vælumtókta dronginum av Tvøroyri, og hendan hepna gentan fær enntá eitt klemm.
- Eg haldi, at fløgan hevur neyðugu góðskuna, so at hon kann standa seg millum allar hinar her niðri í Danmark, og eg vóni eisini, at hon fer at selja væl, heldur hann fram, eftir at samrøðan varð órógvað eitt lítið bil.
Tað seinasta lagið hevur Brandur sjálvur gjørt orð og lag til, og hetta eru fyrstu ferð, at eitt av hansara egnu løgum er givið út.
- Tað er umráðandi eisini at gera okkurt sjálvur, og man verður meira viðurkendur sum tónleikari. Lagið er tó ikki við á fløguni, bara tí at eg havi skrivað tað, leggur hann dent á. Og hann hevur ætlanir um at skriva enn fleiri sangir sjálvur. Brandur spælir frammanundan trompet og klaver.
Rødd í broyting
Brandur er 13 ára gamal og gongur í 7. flokki. Nakað, sum kann geva Brandi trupulleikar, er, at rødd hansara er í broyting.
- Eg haldi ikki, at tað er nakar trupulleiki, at røddin er broytt, síðan mína seinastu fløgu. Eg klári ikki líka høgar tónar longur, men røddin er hinvegin blivin sterkari, greiðir hann frá.
Tað nervar sostatt ikki sangaran, at røddin ikki er hin sama longur, og góðskan á tónleikinum versnar ikki av hesi orsøk, munnu tey flestu vera samd um.
Mainstream
Fløgan hevur trettan skeringar, og allir sangirnir eru á enskum. Átta av sangunum vóru eisini á tí fyrstu fløguni, sum nevndist Waiting in the Moonlight. Allir teir føroysku sangirnir á tí fyrru fløguni eru sáldaðir frá, og fimm nýggir sangir á enskum eru tiknir við ístaðin.
Tónleikurin kann best lýsast sum mainstream popptónleikur, sum kann fanga nógvar av teimum ungu lurtarunum.
Brandur hevur eisini fingið nøkur av teimum størstu nøvnunum innan tónleik í Føroyum at hjálpa sær við fløguni. Eitt nú hevur Óli Poulen ljóðblandað øll løgini, og Niclas Johannesen hevur eisini smíðað fýra av løgunum og verið við til at framleitt okkurt teirra. Hesi nøvnini skuldu borga fyri góðsku, tá talan er um tónleik.
Morgunsjónvarp og barnasending
Nú verður so roynt at promota fløguna niðri í Danmark, og í hesum sambandi var Brandur við í barnasendingini hjá Bubber seinasta sunnudag. Har sang hann nakrar sangir og prátaði annars við vertin. Hetta er aðru ferð, at Brandur er við í hesi sendingini.
Hósmorgunin skuldi Brandur so vera við í morgunsendingini hjá TV 2, har prátað verður við fólk um leyst og fast. Hetta verður vónandi við til at økja um áhugan fyri fløguni hjá Brandi, og at fleiri fjølmiðlar fara at vísa honum ans. Komandi dagarnar fer Brandur at hava nakrar smærri framførslur kring Danmark í handilsmiðstøðum og aðrastaðni, har fólk savnast.
Plátufelagið hevur eisini fingið eina danska kvinnu, sum hevur góð sambond innan fjølmiðlaheimin, at hjálpa Brandi fram á leiðini, og vónandi kann hon lata fleiri stongdar hurðar upp.
Spennandi verður at síggja, hvussu henda fløgan verður móttikin í Danmark. Komandi vikurnar og mánaðirnir verður greitt, um Brandur eisini kann kveikja ein loga í dønum, eins og hann hevur gjørt í mongum føroyingi.









